Uttanlands

Norskur granskari ávarar ímóti fleiri prikum

Norskur koppsetingargranskari sigur við Nettavisen, at tey sum hava góða heilsu og eru yngri enn 65 ár, ikki hava nakað gagn av fjórða prikinum

2022-12-01 17:20 Author image
Jón Tyril

Vit hava í seinastuni havt fleiri søgur úr Noregi, m.a. har norskir kommunulæknar ikki skoyta um at fáa fleiri prik og myndugleikarnir hava trupult við at avgerða, hvørt koppseting skal viðmælast, ella einans vera eitt tilboð. Norska Nettavisen skrivar hesa vikuna um koppsetingargranskaran, Gunnveig Grødeland sum eisini traðkar fram at viðmerkja koppsetingarætlanina. Í noregi er støðan í løtuni tann, at øll millum 18 og 64 ár fáa í boðið at fáa eitt stimbursprik (boostara), men fyri tey, sum annars hava góða heilsu, er hetta tó ikki eitt tilmæli, men eitt tilboð. Harafturat var eitt nýtt hjáárin skrásett hesa vikuna millum alment viðurkendu hjáárinini av koronukoppsetingini í Europa.

Tað hevur fingið koppsetingargranskaran Gunnveig Grødeland at viðmerkja alment.

“Um tú ikki er eldri enn 65 ár ella ert partur av einum vandabólki, so er ikki neyðugt við einum fjórða priki. Allar dátur vit hava benda á tað sama: hevur tú ikki undirliggjandi sjúku, so fært tú einki gagn av fjórða prikinum,” greiðir Grødeland frá.

Fleiri hjáárin

Mánadagin 28. november vórðu ógvusligar mánasjúkubløðingar skrásettar av europeiska heilivagseftirlitinum sum eitt hjáárin, ið kvinnur kunnu fáa av at taka prikið frá Pfizer/Biontech og Moderna.

Sambært Statens legemiddelverk, sum er norska heiligvágseftirlitið, hava tey viðgjørt nærum 15.000 fráboðanir frá norskum kvinnum, sum hava upplivað órógv í mánaðarligu ringrásini. Av hesum verða 5.000 roknað sum ógvusligar bløðingar, skrivar TV 2 Norra.

Grødeland og heilsumyndugleikarnir siga, at óregluligu bløðingarnar eru eitt fyribils fyribrigdi. Kortini eru mangar kvinnur, ið siga heg hava havt trupulleikarnar í meira enn eitt ár nú.

26 ára gamla Camilla Røisgård sigur at hon hevur livað við ógvusligum bløðingum í 13 mánaðir nú, og tað hevur havt við sær, at hon er plágað av møði og svimbli. Til tíðir so illa, at hon ikki megnar at koma úr seingini.

“Eg veit tey siga, at hjáárinini eru fyribils, men soleiðis kennist tað ikki,” segði hon við norska TV2.

Fyri mangar av hesum kvinnum hava “fyribils” hjáárinini verið áhaldandi í langa tíð. Fyri einum ári síðani prátaði norska TV2 við 212 kvinnur, sum høvdu upplivað mánasjúkuórógv eftir at hava fingið koppseting móti koronu, har summar høvdu nærum áhaldandi bløðing í fleiri mánaðir á rað.

Nú, eitt ár seinni, hevur sjónvarpsstøðin fingið samband aftur við 149 av teimum 212 kvinnunum, og tað vísir seg, at 85 av teimum framvegis eru plágaðar av órógvi í mánaðarligu ringrásini, meira enn eitt ár aftaná at hava fingið sær prikið.

Yngri menn kunnu eisini fáa hjáárin. Eitt av nógv umrøddu fyribrigdunum er hjartabruni - perikarditis og myokarditis sum er viðurkent hjáárin millum yngri menn.

“Tað skal eisini sigast, at yngra fólkið, sum eru í lítlum vanda fyri álvarsligari sjúku vegna koronu, skulu hava eina høga gátt, áðrenn fleiri prik verða viðmæld teimum. Serliga prik, har virknaðurin nú einans er at verja móti álvarsligari sjúku,” sigur Grødeland.

“Er koppsetingin ikki umráðandi fyri at verja okkum ímóti virusinum og fyri samfelagið sum heild,”spyr tíðindafólki á Nettavisen.

“Koppsetingin stimbrar immunverjuna, men tá tú hevur nátt eini ávísari verju, so fært tú ikki meira verju við at stimbra meira. Serliga tá ið tey avbrigdini, sum eru í umferð nú, eru so mikið nógv øðrvísi, enn tey, sum eru í koppsetingunum.”

Heilsuverkið: Vansarnir kunnu vera størri enn gagnið

Avgerðin, ikki at tilmæla koppingina, men bjóða hana sum tilboð, er bygd á ráðgeving frá Folkehelseinstituttet FHI.

Deildarstjóri í norksa heilsuverkinum FHI, Are Stuwitz Berg, sigur við Nettavisen, at stovnurin ikki hevur nakað boð uppá hvussu mong, sum ikki eru í vandabólki, fara at taka av koppsetingartilboðnum.

“Tað sum er umráðandi, er at tey omanfyri 65 ár ella sum eru ímillum 18 og 64 og hava undirliggjandi sjúkur, taka av stimbursprikinum í heyst,” skrivar hann í einum telduposti.

Hann er greiðir yvir, at tey undir 65 ár og sum ikki eru í vandabólki, mugu viga fyrimunir og vansar fyri seg sjálv.

“Fyri tey yngstu í aldursbólkinum millum 18 og 64 eru gagnið av prikinum minst, og hinvegin kunnu hjáárin sum t.d. mánasjúkuórógv gera at vansarnir verða størri enn gagnið,”skrivar hann.

Grødeland sigur við blaðið at enda, at eins einvíst, tølini tala ímóti, at tey yngru fáa sær prikið, soleiðsi tala tølini eisini greitt fyri, at tey eldru omanfyri 65 fáa sær stimbursprikið.

Í Føroyum eru tilmæli og tilboð eitt sindur øðrvísi. Her verður tilmælt øllum omanfyri 50 ár at lata seg koppseta, meðan tey undir 50 ár hava tað sum eitt tilboð. Tíðindasíðan in.fo skrivar í dag, at í Føroyum er lítil undirtøka er fyri at lata seg prika.

Keldur:

Nettavisen - Forsker med klar vaksineadvarsel: – Alt peker i én retnin

TV 2 Norra - Camilla (26) tok vaksinen i fjor – har fortsatt mens-forstyrrelser

In.fo - Ikki meiri enn helvtin er koppsett

In.fo - Koppseting: Vit lurta ikki eftir myndugleikunum

Les eisini:

NRK: Kommunulæknar skoyta ikki um eykaprik

NRK: Karl-Erik hevur verið sjúkur í 14 mánaðir síðani koronukoppsetingina

NRK: Fleir gerast sjúk og doyggja - lækni rópar varskó

Norskur dokumentarfilmur: Frásagnir eftir koppseting


***

Takk fyri at tú lesur á síðuni.

Hjálp okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út á síðuna við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger stóran mun og er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald