Kanningin sum enn er í preprint, er gjørd í tveimum skúlum og miðsavnar seg um ávirkan, sum koppseting við BNT162b2, sum er koppingarevnið frá Pfizer og BioNTech, hevur á hjartað, við serligum atliti at myokarditis og perikarditis, sum eru ávikavist bruni í hjartamusklinum og bruni í hjartahinnuni.
Talan er um eina sokallaða prospektiva kohort kanning, sum merkir at luttakararnir verða fylgdir á skipaðan hátt hvussu gongdin er, frá at koppsetingin er givin.
Luttakararnir eru næmingar millum 13 og 18 ár av báðum kynum, sum fingu sítt næsta prik við Pfizer koppingini. Øll høvdu góða heilsu og eingin hevði nøkur sjúkueyðkenni áðrenn tey fingu seinna prikið. Fylgt var við sjúkueyðkennum, lívsteknum (pulsur, andadráttur, kropshiti, blóðtrýst), ECG echocardiografi og hjartakveikum (cardiac enzymes).
Kanningin vísti, at 29,24 % av luttakarunum fingu onkra ávirkan á hjartað/blóðrenslið. Hetta var alt frá tachycardia (sjúkliga kvikur hjartasláttur), palpitatión (óregluligur og kvikur hjartasláttur) og myopericarditis, sum er bruni í bæði hjartamusklinum og hjartahinnuni.
Vanligastu árinini vóru:
Sjúkliga kvikur hjartasláttur / tachycardia, 7,64%
Trupult at anda, 6,64%
Óregligan og kvikan hjartasláttur / palpitatión, 4,32%
Pínu fyri bringuna, 4,32%
Høgt blóðtrýst, 3,99%
Ónormalt ECG, 54 luttakarar ella 17,94%
Sjey luttakarar, tað er 2,33 %; sum allir vóru mannfólk, høvdu í minsta lagi ein biomarkør ella positiva váttan frá laboratorii uppá hækkað troponin ella creatinine phosphokinase (CPK), sum eru evni, sum síggjast í blóðinum, tá hjartamuskulin hevur fingið skaða.
Ein luttakari hevði váttað myopericarditis ella bruna í hjartamuskli og hjartahinnu eftir koppseting.
Tveir luttakarar høvdu helst (suspected) hjartahinnubruna / pericarditis
Fýra luttakarar høvdu helst subkliniskt myocarditis, tað er hjartabruni uttan sjúkueyðkenni. Hetta kann vera serliga vandamikið, tí tað er umráðandi fyri tey, sum hava bruna í hjartanum ikki at ovtaka seg. Um tú ikki hevur sjúkueyðkenni og tískil ikki ert greiðir yvir at tú hevur hjartabruna, og fert at íðka harðan ítrótt ella annað krevjandi ítrív, so kann tað elva til størri skaða og enntá hjartasteðg.
Tríggir luttakarar høvdu vatn í hjartahinnuni.
Luttakararnir vóru fylgdir í 14 dagar eftir koppsetingina. Hesa tíðina vóru tveir av teimum lagdir inn á sjúkrahús, ein endaði á intensivari deild (mest til obervatión)
Í niðurstøðuni siga granskararnir m.a. at tilburðirnir av hjartabruna vóru mildir og øll vóru komin fyri seg aftur eftir 14 dagar, men at ung fólk sum fáa mRNA koppseting, skulu vera undir eftirliti vegna møgulig hjáárin.
Síggj sera góða videoið við Dr. John Campell ovast, har hann gjøgnumgongur og viðmerkir kanningina.
Dr. Campell undrast m.a. á, hvussu tað ber til, at slíkar prospektivar kanningar ikki blivu gjørdar av Pfizer sjálvum, ella av heilsumyndugleikunum í Onglandi, USA ella Europa, men at vit noyðast at líta á kanningar úr Teilandi.
Eisini undrast hann á, at tilmælini hjá CDC framvegis siga, at kovid19 koppsetingarnar eru “tryggar, munadyggar og ókeypis”, tá vit vita at ung fólk eru í stóran vanda fyri at fáa hjartabruna og at amerikansku heilsumyndugleikarnir mæla øllum frá 6 mðr og eldri at fáa tvey prik, og tey omanfyri 5 ár at fáa boostara.
Her er vert at leggja afturat, at tilmælini og mannagongdir í Danmark fyri stuttum síðani vórðu broytt, soleiðis at børn og ung undir 18 ár frá 1. september ikki kunnu fáa koppseting móti kovid, uttan so at tey eru í serligum vandabólki, sí Sunhedsstyrelsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald