Uttanlands

"Einki passar, sum vit hoyra" - brot úr samrøðu millum Tucker Carlson og Douglas McGregor - við fø teksti

Tucker Carlson hevði eina samrøðu við fyrrv. oberstin í amerikanska herinum, Douglas McGregor, har teir prátaðu um kríggið í Ukraina, og alt tað sum fjølmiðlarnir vestanfyri ikki siga okkum, ella beinleiðis lúgva, viðv. krígnum í Ukraina. Vit hava týtt og tekstað 4 brot úr samrøðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-23 21:44 Author image
Jón Tyril

Douglas Macgregor, PhD og fyrrv. oberstur, er ein heiðurskrýndur krígsveteranur, hevur skrivað 5 bøkur, og er ráðgevi í verju- og uttanríkismálum. Hann gjørdist yvirmaður í herinum í 1976 eftir eitt ár við VMI og 4 ár á West Point. Í 2004 gavst Mcregor í herinum við tign sum oberstur. Í 2020 valdi forsetin hann at vera senior ráðgeva hjá verjumálaráðharranum, sum hann var til Trump forseti fór frá. Hann hevur ein MA í "komparativum politikki" og ein PhD í "altjóða viðurskiftum / international relations" frá University of Virginia.

Macgregor er kendur fyri at leiða stríðið "Battle of 73 Easting", sum var størsti stríðsvognabardagi hjá amerikanska herinum síðani annan heimsbardaga, og fyri sínar bøkur um hernaðarliga umskapan Breaking the Phalanx (Praeger, 1997) og Transformation under Fire (Praeger, 2003). Tilmælini hjá Macgregor um broytingar í her-sniði (Force Design) og “integrated all arms-all effects” hava havt stóra ávirkan á hernaðarliga menning í Ísrael, Russlandi og Kina.
Meira um McGregor her:
Hjálp okkum at vaksa um lesara- og lurtara-skaran. Deilið vítt og breitt og fylg okkum fyri meira tilfar av hesum slag.

Øll samrøðan kann hoyrast á X / Twitter her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald