Uttanlands

Gransking: Koppsetingin hevur negativan virknað fyri tey yngstu børnini

Stór kanning í statinum New York er eitt vónbrot í sambandi koppseting av børnum

2022-03-14 08:22 Author image
Jón Tyril

Ein kanning úr statinum New York, sum fyri stuttum er komin út, skuldi kanna, hvussu munadyggar kovidkoppsetingarnar eru fyri børn. Granskingin minnir okkum á, hvussu sjáldsamt tað er, at børn og ung gerast illa sjúk og enda á sjúkrahúsi orsakað av kovid.

Kanningin fylgdi koppsettum og ókoppsettum børnum í desember og januar fyri at máta, hvussu munadygg koppsetingin var sum verja móti at gerast smittaður, og ímóti at verða innlagdur á sjúkrahús. Tað bleiv ikki mátað, hvussu væl koppsetingin verjir móti deyða, helst tí at so fá deyðsføll vóru í aldursbólkinum, at tað ikki ber til at gera meiningsfullar samanberingar av hesum bólkum.

Hesar báðar mánaðirnar, kanningin vardi, rakti ein ógvuslig bylgja av omikron statin, hóast tey leingi høvdu havt strangar avmarkingar og tiltøk, so sum kravdar andlitsmaskur til børn og stranga uppbýting millum koppsett og ókoppsett við koronupassi. Tá smittubylgjan var í hæddini, fyrstu vikuna í januar, fylgdi kanningin fleiri enn 40.000 børnum í aldrinum 5-11 ár, sum testaðu positivt fyri kovid. Harav vórðu 83 børn innløgd á sjúkrahús. Tølini fyri børn 12-17 ár hesa somu vikuna, vóru líknandi - eisini fleiri enn 40.000 smittutilburðir, harav 141 endaðu á sjúkrahúsi. Fyri at geva eitt sindur av samanhangi í, skal sigast, at tað búgva umleið 3 milliónir børn í hasum aldursbólkunum í statinum New York.

Men hvussu væl megnaði koppsetingin so at fyribyrgja smittu og innlegging hjá børnunum? Úrslitini vóru ikki góð. Fyri tey eldru børnini fánaði virknaðurin frá 76% fyrstu tvær vikurnar eftir fulla koppseting til 46% ein mánað seinni. Fyri yngru børnini fall virknaðurin frá 65% fyrstu tvær vikurnar eftir fulla koppseting, til negativan virknað: -41% ein mánað seinni. Við øðrum orðum, eftir at hálvur annar mánaður var gingin, so vóru tað størri sannlíkindi fyri at tey koppsettu børnini blivu smittað, enn tey ókoppsettu.

Tá ið hugt verður at innleggingum, munaði koppsetingin í eitt sindur longri tíð, men av tí at so fá vóru innløgd í hesum aldursbólkunum, eisini millum tey ókoppsettu, so forðaði koppsetingin sera fáum innleggingum.

Upp í móti hesum pinkalítla fyrimuni í mun til innleggingar, er umráðandi hjá foreldrum at minnast til, at koppsetingarnar kunnu hava skaðilig hjáárin við sær. Hjá hálvvaksnum dreingjum og ungum monnum vita vit, at Pfizer og Moderna koppseetingarnar kunnu elva til bruna í hjartamusklinum hjá onkunstaðni millum 1 av hvørjum 1.000 til 1. av hvørjum 10.000 koppsettum. Tað kunnu eisini vera onnur hjáárin, sum vit ikki síggja fyrrenn koppsetingin er meira útbreidd millum børn og meira tíð er gingin.

Koppsetingar, sum vit regluliga geva børnum, so sum MFR og DTP eru grundleggjandi øðrvísi enn kovidkoppsetingarnar. Tær smittandi sjúkurnar, sum hesar verja ímóti, eru munandi meira vandamiklar fyri heilsuna hjá einum smittaðum barni, enn kovid er. Og í mun til kovidkoppsetingarnar, so verja vanligu koppsetingarnar í langa tíð móti bæði smittu og álvarsligari sjúku, og eru á tann hátt við til at skapa floksimmunitet ímóti messlingum, fárasjúku og hinum sjúkunum, sum tær verja ímóti. Hesar koppsetingarnar hava eisini verið brúktar í fleiri áratíggjur og eru givnar til milliardir av børnum. Tískil vita vit nógv betri hvussu tryggar tær eru (hóast summi í sjáldsomum førum eisini fáa skaðar av hesum koppsetingum).


Greinin er umsett eftir grein hjá Dr. Jay Bhattacharya, professara á Stanford Medical School - New Pfizer data kills the case for universal child Covid vaccines


Granskingin úr statinum New York kann síggjast her

Gransking um hjartabruna hjá dreingjum og ungum monnum kann síggjast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald