Innanlands

Hetjur, brotsmenn og vanligir journalistar - viðmerking

Hvat skuldu vit gjørt, høvdu vit ikki KVF og álitisvekjandi serfrøðingar at fortelja okkum, "hvør er hetja" og hvør er "tað øvugta". Tað er jú høvuðsendamálið við ”veruligum journalistikki”: at uppala fjøldina til at elska tey røttu, ræðast tey røttu og hata tey røttu - ella hvussu var tað nú tað var?" - spyr Tóta Árnadóttir m.a. í hesi viðmerkingini.

2024-06-29 02:05 Author image
Tóta Árnadóttir

9 og ein hálvan minutt brúkti verturin í Degi og viku 25. juni til at greina tíðindini um, at Julian Assange loksins er sloppin úr Belmarsh fongslinum í London. Mest átrokandi spurningur hjá vertinum til innkallaða miðlaserfrøðingin (sum eisini er formaður í Kringvarpsstýrinum) var: ”Julian Assange – var hann ein hetja, ella var hann tað øvugta?” 

Ja, hvat skuldu vit gjørt, høvdu vit ikki KVF og álitisvekjandi serfrøðingar at fortelja okkum, hvør er ”hetja” og hvør er ”tað øvugta”. Tað er jú høvuðsendamálið við ”veruligum journalistikki”: at uppala fjøldina til at elska tey røttu, ræðast tey røttu og hata tey røttu - ella hvussu var tað nú tað var? 

Í fortørnaða skrivinum, sum Felagið Føroysk Miðlafólk herfyri sendi út í sambandi við, at ein ósmæðin bilmekanikari úr Vágunum var sloppin framat public service mikrofonini uttan hóskandi ávaringar og fyrivarni, var høvuðsboðskapurin hjá fakfólkunum, at ”Journalistisku prinsippini eru grundarsteinur undir arbeiðnum hjá miðlafólki. Orðingarnar í nýggja public service sáttmálanum eru tí sjálvsagdar millum miðlafólk.” So sjálvsagdar, sum orðingarnar skulu eitast fyri at vera, so lekur tað í ólukkumát millum teori og praksis, tá mest umráðandi málið innan miðlaheimin hesi seinastu 20 árini verður viðgjørt so yvirflatiskt, ja beinleiðis sjuskut, sum tað varð gjørt í Degi og viku hetta týskvøldið.

”Kringvarpið arbeiðir eftir kritisku journalistisku meginregluni” verður sagt í skrivinum frá miðlafólkunum (sum m.a. verturin í Degi og viku hevur undirskrivað sum næstformaður í felagnum). Men hvar er ”kritiska journalistiska meginreglan” virkin í verki, um spurningurin um, hví Julian Assange hevur fingið ta viðferð, hann hevur fingið, ikki er meira viðkomandi at viðgera í fremsta almenna miðili okkara, heldur enn spurningurin um Assange er ”ein hetja ella tað øvugta”? Hvat vil tað yvirhøvur siga, at vera tað “øvugta av einari hetju”?

Rógvi Ólavson (sum eg síggi undirvísir í ”Miðlar og politiskt samskifti” á Setrinum) heldur ikki, at spurningurin hjá Georg L. Petersen er býttur, óhóskandi ella óviðkomandi, nei hetta er ”ein góður spurningur” heldur hann, og greiðir hugagóður frá, at Julian Assange er hetja fyri ”tey, sum trúgva uppá hetta radikala gjøgnumskygnið, sum hann hevur umboðað seinastu 14 árini, men at hann eisini reint objektivt er ”kriminellur”  - ja, tí hann hevur jú júst játtað seg sekan í at vera kriminellur sambært amerikanskari lóg, so hann er bæði tvey - hann er ein hetja, og hann er eisini kriminellur”.  Hyggjarar hjá KVF hetta kvøldið fáa sostatt stillisliga greiðu á, at ”tað øvugta av at vera ein hetja” heilt einfalt er, at mann brýtur amerikanska lóggávu, men kom ikki her og sig, at nøkur fjald dagsskrá er í tíðindunum; tað hevur Kringvarpið jú bundið seg til ikki at borðreiða við: ”tíðindaflutningurin skal vera óheftur og veita fólkinum neyvar og álítandi upplýsingar um týdningarmikil samfelagslig viðurskifti,” sum felagið føroysk miðlafólk brasið staðfestir í áðurnevnda uppalandi og rættleiðandi skrivi. 

Men verturin í Degi og viku er kortini ivasamur, um hetta við at góðtaka, at Assange kanska er eitt lítið sindur av einari hetju við hasari løgnu tráanini eftir opinleika –  tað verður spurt, rættiliga retoriskt og leiðandi, um tað ikki ”er ein tryggleiki” við eftirliti og avmarkingum? Skulu allar upplýsingar bara leggjast fram? Ella skal ymiskt haldast aftur? Ella skal eitt filtur vera á? Ella hvussu? Serfrøðingurin svarar, at tað er nettup tað ”stóra breiða principiella kjakið, sum søgan um hendan persónin elvir til,” og hann endurgevur Assange fyri at siga, at ”radikalt gjøgnumskygni” er ein máti at fáa sannleikan fram, ein máti at menna demokrati og so framvegis…. 

Hyggjarin fær næstan ta fatan, at Assange hevur onkra ógrundaða, løgna, nærmast eitt sindur kultiska trúgv upp á gjøgnumskygni, sum nakað, ið er viðkomandi fyri ”sannleikan,” og at ”sannleikin” er viðkomandi í mun til fólkaræðið – tað verður borið fram sum um hetta er eitt sindur eksotiskt og egentliga eitt sindur roksut? Tað verður, ið hvussu er, ikki tíð til at fara djúpri inn í akkurát hvat, Assange hevur sagt nær, og hvat hann kanska meinti við, og ikki minst: hvussu serfrøðingurin hugsar sær, at fólkaræðið skal kunna virka, uttan dent á sannleika og gjøgnumskygni, nei, hann skundar sær at siga, at ein ”rættiliga legitimur” kritikkur av hesum er, at um tú ikki hevur fyrilit fyri tjóðartrygd, vinnuligum áhugamálum ella uttanríkispolitiskum áhugamálum, privatlívi hjá menniskjum o.s.fr., so gert tú kanska í mongum førum ”størri skaða enn gagn” á tí fólkaræðisliga atlitinum. Tað er tað, sum ger hetta til eitt ”ekstremt komplekst kjak”, men Rógvi Ólavson veit at siga, at Assange hevur svarað aftur, at tann fullkomni opinleikin vigar tyngri enn teir vágarnir og teir skaðarnir, sum kunnu koma av, at tú leggur alt fram. Hetta eru ”tveir ekstremar” ella nei bíða, bara ein “ekstremur” - Assange - hann er meira úti á einum “ekstremi”, meðan øll onnur, altso allir vanligir journalistar, sum vit kenna, vildu sagt altso ”for lidt og for meget” - og virt avmarkingar, serliga, tá tað kemur til uttanríkispolitisk áhugamál o.s.fr.

Tað verður trivið í eitt tað kendasta málið hjá Assange; at Wikileaks í 2010 frígav 250.000 telegram við loyniligum innihaldi uttan at sálda tilfarið í nóg stóran mun. Rógvi Ólavson upplýsir kortini ikki, at Wikileaks frammanundan í áravís hevði frígivið, gjøgnumgingið og eftirkannað tilfar sakliga og fakliga, og fram til hendan dag ongantíð hevur verið noytt at afturkallað upplýsingar, tí teir hava verið ósannir. Hann upplýsir heldur ikki, at orsøkin til at hasi skjølini fóru ósáldað út, var, at tveir ”ordiligir journalistar” hjá The Guardian valdu at geva almenninginum atgongd til óviðgjørdar fílur, sum teir sjálvir høvdu fingið í trúnaði, nettup til tess at kanna og viðgera tilfarið, áðrenn tað fór út. Smáluturin, at Wikileaks og Assange alt fyri eitt settu seg í samband við amerikanskar myndugleikar fyri at ávara teir um, at upplýsingar, sum kundu skaða einstaklingar, komu út, er eisini óviðkomandi at fáa fram í Degi og viku opinbart. Tað er einfaldari at rulla við søguni um fyrilitaleysa sannleikstrá hjá ekstremum aktivistiskum journalistum.

Serfrøðingurin greiðir víðari frá, at hóast tað vóru ”bæði negativar og positivar avleiðingar” av tí, sum Wikileaks frígav, so ”blivu fólk líkasum avdúkað, og lokalir irakar mistu lívið hjá sær”. Eg veit ikki hvørjar serligar keldur, Rógvi Ólavson kann hava atgongd til, men eg havi so ikki sæð nakra skjalfesting av, at nakar læt lív av hasum lekanum, hóast tað ofta hevur verið ført fram sum ein hypotetiskur møguleiki, og tað hevur verið dúgliga spurt eftir dømum. 

Millum ”positivu avleiðingarnar av virkseminum hjá Assange” verða heldur ikki nevndar avdúkingarnar hjá Wikileaks av harðligu og ólogligu framferðini hjá amerikanska herinum, krígsbrotsverk og dráp á civilfólk og journalistar 12. juli 2007 í Baghdad, til dømis. Hesi brotsverkini eru ikki líka áhugaverd, sum tað sum Assange “hevur játtað seg sekan í”.

Tá tað verður lagdur slíkur dentur á at ”Assange hevur játtað seg sekan í lógarbroti,” kundi tað eisini verið viðkomandi at tikið fram í Degi og viku, at Nils Melzer, mannarættinda-serfrøðingur hjá ST við serligari ábyrgd fyri at fylgja við, um píning fer fram, í 2022 staðfesti, at Assange hevur verið fyri politiskt motiveraðari forfylging og píning í Bretlandi. Tað at ”Assange hevur játtað seg sekan í at hava brotið amerikanska lóggávu” kundi møguliga verið sætt í ljósinum av hesari sannroynd, ella tað kundi kanska verið viðkomandi at fingið við, at sakførarar hjá Assange hava talað ímóti útflýggjan til USA, m.a. við støði í at maðurin er niðurbrotin kroppsliga og sálarliga, er mettur at vera í sjálvmorðsvanda og ikki hevur sagt ein samanhangandi setning alment, seinastu seks árini. 

Ein annar viðkomandi spurningur, sum ikki var uppi og vendi hetta kvøldið, er, hvussu tað ber til at amerikansk lóggáva er galdandi uttanfyri USA og fyri fólk, sum ikki eru amerikanskir borgarar, og ikki minst: hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri aðrar journalistar, sum hereftir ditta sær at koma upp á tvørs hjá USA? Einki av hesum er á borðinum hjá Degi og viku.

Nei, verturin vendir aftur til tann fyrsta ”góða spurningin”:  Er Assange ein kriminellur, ella er hann ein hetja? Hvat er niðurstøðan hjá tær?

Serfrøðingurin veit ikki ordiliga. Hann endurtekur, at hóast Assange er kriminellur í eygunum hjá USA, so er hann ein hetja hjá ”ávísum pørtum av serliga aktivistiskum journalistikki, sum halda, at upplýsingar skulu vera púra frítt atkomuligir. 

Men HVÍ halda summi, at opinleiki er so umráðandi? Hví er tað ikki meira viðkomandi at spyrja um, HVÍ so mong um allan heim hava dyrkað Assange sum eina hetju hesi seinastu mongu árini og barst fyri, at hann ikki skuldi vera gloymdur, samstundis sum meginparturin av ”vanligu journalistunum” tagdu ella vendu honum bakið? Tað vil eg royna at svara uppá:

Assange er ein hetja fyri tey, sum sakna atfinning móti krígsøsingini, sum hevur valdað í vesturheiminum seinastu áratíggini. Hann er ein hetja fyri tey, sum hava lagt lív til at ganga undir ”rættvísum bumburegni” og sæð vanlig fólk verða skotin av amerikanskum dronum, uttan at tað nakrantíð fekk nakra avleiðing fyri nakran, og fyri øll tey, sum eru deyðatroytt av at fíggja endaleysu kríggini hjá USA og teirra ”sameindu” - sum meira eru at rokna sum tegnar við dintilinum hægst. Assange er ein hetja fyri tey, sum ynskja sær ein veruliga kritiskan journalistikk og virða týdningin av veruligum journalistikki. Ja, virksemið hjá Wikileaks er ”aktivistiskt” – men byggir samstundis á ta hugsjón, at tað finst als eingin journalistikkur, sum ikki er aktivistiskur – spurningurin er bara, hvat fyri áhugamál tú roynir at fremja við tínum virksemi. 

Í einari sera sterkari røðu, sum Julian Assange helt í sambandi við tiltak hjá ”Stop the war coalition” í oktober 2011, sigur hann millum annað, at heimurin í dag ikki hongur saman í samfeløgum sum fyrr, men at vit verða stýrd av einari alheims máttmiklari elitu, sum er í ferð við at karva heimin sundur. Heldur enn bara at mótmæla eiga vit at taka valdið aftur; skapa egin netverk, sum byggja á felags virði. Soleiðis ber til at bjóða verandi valdi av, sum í stóran mun er í hondunum á krígsgreðingum, sum røkja egin fíggjarlig áhugamál fram um nakað annað atlit. Assange leggur vápnaídnaðin undir at brúka endaleys kríggj í Afganistan, Irak, Somalia, Yemen og Pakistan sum ”hvítvaskingarmaskinur,” har skattgjaldarans pengar verða ”vaskaðir í blóði hjá vanligum fólki”. Hann greiðir víðari frá avdúkingunum av eirindaleysu krígsførsluni, sum Wikileaks hevur fingið fram í ljósið - eitt nú at 130.000 civilfólk vórðu dripin í stríðnum í Irak – eitt tal sum varð hildið loyniligt av amerikanskum myndugleikum, sum søgdu seg ikki skráseta tal á dripnum civilum. 

Assange sigur síðani frá sínari fatan av, hvat ið elvir til kríggj, og hvussu tú kanst forða fyri kríggi:

Í fólkaræðum - ella pseudofólkaræðum, sum vit eru í ferð við at mennast til - er kríggj ein avleiðing av lygn. Vietnamkríggið og tráanin eftir at fáa USA upp í tað stríðið komst av ”hendingini í Tonkin golfinum,” sum var ein lygn. Tað er væl kent, at Irakkríggið er úrslit av lygn. Kríggj í Somalia eru elvd av lygnum. 2. heimsbardagi og onnur innrásin í Pólland var úrslit av gjølla úthugsaðum lygnum. Hatta er tað, sum eitur ”krígsførsla við fjølmiðlum”. Latið okkum spyrja okkum sjálvi um, hvørjir miðlar eru samsekir í at elva til kríggj - talan er um meginpartin av meginstreymsmiðlunum.

Assange biður síðani áhoyraran umhugsa, hvat tal av deyðum, hvør journalistur, ið er við til at øsa og elva til kríggj, hevur á sínari samvitsku - hvat er teirra ”body count,” spyr Assange provokerandi og leggur aftrat at:

Tá vit skilja, at kríggj er ein avleiðing av miðvísu lygnununum, sum verða borðreiddar fyri almenninginum - uttan spurningar, mugu vit umhugsa: hvørjir eru krígsbrotsmenninir í dag? Tað eru ikki bara leiðarar, ikki bara hermenn, tað eru eisini journalistar.

Assange endar sína røðu við at siga, at hóast tað kann tykjast vónleyst at fóta sær í einum heimi, har veruleikin í stóran mun verður myndaður og borðreiddur eftir tykki hjá teimum, sum ráða - nettup við hjálp av teimum fakfólkum, sum áttu at havt eftirlit við teimum - so eigur tað eisini at kunna elva til nakað av vón og bjartskygni, tí

um kríggj kann birtast av lygn, so kann friður birtast av sannleika”.

Sjálvsagt er tað provokerandi at kalla aðrar journalistar fyri krígsbrotsmenn, men argumentið hongur saman og er viðkomandi, tá ein høvuðsákæra móti Assange snýr seg um, at hann skal hava “sett mannalív í vanda”. 

Tað er eingin ivi um, at Assange hevur verið ein torn í eyganum hjá valdshavarum - tað er skjalfest, at USA umhugsaði at fáa hann avrættaðan inni á ekvadoriskusendistovuni og avlurtaði hann ólógliga, meðan hann var har. Tað er heldur eingin ivi um, at viðferðin, hann hevur fingið av bæði svensku og bretsku rættarskipanini, hevur verið politiskt treytað. Spurningurin um hann “er ein hetja ella tað øvugta” er ófatiliga óviðkomandi í mun til spurningin um, hví tað var neyðugt at byrgja Assange inni í nærum 13 ár. Var tað hevnd afturfyri at avdúka óbehagiligar sannleikar um heimsins valdmiklastu tjóð? Og hvørja ávirkan fær tað á altjóða miðlaheimin, at forfylgingin kundi gerast órevsað og enntá við hesi seinastu juridisku semjuni í sambandi við, at hann endiliga slapp út í frælsið aftur, fekk eitt lekkurt lag av “lógligheit” yvir seg, alt samstundis sum EINGI av teimum herfólkunum ella yvirmonnunum, sum vórðu avdúkaði fyri at myrða civilfólk í Irak til stuttleikar, nakrantíð eru vorðin rættarsøkt ella revsaði?  

Rógvi Ólavson sigur í Degi og viku, at málið um Julian Assange hevur kanska havt við sær, at vit kjakast meira regluliga, enn vit annars høvdu gjørt, um týdningin av opinleika og hvar mørkini ganga. Men sannleikin er, at tað er als ikki tað, vit kjakast um, heldur ikki í Degi og viku, tá málið er til viðgerðar. Vit vilja heldur hava at vita, “hvør er tann góði, og hvør er tann óndi,” og vænta, at onkur klókur kemur at fortelja okkum tað, svart uppá hvítt og helst nóg einfalt til at fara í kríggj upp á - við “rætta partinum” sjálvandi. Tað er ein sorgarleikur, einki minni, at gera hetta málið til ein spurning um persónligar eginleikar ella hetjudygdina hjá Julian Assange. Hann hevur goldið høgan persónligan prís, og bert tíðin fer at vísa, um hann yvirhøvur fótar sær aftur, men hægsta prísin gjalda framtíðar miðlafólk, sum vónandi fara at tora at taka vágan fyri at kunna blíva dømd fyri at gera tað, sum eg vil kalla veruligan journalistik í einari tíð, har flestu “vanligu journalistar” tykjast at stórtrívast í vandaleysa leiklutinum sum spelknir kúrekar fyri krígsgreiðingar. Vit síggja tað dagliga, eisini her heima.

Nils Melzer: The Trial of Julian Assange: A Story of Persecution (2022)

Kidnapping, assassination and a London shoot-out: Inside the CIA's secret war plans against WikiLeaks (yahoo.com)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald