Innanlands

Jón og Birita práta við Bárð Larsen

Her er beinleiðis sendingin frá 2. apríl har Jón og Birita práta við Bárð Larsen um Heimsheilsustovnin og mangt annað

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-20 21:17 Author image
Jón Tyril

Jón Tyril og Birita L. Jóansdóttir práta við Bárð Larsen, løgfrøðing og adjunkt á Fróðskaparsetrinum um Heimsheilsustovnin WHO, nýggju viðtøkubroytingarnar og nýggja farsóttarsáttmálan, sum Árni Skaale hevur sett Margit Stórá skrivligan fyrispurning um.

Tey koma í prátinum inn á mangt viðv. fólkaræði, nærdemokratii mótvegis stórum altjóðafelagskapum, fólkaræðisligari traditión og virðum og perspektivera tað í eitt føroyskt høpi.

Prátið var upprunaliga sent beinleiðis hin 2. apríl 2024.

Vit hava lagt út av nýggjum í eini nakað bøttari útgávu, hvat ljóði viðvíkir. (Sendingin var tíverri eisini plágað av nøkrum tekniskum brekum, har myndin frysti. Tey eru framvegis har.)

Síggj og hoyr prátið á youtube ovast, ella á Spotify Podcasts ella Apple podcasts ella hygg á Rumble her

ella á Facebook her:


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald