Innanlands

Samrøða við dr. Jan Øberg, friðargranskara og semingsmann

Jón Tyril prátar við Jan Øberg, dr. í sosiologi og professara í friðargransking, friðarmeklara og listamann. Teir práta um, hvørt tað at reka russisk fiskiskip burtur, og bjóða NATO herskipum inn á føroysku firðirnar, ger okkum tryggari, um hvussu støðan í Ukraina er íkomin, hvat kundi verið gjørt øðrvísi, og um ógvusligastu kansel-mentan sum Jan nakrantíð hevur upplivað á ævi síni.https://transnational.live

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-26 20:10 Author image
Jón Tyril

 Fylg við arbeiðinum hjá Jan Øberg á hansara heimasíðum
https://janoberg.taplink.ws/

Og á Transnational her: https://transnational.live


Síggj eisini okkara samrøðu við norska professaran, Glenn Diesen, um fleiri av somu viðurskiftum - m.a. upprunan til kríggið í Ukraina, samstarvið við og tiltøkini ímóti Russlandi og hvussu vit kunnu fyrihalda okkum til hesi viðurskifti. Og samrøðan við Eivind Jacobsen um fleiri av somu evnunum. Sí niðanfyri:

Her er samrøðan við professor Glenn Diesen í fullum líki

"Vit stongdu ikki ein einasta McDonalds, tá ið USA gjørdi innrás í Irak" - klipp úr samrøðu við Glenn Diesen, professara

"Høvdu tiltøkini og burturvísingarnar hjálpt nakað, so høvdu tey kanska verið verd at umhugsa" - klipp úr samrøðu við Glenn Diesen, professara

"Kanska eru tað USA og Europa, sum isolera seg. Men tit kjakast so í minsta lagi, hvør kósin skal vera!" - klipp úr samrøðu við Glenn Diesen, professara

"Saddam Hussain, Milosovic og Ghadaffi vóru eisini Hitler. Nú er tað so Putin, sum er Hitler" - klipp úr samrøðu við Glenn Diesen, professara

Síggj eisini samrøðu við Eivind Jacobsen frá mánadegnum 22.05, har tosað verður um fiskiveiðusamstarvið við Russland, hvønn týdning tað hevur osfr:

Samrøða við við Eivind Jacobsen frá 22.05.2023

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald