2023-12-04 03:26
Netanyahu stuðlaði í áravís Hamas til tess at forða fyri at palestinararnir skuldu fáa samráðingar um egnan stat.
"Eingin vil samráðast við ein terrorfelagskap, tí mugu vit syrgja fyri at Hamas hevur valdið, soleiðis at palestinar ongantíð fáa egnan stat".
Men tá ið felagskapurin, hann hevði styrkt í fleiri ár, framdi álopið hin 7. oktober, var Netanyahu ikki mentur at verja sítt fólk. Ætlanin brast í andlitið á honum sjálvum og var ein stórur sorgarleikur.
Soleiðis skriva ísraelskir miðlar, og hetta er tað, Dave Smith, sum sjálvur er jødi, fortelur í sera áhugaverdari og væl dokumenteraðari samrøðu við Joe Rogan. Her eitt eitt 2 min. kut úr samrøðuni, sum vit hava tekstað til føroyskt.
Smith vísir eisini til Haaretz, sum hevur havt hesar meiningsgreinarnar um sama evni:
Harumframt vísir Smith til frálíka grein á Antiwar.com við góðum keldutilfari, sum kann lesast her:
Annars kann viðmælast at lurta eftir allari samrøðuni millum Rogan og Smith, sum byrjar við aktuella stríðnum Ísrael og Palestina, men sum síðani fer sera víða um, m.a. inn á kríggið í Ukraina og sum kemur aftur inn á stríðið millum Ísrael og palestinar í fleiri umførum og frá fleiri sjónarhornum.
Komið verður inn á søguna hjá Ísrael síðani 1930talið og kríggini móti grannalondunum. Seinni koma teir inn á søguna hjá jødunum í Europa og ógvusligu forfylgingina av teimum, serliga í eystureuropa, og harvið upprunan til zionismuna. Sum heild sera upplýsandi, væl undirbygt og áhugavert prát. Poddvarpið kann hoyrast í síni heild her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald