Uttanlands

Jeff Sachs, professari um hví vit eru tryggari sum óheft, NATO og upprunan til kríggið í Ukraina

Jeffrey Sachs, professari, ein av heimsins gitnastu intelektuellu, hevur ein sera viðkomandi boðskap fyri okkum føroyingar. Tað er nógv tryggari at vera óheftur, enn tengdur at hernaðarsamgongunum. Hoyr part av tankavekjandi fyrilestri um trygd, NATO, óheftni og kríggið í Ukraina. VIÐ FØROYSKUM TEKSTI

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-17 01:29 Author image
Jón Tyril

Vit eru nógv tryggari við at halda okkum til gomlu løgtingssamtyktirnar um Føroyar sum óheftar av stríði millum stórveldini, og at Føroyar skulu haldast fríar fyri vápn og hernaðarliga útgerð. Hetta eru m.a. Kosta Rika og Eysturríki talandi dømi um.

Stóra dubbingin av Ukraina gjørdi ikki landið tryggari, tvørtur ímóti. Og tað sama er við at henda í Teivan, nú landið verður dýkt undir í amerikanskum vápnum.
Hoyr eitt petti av einum ómetaliga áhugaverdum, og fyri okkum sera viðkomandi fyrilestri um trygdarstøðuna í heiminum, óheftni, NATO og kríggið í Ukraina og hvussu øll hesi viðurskifti eru knýtt saman við annan heimsbardaga og hendingar og avgerðir, sum vóru tiknar stutt eftir kríggið.
Fyrilesturin hevur føroyskan tekst.

Jeffrey Sachs er ein kendur amerikanskur búskaparfrøðingur, akademikari og altjóða politiskur greinari, sum hevur givið týðandi íkøst innan økið sum burðardygg menning and búskaparlig menning. Hann hevur havt mong ymisk háttvird størv ígjøgnum sína yrkisleið, harímillum verið stjóri fyri The Earth Institute við Colombia University, og sum serligur ráðgevi hjá ST aðalskrivaranum í sambandi við heimsmálini fyri burðardygga menning. Sachs hevur skrivað nógvar bøkur og greinar um evni, sum hava við búskap, stríð móti fátækradømi og burðardygga menning at gera.
Tjekka greinar og annað frá Sachs á: jeffsachs.org
Klippið omanfyri er úr einum sera áhugaverdum fyrilestri, sum kann síggjast í heilum líki her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald