Ílegu-grundaðu innspræningarnar eru ikki tryggar fyri fólk, sigur sjúkdómafrøðingurin / patologurin Ryan Cole m.a. í øðrum parti av fimm, í røðini við styttri prátum, sum Birita L. Jóansdóttir hevði við nakrar av fyrilestrarhaldarunum á ráðstevnuni, Facts Matter, sum varð hildin í Keypmannahavn í september.
Ryan Cole var millum fyrstu læknar, at stíga fram alment at ávara ímóti koppsetingunum, tí hann sá, at fólk fingu ymisk útbrot í húðini av eftir koppseting, og hetta metti hann, mátti merkja, at koppsetingin hevði niðursetandi virknað á immunverjuna, sokallaða immun supressión ella órinskúgan. Seinni skuldi tað vísa seg at vera munandi meira álvarsom árin, sum koma undan kavi, m.a. sokallaður turbokrabbi. Cole sigur eisini, at tað ikki er rætt at kalla innspræningarnar fyri koppsetingar, tí tær eru als ikki eins og tær innspræningarnar, vit áður hava kent sum koppsetingar, og sum milliardir av fólkum kenna seg trygg við. Hoyr stutta, men sera áhugaverda prátið millum Biritu og Ryan ovast umvegis Youtube, her um vegis Rumble ella niðast umvegis Facebook.
Minst endiliga til at fylgja okkum á FB: facebook.com/hinvegin og á Rumble: rumble.com/user/hinvegin og á Youtbube: youtube.com/@hinvegin/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald