Innanlands

Ritstjórin skrivar: Vit standa nógv sterkari og tryggari við at halda okkum uttanveltað

"Lat okkum gera sivil samstørv og sáttmálar við øll, sum vilja samstarva við okkum. Og lat okkum halda okkum burturfrá øllum hernaðarligum samgongum og samansvørjingum. Tað fer at gagna okkum best í longdini viðv. trygd, búskpaparliga og moralskt," skrivar ritstjórin m.a. í viðmerking til spurningin um samstarvið við Russland

2023-10-22 03:29 Author image
Jón Tyril

Føroyar standa nógv sterkari við at halda seg neutralan og ikki siga sivila samstarvið við Russland upp, sum hevur verið formaliserað síðani 1977, men sum er nógv eldri enn tað.

Samstarvið hevur stóran búskaparligan týdning fyri okkum, og tað tænir absolut ongum (uttan okkara kappingarneytum), at vit sigatað upp og gera stóran skaða á okkara egna búskap.

Tað tænir so sanniliga ikki Ukraina, tí tá hava vit verri ráð at senda neyðhjálp og taka ímóti flóttum. Tað tænir ikki okkara samfelag. Tað tænir ikki heimssamfelagnum. Og tað styttir ikki um kríggið.

Tvørturímóti eru vit við at gera støðuna spentari, tá vit velja eina síðu og revsa eina síðu. Við at halda okkum uttanveltað í stríði millum aðrar tjóðir kunnu vit samtala og samráðast við allar partar og virka sum semingsfólk millum stríðandi tjóðir osfr, (eins og t.d. Sveits og Svøríki hava gjørt í eini 200 ár, men nú helst hava forpurrað.)

Stutt sagt: Vit kunnu gera nógv meira gagn í heiminum við at royna at fáa frið í lag ígjøgnum diplomatiskt arbeiði, heldur enn at reka cancel-culture-uttanríkispolitikk.

Og vit gera størri gagn í heiminum tá ið vit hjálpa til at tryggja heimsins matvørutrygd, heldur enn at gera umstøðurnar við matvøruframleiðslu verri og ótryggari á okkara leiðum.

Samanumtikið, Føroyar gera mest gagn við at halda seg til gamla sáttmálan um fiskiveiðusamstarv og til gomlu samtyktirnar, um at vera uttanveltaðar. Við at vera uttanveltað eru vit tryggari og kunnu bjóðað okkum fram at arbeiða fyri seming millum stríðandi lond og kunnu gera okkara til at tryggja heiminum matvørur, nú so nógv ridlar so manga staðni kring knøttin.

Russland er heimsins størsta land, fevnir um 12 tiðarsonur og fer ongan veg, hvat vit so siga upp av sáttmálum. Landið fer altíð at vera har, uttan mun til hvør situr í Kreml, ella hvønn tey stríðast við. Vit skulu ikki brenna allar brýr og blaka alt samstarv fyri borð, til skaða fyri okkum sjálv og okkara eftirkomarar, men traðka varisliga. Eingin fer væl av at vit fara illa.

Lat okkum gera sivil samstørv og sáttmálar við øll, sum vilja samstarva við okkum. Og lat okkum halda okkum burturfrá øllum hernaðarligum samgongum og samansvørjingum. Tað fer at gagna okkum best í longdini viðv. trygd, búskpaparliga og moralskt.

PS. Kendi amerikanski búskaparfrøðingurin og heimspolitiski viðmerkjarin, Jeffrey Sachs, sum er professari við Colombia University í New York og forseti fyri ST netverkið fyri burðardyggum menningarloysnum umframt serligur ráðgevi hjá ST-aðalskrivaranum, hevði hesa sera áhugaverdu framløgu herfyri, sum er tekstað til føroyskt.

Hann greiðir m.a. frá hvussu Kosta Rika er sloppið undan kríggi síðani 1947, og hvussu Eysturríki slapp undan Sovjettiska jarnhælinum við samtyktum, sum líkjast sera nógv teimum løgtingssamtyktum, sum Føroya Løgting við fleiri høvi hevur samtykt, um at halda Føroyar uttanveltaðar og fríar fyri hernaðarútgerð.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald