2024-02-01 08:39
Árni Skaale, tingmaður, reisti í seinastu viku ein munnligan fyrispurning um hvørja ávirkan, ætlaðu broytingarnar í Heimsheilsustovninum fóru at hava fyri Føroyar.
Ein sum hevur verið nógv frammi við atfinningum at broytingarætlanunum, er bretski tinglimurin, Andrew Bridgen. Birita hevur áður prátað stutt við Bridgen í sambandi við ráðstevnuna "Facts Matter", sum var í Keypmannahavn seinasta ár. (Sí leinki niðast til tað samrøðuna)
Nýggja samrøðan var eitt sindur longri og er ikki umsett til føroyskt. Tí løgdu vit ein lítlan samandrátt afturat, sum kemur fyrst í videonum, og sum varar umleið 11 minuttir. Eftir tað kemur sjálv samrøðan, sum er á enskum.
Hygg á Facebook omanfyri ella á Rumble her.

(Eg havi ikki lagt nýggju samrøðuna út á youtube, tí at seinast vit høvdu samrøðu við Bridgen, strikaði Youtube tað, áðrenn video var gjørt alment, og okkara rás fekk hóttan um eitt "strike" ella eitt slag, tvs avmarkað rættindi í eina tíð, fyri at bróta "community guidelines", sum also eru m.a. at tú mást ikki finnast at heilsumyndugleikunum, herundir WHO). Tað gjørdi eg eitt lítið video um tá:
Eldra samrøðan við Bridgen, sum kemur inn á fleiri av somu viðurskiftunum, og sum hevur føroyskan tekst, kann síggjast á Rumble her:
Og á Facebook her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald