Innanlands

Her er KVÖKING nr 15

Jón og Arni vassa aftur út á djúpt vatn, har ilt er at grynna, men hesaferð eru teir ikki eins samdir, hvønn veg, svimjast skal, sum teir onkuntíð hava verið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-17 19:36 Author image
Jón Tyril

Summi hava eftirlýst meira ósemju í poddvarpinum. Well, Jón Tyril og Arni Zachariassen vassa aftur út á djúpt vatn, har ilt er at grynna, men hesaferð eru teir ikki eins samdir, hvønn veg, svimjast skal, sum teir onkuntíð hava verið. Er tað t.d. í lagi at samfeløg nýta harðskap? Hvar koma mannarættindi frá? Er okkara sivilisatión treytaleyst góð? Hvørjum skyldar tú trúskap, kongi ella næstanum? Hvat er ein tjóð? Fremur Ísraelska stjórnin fólkadráp í Gaza, og mangt annað kemur upp at venda í hesum partinum av KVÖKING. Lat okkum endiliga frætta í viðmerkingunum, hvat tit halda um hesi tingini, vit práta um, ella um poddvarpið hjá okkum sum heild. Vit taka fegnir móti afturmeldingum, hugskotum, rísi og rósi. Til vit aftur sita á kjørbreyt og hvøtja.

Hygg á Youtube ovast og tekna endiliga hald (subscriba). Ella finn okkum á Spotify ella Apple Podcasts.
Til ber eisini at hyggja á Rumble:

Ella fylg okkum og hygg á Facebook niðanfyri her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald