Uttanlands

Ráðgevi hjá Zelensky: "Hann villeiðir seg sjálvan. Vit kunnu ikki vinna. Men sig tað við hann."

TIME magazine hevur mánadagin 30. oktober drúgva grein um Zelensky og kríggið í Ukraina. Blaðið málar eina heilt aðra mynd, enn hana, meginstreymsmiðlarnir hava givið okkum higartil. Greitt verður frá hvussu trúgvin upp á ukrainskan sigur yvir Russlandi - bæði millum forsetans egnu og hansara sameindu vestanfyri, svinnur burtur, meðan forsetin gerst meira og meira stálsettur og sannførdur um endaliga hernaðarliga sigurin.

2023-11-03 00:47 Author image
Jón Tyril

Ein sera áhugaverd grein í TIME magazine frá mánadegnum 30. oktober.

Greinin greiðir frá, hvussu neistin er farin úr fyrr so glógvandi talunum hjá Zelensky, sum nú tykjast lítið sannførandi samstundis sum færri og færri trúgva upp á, at Ukraina hevur møguleika at vinna kríggið.

Time endurgevur Zelensky fyri at siga:
"Eingin trýr so nógv upp á ein sigur til okkara, sum eg. Ongin. At fáa okkara allieraðu at trúgva upp á tað, tekur allan tín mátt og orku. Skilir tú? Tað krevur so nógv av øllum."
Og sambært blaðnum gerst tað bara torførari:
"Tað gerst bara truplari. Tjúgu mánaðir inni í krígnum er áleið ein fimtingur av ukrainskum landøki undir russiskari herseting. Tíggjutúsundtals hermenn og sivilfólk eru deyð, og Zelensky merkir á sínum ferðum, at altjóða áhugin fyri krígnum er minkaður. Og tað er altjóða stuðulin eisini."
(...)
"Men hansara sannføring er ikki broytt. Hóast tað í seinastuni hevur gingið illa á hermótinum, so hevur hann ongar ætlanir um at gevast við krígnum ella royna at fáa nakra friðaravtalu í lag. Tvørturímóti er trúgv hansara upp á endaligan sigur yvir Russlandi harðnað so mikið nógv, at tað fær summar av hansara ráðgevum at stúra. Tað er fastlæst, á markinum til tað messianska. “Hann villeiðir seg sjálvan,” greiððir ein av hansara næstu ráðgevum ørkymlaður frá. “Vit hava ongar valmøguleikar eftir. Vit vinna ikki. Men royn einaferð og sig tað við hann.”
(...)
Summastaðni í hervaldinum, er mangulin upp á fólk vorðin enn verri enn tvørrandi vápn og lóður. Ein av tøttu ráðgevunum hjá Zelensky segði mær, at hóast tað skuldi hent, at USA og tess sameindu komu við øllum vápnunum, tey hava lovað, "so hava vit ikki nóg mikið av monnum til at taka tey í nýtslu""

Sambært blaðnum er ringt at fáa fólk í herin og menn vera dragsaðir av tokum og bussum, at koma á hermótið. Tey sum hava pengar, gjalda seg frá tí, tí mutur er nógv útbreiddur. So mikið nógv, at Zelensky koyrdi allar stjórarnar fyri rekrutering kring landið herfyri, 26 í tali, fyri at hava tikið móti mutri. Men støðan er ikki batnað síðani tá.
Í september var sjálvur verjumálaráðharrin eisini koyrdur, fyri ikki at hava tak á korruptiónini. Blaðmaðurin hjá Time skrivar:

"Undir øllum trýstinum, at beina fyri korruptiónini, gekk eg bara útfrá, kanska heldur góðtrúgvin, at fólk, sum arbeiða fyri myndugleikarnar í Ukraina vóru farin at hugsa seg um einaferð enn, áðrenn tey tóku ímóti mutri ella stjólu sær okkurt av almennu ognunum. Men tá ið eg segði hetta við ein av hægstu ráðgevum Zelenskys tíðliga í oktober, bað hann meg sløkkja upptakaran, so hann kundi tosa meira frítt. "Simon, tú fert skeivur," segði hann. "Fólk stjala sum morgindagurin ikki er til."

Les alla greinina her:
Time Magazine

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald