Uttanlands

Video: Prof. Mearsheimer, hví byrjaði kríggið í Ukraina?

Var tað ein blóðtystur Putin, sum vildi leggja alt Ukraina undir seg, fyri síðani og taka restina av eystureuropa og leggja tað undir seg?Ein av heimsins fremstu og kendastu serfrøðingum í altjóða politikki, John Mearsheimer, professari við University of Chicago, roynir at greina orsøkirnar og grundgeva fyri sínari fatan.

2023-12-06 17:29 Author image
Jón Tyril
Sí video her:
Tað er áhugavert at hoyra Mearsheimer, tí tað var hann, sum í 1993, tá ið Ukraina lat kjarnorku vápnini frá sær, mælti frá hesum, tí hann roknaði við, at landið kundi fáa brúk fyri teimum seinni, sum eitt fyribyrgjandi vápn mótvegis russum.
Tað var eisini hann, sum í 2015 segði, at politikkurin, sum vestanlond førdu í sambandi við Ukraina, við tíðini fór at føra til kríggj við Russland og til oyðing av Ukraina. Vit skrivaðu um tað her:

Sí meira um professaran her: mearsheimer.com

Video ovast er eitt lítið brot úr meira enn 3 tímar langari samrøðu millum Mearsheimer professara og Lex Fridman.
Øll samrøðan, sum er sera upplýsandi og snýr seg um altjóða politikk, søgu, vald, kríggj og heimspeki, umframt ítøkilig og dagsaktuel evni sum kríggini í Ukraina og Palestina og hvussu hesi kunnu tulkast í einum realpolitiskum høpi, kann hoyrast her:

Tað finst eisini ein stytt útgáva, við einans tí, sum snýr seg um Russland og Ukraina. Hendan er áleið 1 tíma til longdar, og kann hoyrast her:


Tjekka eisini okkara playlista á Facebook við videoum um sama evni:
Hinvegin Russland Ukraina playlisti

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald