Óhefti bretski stovnurin, The Centre for Social Justice, hevur júst latið úr hondum frágreiðingina “Two Nations: The State of Poverty in Britain”, ella týtt leystliga til føroyskt: "Tvær tjóðir: Fátækrastøðan í Bretlandi", sum leggur fram í opinberum tølum, tann samfelagsliga skaða, sum kann tilskrivast niðurlæsingunum. Gloppið millum tey, sum klára seg, og tey, sum noyddust at strevast, var víðkaðist spakuliga yvir langa tíð, men sambært CSJ vóru áhaldandi niðurlæsingarnar undir farsóttini "dynamittið, sum sprongdi tað upp á vítt gap".
Frágreiðingin vísir m.a. at undir niðurlæsingunum "vuksu uppkallini til eina hjálparlinju fyri tey, sum eru fyri ágangi heima, við 700%; vánalig sálarheilsa millum ungfólk fór frá at raka ein av hvørjum 9 til ein av hvørjum seks, og næstan fjórða hvønn, millum tey yngstu; ógvuslig skúlafrávera (t.e. meira enn 50% frávera yvir longri tíðarskeið) hækkaði 134%; 1,2 milliónir fólk endaðu á sosialum veitingum.” Harafturat "leitaðu 86% fleiri sær hjálp fyri bundinskap, fangar vóru innilæstir í meira enn 22 tímar um samdøgrið, og triðja hvønn minutt var eitt húsarhald, sum gjørdist heimleyst."
Leiðarin fyri CSJ, Andy Cook, prátaði við Freddie Sayers frá UnHerd um úrslitini í kanningini í sera tankavekjandi videonum ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald