Tucker Carlson spurdi Robert F. Kennedy, bróðirson fyrrverandi forsetan John F. Kennedy og sonur fyrrverandi løgmálaráðharran, Robert F. Kennedy, hvussu tað ber til, at amerikanarar hava lívrannsóknarstovur í Ukraina. RFK Jr svarar m.a. at
"Anthony Fauci fekk alla ábyrgdina fyri menning av lívfrøðiligum vápnum. [...] Í 2014 skrivaðu 300 vísindafólk til Obama forseta, og bóðu hann steðga Anthony Fauci, tí hann fór at skapa onkra smáveru, sum fór at leka út og elva til eina heimsfarsótt. So Obama gav boð um at steðgað 18 teimum ringastu royndarverkætlanunum hjá Fauci. Men heldur enn at akta lógina, so flutti Fauci virksemið uttanlands. Og hetta virksemi endaði fyri tað mesta í Wuhan rannsóknarstovuni, sum er ein hernaðarlig rannsóknarstova, og nógv av tí fór til Ukraina."
Kennedy greiðir eisini frá, at hvørja ferð eitt lívfrøðivápn verður ment, so verður koppsetingin framleidd samstundis. Lívfrøðivápn kunnu ikki nýtast uttan at móteitrið eisini er tøkt, tí tá ið tú brúkar vápnið, so verður tín síða eisini smittað. Tí mást tú hava koppsett títt lið, áðrenn vápnið verður tikið í brúk.
Sambært Kennedy arbeiða 36.000 sokallað lívs-vísindafólk einans við tí endamáli at menna lívfrøðilig vápn og "gain of function" gransking, har t.d. ein virusur sum apur doyggja av, verður tillagaður, soleiðis at hann eisini kann drepa fólk. Síðani verður syrgt fyri, at heiligvágur og antibiotika ikki rína við. Hetta er sambært Kennedy tað øvuta av læknakynstri, sum í 2800 ár, síðani Hippokrates hevur roynt at finna grøðing og linna fyri sjúkur og at bjarga mannalívum. Hesir "læknar" arbeiða ístaðin við at gera sjúkur meira vandamiklar og deyðiligar.
Videobrotið omanfyri hevur føroyskan tekst.
Brotið er úr longri samrøðu við RFK Jr. á X (fyrrverandi Twitter) og kann síggjast í heilum líki her:
Ep. 16 RFK Jr. explains Ukraine, bio-labs, and who killed his uncle pic.twitter.com/RMr5VZVqSM
— Tucker Carlson (@TuckerCarlson) August 14, 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald