Uttanlands

Koppingarevnið sendir teg meira sannlíkt á sjúkrahús, enn at halda teg frá tí, vísir nýggj greining hjá BMJ-ritstjóra og øðrum

Ein nýggj grein eftir ritstjóran í BMJ (British Medical Journal) Dr. Peter Doshi og felagar, hevur greinað dátur frá fasu III klinisku royndunum hjá Pfizer og Moderna av kovid-koppingarevnum, og kemur til, at tað er meira sannlíkt at koppseting sendir teg á sjúkrahús við álvarsligum hjáárinum, heldur enn at halda teg frá sjúkrahúsinum við at verja teg móti kovid.

2022-06-23 13:33 Author image
Jón Tyril

Greinin, sum er eitt pre-print, tvs at hon ikki er javnlíkamett enn, setur sjóneykuna á álvarslig hjáárin sambært einum prioriteraðum lista við “møguligum óhepnum hjáárinum í sambandi við kovid19-koppsetingar”, sum WHO tók til sín og viðmælti. Høvundarnir kannaðu síðani dátur frá “randomiseraðu fasu III kanningunum av mRNA kovid19 koppingarevnum”.

Álvarslig hjáárin vóru sambært royndargerðabókunum skilmarkað sum eitt óheppið hjáárin, sum kann elva til onkra av hesum støðum:

  • deyða;
  • lívshóttandi tá tað hendi;
  • sjúkrahúsinnlegging ella leinging av verandi sjúkrainnlegging;
  • áhaldandi ella munandi avlamni ella skerdur førleiki;
  • eitt viðføtt frávik/brek;
  • medisinskt týðandi hending, bygt á læknaliga meting.

Dr. Doshi og felagir komu fram til at kovidkoppsetingarnar hjá Pfizer og Moderna kundu setast í samband við øktan vanda fyri álvarsligum hjáárinum í einum lutfalli á 10,1 hending fyri hvørji 10.000 koppsettu við Pfizer; og 15,1 fyri hvørji 10.000 koppsettu við Moderna (95% CI ávikavist -0,4 til 20,6 og -3,6 til 33,8). Samanlagt vóru mRNA koppsetingarnar settar í samband við øktan vanda fyri tilburð av álvarsligum hjáárinum á 12,5 tilburðir fyri hvørji 10.000 koppsett (95% CI 2,1 til 22,9).

Høvundarnir skriva, at hetta støðið av øktum vanda eftir koppseting, er hægri enn lækkingin av vanda fyri at vera innlagdur av kovid19 í fasu 3 royndunum bæði hjá Pfizer og Moderna, sum vóru ávikavist 2,3 pr 10.000 luttakarar fyri Pfizer og 6,4 pr 10.000 luttakarar fyri Moderna. Hetta merkir við hesum mátinum, at Pfizer koppingin elvir til netto øking av álvarsligum hendingum við 7,8 pr 10.000 koppsett og Moderna koppsetingin við 8,7 fyri hvørji 10.000 koppsett.

Høvundarnir skriva viðv. muninum millum tað sum teir eru komnir fram til, og úrslitini hjá FDA (amerikanska matvøru og heiligvágsstýrið) tá ið koppingarevnini vóru góðkend til nýtslu, at greiningin av álvarsligum hjáárinum hjá FDA “innihelt túsundtals aðrar luttakarar við sera lítlari uppfylging, og har tann stórsti parturin bara fekk eitt prik”. FDA taldi eisini “fólk, sum vóru ávirkað” heldur enn einstakar hendingar, hóast har vóru tvífalt so mong í koppsetingarbólkinum, sum upplivdu fleiri álvarsligar hendingar, enn har vóru í plasebo bólkinum.

Høvundarnir undrast á hvar kanningarnar hjá amerikansku myndugleikunum eru. Teir vísa á, at FDA í juli í 2021 segði seg hava staðfest fýra møgulig hjáárin við serligum áhuga eftir koppseting við Pfizer – blóðtøppar í lungunum (pulmonary embolism), brádligur hjartasteðgur (acute myocardial infarction), óvanliga lágt blóðplátutal (immune thrombocytopenia) og útbreiddir smærri blóðtøppar (disseminated intravascular coagulation) – (fyrigev og læknaligu heitini á føroyuskum ikki eru heilt røtt - red.) og at stovnurin fór at kanna hetta nærri. Higartil er eingin dagføring komin frá FDA hesum viðvíkjandi.

Høvundarnir vísa eisini á at CDC (centers for disease control and prevention) góvu eina leiðbeining um mannagongdir út í 2021, sum skuldi nýtast í samband við váðasignal í VAERS databasuni, sum er almenna skráin har hjáárin eftir koppseting vera skrásett, men sum einki hevur verið at hoyrt um síðani.

Høvundarnir vísa eisini á at teirra úrslit eru sameinilig við eina aðra pre-print greining av klinisku koppsetingarroyndunum, sum vit hava skrivað um á hesum stað fyrr, eftir (Christine Stabell) Benn og felagar, sum ikki kundi vísa á prógv um at mRNA koppsetingarnar minkaðu um deyðstíttleikan í klinisku royndunum. Har vóru 31 deyðføll millum tey koppsettu og 30 í plasebobólkinum. Vit skrivaðu m.a. tá: “Stabell-Benn og hennara starvsfelagar sóu ongi sannførandi prógv í kanningardátunum um at mRNA koppsetingarnar Pfizer og Moderna minkaðu um deyða-av-øllum-orsøkum. Tølini av andlátum vegna aðrar orsøkir, herundir vegna hjarta- og æðrasjúkur, sær út til at vaksa í hesum bólkinum, og lækkar tískil samlaða gagnið, sum mátti verið vegna verju móti kovid.”

Granskararnir gera vart við, at teirra gransking er avmarkað, tí at ráu dáturnar frá klininisku royndunum ikki eru almment tøkar. Teir leggja dent á at “havandi í huga heimsumfevnandi heilsuligu avleiðingarnar, so er tað átrokandi at fáa allar dáturnar frá klinisku royndunum almennar, serliga viðvíkjandi álvarsomum hjáárinum, uttan framhaldandi seinkingar ella drál”.

Niðurstøðan hjá teimum er, at tað er tørvur á formellum skaða-gagn greiningum fyri kovidkoppsetingar, tá havt verður í huga hvussu ymiskur vandin fyri álvarsligari kovidsjúku og fyri hjáárinum er fyri ymiskar bólkar. Tað rætta er, at hetta verður bygt á dátur frá einstaka luttakaranum, hóast slíkar dátur eru sera truplar at fáa hendur á, sum er.

Granskingin kann lesast her: Serious Adverse Events of Special Interest Following mRNA Vaccination in Randomized Trials

**

Greinin omanfyri er í stórstan mun bygd á grein hjá Will Jones á Daily Sceptic undir heitinum “Covid Vaccines More Likely to Put You in Hospital Than Keep You Out, BMJ Editor’s Analysis of Pfizer and Moderna Trial Data Finds”

Les eisini: Gransking av mRNA koppetingum og deyðstíttleika vísir “vanda signal”

______

Hjálp okkum at halda arbeiðinum her á síðuni koyrandi. Flyt eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald