Tú leitaði eftir “hjáárin” og fann 29 úrslit
-
06. March 2022
- 06. March 2022 23:33
Nevndarlimur í týskum tryggingarfelag: Hjáárin frá koppseting upp til 10 ferðir hægri enn almennu tølini vísa
Ein nevndalimur í einum stórum týskum tryggingarfelag hevur úttalað seg um “alarmerandi data", sum hansara felag hevur funnið viðv. skaðum frá kovidkoppsetingum.
- 06. March 2022 23:33
-
11. April 2022
- 11. April 2022 11:25
Pfizer setti fleiri enn 600 fólk í starv fyri at taka ímóti skaðafráboðanum fyrstu tríggjar mánaðarirnar
Pfizer setti áleið 600 fólk í fulltíðarstarv at taka ímóti og viðgera fráboðanir um óheppin hjáárin frá kovidkoppsetingini fyrstu tríggjar máðanirnar, eftir at góðkenning var givin, og ætlanin var at seta 1800 afturat, tilsamans umleið 2400 fram til juni 2021, kemur fram í skjølum, sum kortsíðani eru vorðin almenn
- 11. April 2022 11:25
-
01. December 2022
- 01. December 2022 17:20
Norskur granskari ávarar ímóti fleiri prikum
Norskur koppsetingargranskari sigur við Nettavisen, at tey sum hava góða heilsu og eru yngri enn 65 ár, ikki hava nakað gagn av fjórða prikinum
- 01. December 2022 17:20
-
16. May 2022
- 16. May 2022 18:45
Týskir granskarar: Talið av koppsetingarskaðum kann vera 40 ferðir hægri enn fyrr hildið
Talið av álvarsomum hjáárinum eftir koppseting móti Sars-CoV-2 er 40 ferðir hægri enn áður skrásett á Paul Ehrlich Instituttinum, sum er almenni týski sjúkufyribyrgingarstovnurin. Hetta sæst í eini langtíðarrannsókn, sum fremsta sjúkrahús í Europa, Berlin Charité, hevur staðið fyri. Hetta skrivar týski tíðindamiðilin mdr.de.
- 16. May 2022 18:45
-
23. June 2022
- 23. June 2022 13:33
Koppingarevnið sendir teg meira sannlíkt á sjúkrahús, enn at halda teg frá tí, vísir nýggj greining hjá BMJ-ritstjóra og øðrum
Ein nýggj grein eftir ritstjóran í BMJ (British Medical Journal) Dr. Peter Doshi og felagar, hevur greinað dátur frá fasu III klinisku royndunum hjá Pfizer og Moderna av kovid-koppingarevnum, og kemur til, at tað er meira sannlíkt at koppseting sendir teg á sjúkrahús við álvarsligum hjáárinum, heldur enn at halda teg frá sjúkrahúsinum við at verja teg móti kovid.
- 23. June 2022 13:33
-
29. November 2022
- 29. November 2022 06:32
Karl-Erik hevur verið sjúkur í 14 mánaðir síðani koronukoppsetingina
TV2 í Norra skrivar um ein familjupápa við tveimum børnum, sum ynskir at hann og onnur, ið møguliga hava fingið skaða av koppsetingini, fáa betri hjálp og kunning frá heilsumyndugleikunum.
- 29. November 2022 06:32
-
14. March 2022
- 14. March 2022 08:22
Gransking: Koppsetingin hevur negativan virknað fyri tey yngstu børnini
Stór kanning í statinum New York er eitt vónbrot í sambandi koppseting av børnum
- 14. March 2022 08:22
-
21. April 2022
- 21. April 2022 19:16
769 ítróttarfólk smollin um á leikvølli seinasta árið. Hvat sker?
Amerikanska tíðindatænastan One America News Network (OAN) sigur frá, at millum mars 2021 og mars 2022 eru fleiri enn 769 ítróttarfólk smollin um, meðan tey hava verið í onkrari kapping. Miðalaldurin á ítróttarfólkunum, sum fingu hjartasteðg, er 23 ár.
- 21. April 2022 19:16
-
04. May 2022
- 04. May 2022 11:15
Norðurlendsk gransking við 23 milliónum luttakarum váttar øktan vanda fyri myocarditis eftir koppseting
Ein kanning kunngjørd í JAMA Cardiology vísir øktan títtleika av hjartatrupulleikum eftir koppseting fyri kovid19, serliga millum ungar menn.
- 04. May 2022 11:15
-
22. November 2022
- 22. November 2022 23:38
NRK: Kommunulæknar skoyta ikki um eykaprik
Norska stjórnin hevur bjóðað øllum millum 18 og 64 ár at fáa eitt eykaprik av koronukoppseting. Men heilsumyndugleikarnir vilja ikki viðmæla øllum at taka av tilboðnum. Og fleiri av teimum, sum hava ábyrgdina, m.a. læknarnir, skoyta ikki sjálvir um at fáa prikið.
- 22. November 2022 23:38
-
01. February 2023
- 01. February 2023 06:12
Sí video: Enn ein gitin granskari og serfrøðingur mælir til at steðga mRNA-koppsetingunum í stundini
Viðurkendi professarin og serfrøðingurin í greining av heiligvágstrygd á MIT, Retsef Levi, legði mánadagin eitt video út á Twitter, har hann sigur m.a.: “Vit eiga at steðga koppsetingunum í stundini tí tær elva til slíkan skaða, sum vit ikki hava sæð fyrr, herundir deyða hjá ungum og børnum.” Sí video og umseting, umframt leinki til prógvini hjá honum.
- 01. February 2023 06:12
-
03. February 2023
- 03. February 2023 04:59
Nýtt gølu-video: Pfizer-stjórin segði seg eisini stúra fyri ávirkanini, koppingin kann hava á nøringarevnini hjá kvinnum
Granskingar- og menningarstjórin hjá Pfizer segði m.a.: “Okkurt óregluligt er við mánaðarligu ringrásunum” …”koppingin ávirkar okkurt hormonelt” ...“koppsetingin eigur ikki at ávirka tað".."Eg vóni ikki at vit uppdagað okkurt ordiliga keðiligt við tíðini". Les samandrátt og síggj video.
- 03. February 2023 04:59
-
17. February 2023
- 17. February 2023 07:20
Doyði av heilaskaða frá kovid19-koppseting
Javnlíkametta læknaliga tíðarritið “Vaccines” hevur eina vísindaliga gjøgnumgongd av einum máli, har ein maður doyði av heilaskaða sum hjáárin av kovid19-koppseting, staðfest við líkskoðan. Hendingargongdin og lýsingin váttar av nýggjum tað, sum onnur hava víst á og staðfest vísindaliga áður, at koppsetingin kann elva til bruna í heilanum og bruna í hjartanum við álvarsomum og stundum fatalum fylgjum.
- 17. February 2023 07:20
-
24. March 2022
- 24. March 2022 12:27
Norskur dokumentarfilmur: Frásagnir eftir koppseting
Sí stutta norska dokumentarfilmin við nøkrum av teimum, sum hava fingið skaða av mRNA-koppseting
- 24. March 2022 12:27
-
13. June 2022
- 13. June 2022 15:22
Ein eftirmeting og uppgerð er neyðug
"Tú kundi ikki taka lut í samfelagnum á jøvnum føti við onnur, um tú ikki makkaði rætt, og tókst hetta produktið, sum also var reklamerað meira upp, enn nakað annað í føroyskari søgu, bygt á eitt grundarlag, sum seinni hevur vist seg at vera falskt ella ivasamt sølutilfar."Jón Tyril eftirlýsir einari breiðari fólksligari uppgerð við og eftirmeting av koronutíðarskeiðinum og teimum átøkum, sum vóru sett í verk áðrenn næsta alda av panikki skolar yvir okkum.
- 13. June 2022 15:22
-
20. June 2022
- 20. June 2022 21:46
Skelkandi tunt grundarlag undir viðmælinum av koppseting til smábørn
15. juni í ár samtykti amerikanska FDA at viðmæla mRNA koppseting móti kovid til børn frá 6 mánaðar aldri. Læknavísindaligi felagskapurin HART Group hevur hugt at próvtilfarinum, og tað sær satt at siga ikki serliga sannførandi út. Les ella hygg víðari her
- 20. June 2022 21:46
-
27. June 2022
- 27. June 2022 14:41
Brostrøm: Tað var eitt mistak at koppseta børnini
Brostrøm viðgongur, at tað var eitt mistak, at mæla øllum foreldrum til at lata børnini koppseta. Tummas í Garði sigur, at føroysku myndugleikarnir ongantíð mæltu til at koppseta smærru børnini, men at tað var eitt tilboð.
- 27. June 2022 14:41
-
19. August 2022
- 19. August 2022 06:23
Teilendsk kanning: Næstan 30% av ungum fáa ávirkan á hjartað eftir koppseting við Pfizer mRNA
Ein kanning úr Teilandi millum ung 13 til 18 ára gomul, sum fingu seinna mRNA prikið hjá Pfizer ímóti kovid, vísir at 29,4 % av øllum luttakandi upplivdu onkra ávirkan á hjartað - alt frá hjartabankan, til hjartabruna til høgt blóðtrýst o.a.
- 19. August 2022 06:23
-
25. August 2022
- 25. August 2022 06:42
Fall: Anthony Fauci sigur seg úr starvi
Amerikanski "landslæknin" Anthony Fauci hevur sagt seg úr starvi. Her er eitt lítið eftirmæli.
- 25. August 2022 06:42
-
02. September 2022
- 02. September 2022 14:59
Væntaða lívsævin hjá amerikanarum, er lækkað við trimum árum hesi seinastu tvey árini
Amerikanarar hava seinastu tvey árini mist 3 ár av mettum livialdri
- 02. September 2022 14:59
-
14. October 2022
- 14. October 2022 16:08
Stjørnulækni í sjónvarpi heitti á øll at koppseta seg, sigur nú "steðga í stundini"
Kendi bretski hjartalæknin Dr. Aseem Malhotra, sum í bretskum morgunsjónvarpi heitti á øll, at gera sum hann, og lata seg koppseta móti kovid-19, heitir nú á myndugleikar í øllum londum um at støðga koppsetingini alt fyri eitt, inntil ráa dátutilfarið frá klinisku kanningunum hjá heiligvágsfyritøkunum er leysgivið almenninginum, og kannað eftir av óheftum granskarum. Hansara greining vísir m.a., at tað er størri møguleiki fyri at tú verður raktur av álvarsligum hjáárinum av koppingini, enn at tú verður innlagdur á sjúkrahús av sjúkuni.
- 14. October 2022 16:08
-
17. October 2022
- 17. October 2022 14:05
Danskur professari um koppseting av øllum omanfyri 50 ár: “Klikkað!”
Christine Stabell Benn, professari og koppsetingargranskari, sigur, at tað gevur onga meining at koppseta øll omanfyri 50 ár, sum longu hava verið sjúk, eins og gjørt verður í Danmark (og Føroyum).
- 17. October 2022 14:05
-
11. November 2022
- 11. November 2022 10:40
Meining: Hvussu leingi skal sirkusið halda á?
"Heilsumyndugleikarnir mugu vísa okkum á vísindaliga grundarlagið fyri hesum páhaldum, at koppsetingin styrkir immunverjuna. Tað er so sára lætt at sleingja páhald út uttan at hava próvtilfarið í lagi. Og tá eg sigi próvtilfar, hugsi eg ikki um tíðindaskriv frá vaksinuframleiðarunum sjálvum, sum páhaldini um 95% reduktión í smittu og at koppsetingin steðgaði víðari smittubylgjuni, vóru."Les hugleiðing frá redaktørinum her
- 11. November 2022 10:40
-
23. November 2022
- 23. November 2022 09:40
14 ára gamal drongur doyði 3 vikur eftir prik
Ein 14 ára gamal drongur í Írlandi doyði tríggjar vikur eftir koronukoppseting. Rættarlæknin sigur orsøk vera til ‘álvarsama stúran.’ Hetta skriva bretskir og írskir miðlar í gjár, 22. november.
- 23. November 2022 09:40