Uttanlands

NRK: Kommunulæknar skoyta ikki um eykaprik

Norska stjórnin hevur bjóðað øllum millum 18 og 64 ár at fáa eitt eykaprik av koronukoppseting. Men heilsumyndugleikarnir vilja ikki viðmæla øllum at taka av tilboðnum. Og fleiri av teimum, sum hava ábyrgdina, m.a. læknarnir, skoyta ikki sjálvir um at fáa prikið.

Mynd: MORTEN WAAGØ / NRK

Mynd: MORTEN WAAGØ / NRK

2022-11-22 23:38 Author image
Jón Tyril

NRK skrivar í dag, 22. november, at norski heilsumálaráðharrin í seinastu viku lat upp fyri at kommunurnar kundu bjóða øllum millum 18 og 64 ár eitt sokallað stimbursprik av koronukoppseting.

“Koppseting er framvegis grundleggjandi til tess at handfara koronufarsóttina, skrivaði ráðharrin í einum tíðindaskrivi

Men kortini vil hvørki stjórnin ella heilsuverkið (Folkehelseinstituttet) koma við einum generellum tilmæli um at lata seg prika.

Og harvið er tað upp til hvønn einstakan at taka avgerð við sær sjálvum, hvørt tað er rætt at lata seg “stimbra” ella ikki.

Takka nei til koppseting

Smittuverjuyvirlæknin, Einar Sagberg, í Drammen, skilir at boðskapurin frá stjórnini og heilsuverkinum kann tykjast ørkymlandi.

"Fyri tey í hesum aldursbólkinum finnast tað sera fáar heilsufakligar grundir til at taka ímóti stimbursprikinum," sigur Sagberg.

– Hví verður koppsetingin so boðin fólki?

“Avbjóðingin er at vit ikki hava fult yvirlit yvir hvussu hendan bylgjan fer at sláa út. Vit vita ikki nóg nógv, hvørt eitt stimbursprik virkar. Harumframt kunnu tað vera fleiri, sum ynskja at ferðast í onnur lond, sum hava tørv á koppseting.”

Smittuverjuyvirlæknin heldur at tey elstu í hesum aldurbólkinum, eru tey, sum kunnu hava størst gagn av einum priki afturat.

Drammen kommuna letur upp fyri koppseting til øll omanfyri 18 ár hesa vikuna. Sagberg roknar ikki við stórum gravgangi.

“Vit rokna ikki við at serliga mong venda sær til okkum.”

– Tú ert sjálvur í aldursbólkinum. Fert tú at fáa tær koppseting?

“Nei, tað fari eg ikki. Eg havi kortsíðani havt kovid-19, men uttan mun til tað hevði eg heldur ikki fingið mær stimbursprikið,“ sigur Sagberg.

Ger lítið gagn

Í grannakommununi Lier situr kommunuyvirlæknin Ingrid Bjerring til reiðar at geva teimum enn eitt prik, sum ynskja tað. Heldur ikki hon metir, at tað fer at gera nakað serligt gagn fyri heilsuna hjá hesum aldursbólkinum.

“Serliga tey yngstu eiga at hugsa seg um og viga møgulig hjáárin upp ímóti møguligum gagni av hesum prikinum,” sigur Bjerring, sum higartil ikki hevur ætlanir um at lata seg koppseta við eykapriki sjálv.

“Eg arbeiði kliniskt við sjúklingum, so tað kann henda, at eg taki prikið av teirri grund. Men ikki fyri at verja mína egnu heilsu,” leggur Bjerring afturat.

Heldur ikki í Oslo heldur kommunulæknin, at tað eru serliga góðar grundir til at taka av koppsetingartilboðnum.

“Sum 42 ára gamal við góðari heilsu fari eg ikki at taka prikið, men eg skilji væl at summi kenna eina trongd til at fáa eitt stimbursprik,” sigur kommunulæknin Miert Lindboe.

Heilsuverkið: Ikki tilmælt

Hóast tað nú er møguligt at fáa prikið, so fer norska heilsuverkið ikki út og mælir øllum til at lata seg prika.

“Vit funnu ikki nakað grundarlag fyri at viðmæla hesum partinum av fólkinum, at tey áttu at tikið eitt nýtt prik nú. Vit sóu heldur onga orsøk til at nokta teimum, sum alíkavæl ynskja sær tað, eftirsum vit hava ovmikið av skamtum og hetta er ein góðkend koppseting. Tey skulu kortini vita um bæði fyrimunir og vansar, og tað eru fleiri viðurskifti, sum tala fyri at tey eldru umhugsa hetta enn tey yngru,” sigur deildarstjórin í heilsuverkinum, Are Stuwitz Berg við NRK.

– Ein og hvør koppseting inniber onkran váða fyri hjáárinum. Er tað tá ráðiligt at bjóða hetta, tá vit vita, at heilsuliga gagnið, sum hvør einstakur fær av stimbursprikinum helst er sera lítið?

“Hatta er júst ein av grundunum til at vit ikki hava sagt, at øll eiga at fáa sær eitt nýtt prik, men at hvør einstakur kann umhugsa tað. Sum sagt er neyðugt at vera greiður yvir vandan fyri hjáárinum. Summi kunnu fáa stravnari og meira álvarsom hjáárin enn onnur, men í allar flestu førum slepst av við hjáárinini eftir nøkrum døgum”, sigur Stuwitz Berg.

Kelda: NRK - Kommuneleger: – Vil ikke ta ny vaksinedose selv


***

Takk fyri at tú lesur á síðuni.

Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun. Stuðulin fer fyrst og fremst til at vit kunnu halda á, men eisini so vit kunnu víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald