Innanlands

Árni Skaale spyr landsstýriskvinnuna í heilsumálum um broytingar í viðtøkunum hjá WHO

Árni Skaale (A) hevur sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá, munnligan fyrispurning, um ætlaðu broytingarnar í viðtøkunum og pandemisáttmálanum hjá WHO fara at fáa avleiðingar fyri føroyskt sjálvræði í heilsumálum

2024-01-25 15:48 Author image
Jón Tyril

Á heimasíðuni hjá løgtinginum sæst, at Árni Skaale í dag setur landstýriskvinnuni í heilsumálum soljóðandi munnligan fyrispurning:

"Evni:

Heimsheilsustovnurin hjá ST (WHO)

Spurningar:

1.Kennir landsstýriskvinnan til ætlaðu broytingarnar í regluverkinum hjá WHO

2.Hvussu væntar landsstýriskvinnan, at hetta kemur at ávirka føroyska ræðisrættin á økinum?

3.Hevur okkara status við atlimaskapi ávirkan á,um vit eru bundin av avgerðum hjá WHO ella ikki?

Viðmerkingar:

Ein arbeiðsbólkur hjá WHO hevur nú í meiraenn eitt ár arbeitt við at gera broytingar í grundleggjandi viðtøkunum fyri Heimsheilsustovnin.Samstundis hevur verið arbeitt við at gera nýggjar reglur í sambandi við heimsheilsukreppustøður.Millum annað hoyrist,at hugtakið “heimsheilsukreppa”verður nógv víðkað, soleiðis at tað umfatar meiraenn bara pandemiir.Ein av broytingunum, soleiðis sum undirritaðiskilirtað, er eisini,at WHO verður sett oman fyri nationala lóg,og at tað verður skyldahjá øllum limalondum at fylgja avgerðum hjá WHO.Fyri atvarpa ljós á hesar komandi broytingarnar verða hesir spurningarnir settir."

Fyrispurningurin kann síggjast her:

MS-099/2023 : Heimsheilsustovnurin hjá ST (WHO)

Vit hava áður umrøtt ætlaðu broytingarnar hjá WHO í greinum videosamrøðu, sum Birita Lamhauge Jóansdóttir hevði við bretska parlamentslimin Andrew Bridgen. Sí video niðast.


Brownstone Institute hevur hópin av góðum tilfari um ætlaðu broytingarnar, m.a. hesa greinina frá desember mánaða:

Why Does the WHO Make False Claims Regarding Proposals to Seize States’ Sovereignty?

og hesa frá apríl 2023:

Why Legislators Should Reject the WHO’s Proposals for Pandemics

og hesa gjølligu og umfatandi gjøgnumgongdina av ætlaðu broytingunum:

Amendments to WHO’s International Health Regulations: An Annotated Guide

Vit hava áður skrivað um ætlaðu broytingarnar:

Hinvegin: Hvat ger nýggi pandemi-sáttmálin hjá WHO?

Hinvegin: WHO er í ferð við at seta eina heimsumfevnandi skipan fyri koppsetingarpass í verk


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald