Jared Kushner hevði helst ikki lisið tíðindini enn. Hann var júst í ferð við at greiða einum journalisti frá, at hann stríðist við at gerast sunnari. Hetta tí hansara ættarlið sannlíkt verður tað fyrsta, sum fer at “liva í ævir”, ella sum er “seinasta ættarliðið, sum fer at doyggja.” Tískil noyðast vit at “halda okkum í rættiliga góðum kropsligum standi.”
Satt er tað, at tað hevði verið keðiligt at skula liva í allar ævir, og ikki verið frískur sum fiskurin.
Ein góð byrjan uppá tað, at liva í allar ævir, kundi t.d. verið at tikið stig til at hækka um metta livialdurin longu nú. Men lat okkum bara siga, at júst tað gongur ikki so væl. Amerikanarar hava seinastu tvey árini mist 3 ár av mettum livialdri, og tað er ein vanlukka, hvussu so tú hyggur at tí, bygt á dátutilfar, sum í mestan mun ikki kann falsast.
Ja, hetta gerst ørkymlandi. Heilt afturi, tá ið niðurlæsingarnar byrjaðu, tá vóru mong, sum søgdu, at hetta fór at henda. At seta statin í øllum sínum veldi inn ímóti einum virusi, fór at lata dyrnar upp fyri øllum slagi av helviti, herundir fíggjarligum skrædli, demoralisering millum alt fólkið, mentanarligari oyðing og kriminaliteti, mista vón, og bara sum heild vánaliga heilsu. Tað var longu ein stór rúgva av lærdum bókmentum um hetta, og tað var ótolandi opinlýst, at hetta fór at gerast úrslitið.
Syrgiligt at siga frá, her eru vit tvey ár seinni, og alt dátutilfarið floymir inn. Sambært frágreiðing frá heilsustovninum CDC fall metti livialdurin í 2021, júst sum hann gjørdi í 2020, við nærum trimum árum av mistum lívi. Hetta er ein grim gongd.
Eitt hevði verið, um hetta var heilt, ella í mestan mun, vegna kovid. Men váttaðu dáturnar viðv. kovid-andlátum eru ikki broyttar síðani januar 2020: Miðalaldurin á teimum, sum lata lív av kovid, er javnur við ella hægri enn median aldurin av mettum livialdri. Talið av fólkið, sum eru skrásett at vera deyð av kovid, er alt sum tað er, lánt frá øðrum bólkingum av andlátum, so sum influensu og øðrum sjúkum í andaleiðini, og hetta er antin vegna feilbólkingar ella møguliga vegna tað væl kenda mynstrið, sum vit á føroyskum kanska kunnu nevna ‘viral burtur trokan’ (en: viral crowding out), tað at ein nýggj sjúka trokar tað gomlu burtur.
Burtur sæð frá tí, so hava vit sæð ein stóran vøkstur í deyðsføllum – serliga millum miðaldrandi – av livrasjúku, hjartasjúku, vanlukku og sjálvmorði, fyri ikki at tala um yvirdosis av ymsum drøggi. Við øðrum orðum eru hetta andlát av niðurlæsingunum, sum henda nógv yngri fólki, enn teimum, sum vanliga vildu doyð av (ikki við) kovid. Og so er tað tann sera ræðandi møguleikin, at skaðilig hjáárin frá koppsetingunum eru orsøk til ein part av hesi skelkandi gongd.
“Higartil hava serfrøðingar verið vanir at máta broytingar í mettum livialdri í mánaðum, ikki árum,” ger New York Times vart við. Gongdin rakar allar fólkafrøðiligar bólkar í USA, uttan asiatarnar.
Hetta er størsta lækkingin í mettum livialdri í USA yvir eitt tvey ára skeið síðani tíðliga í 1920-unum, tá metti livialdurin fall til 57,2 ár. Tað var í 1923. Tann minkingin kann hava havt samband við stórt arbeiðsloysi og nógv sjálvmorð undir eini búskaparligari niðurgongd, eins væl og ein stór hækking í deyðiligheit millum ikki-hvítar menn og kvinnur.
Tað sum New York Times her kallar fyri “búskaparliga niðurgongd”, er í roynd og veru Fyrri Veraldarbardagi, ella tað, sum tá var nevnt 'Kríggið Mikla'. Hópar av ungum monnum komu heim úr krígnum, sálarliga særdir, tungir í huga og fortaptir, og tóku sítt egna lív. Trýstið eftir at seta bann ímóti alkohol í 1920 gjørdi gongdina verri. Spiritusforboðið var enn eitt dømi um tá ið myndugleikarnir - undir ávirkan frá virdum serfrøðingum – høgga til eftir einum trupulleika, uttan at taka hond um rótina til trupulleikan.
So ja, tann stóra framgongdin steðgaði, um enn bert í eina tíð. So skjótt sum lívið gjørdist vanligt aftur miðskeiðis í tjúgunum, so byrjaði lívsævin hjá fólki at leingjast aftur.
Tað eru fá dátu-punkt sum eru greiðari í søgugongdini enn sambandið millum vælstand og mettan livialdur og eisini millum vælstand og frælsi. Fyrsta landið í heiminum, har fólk kundu rokna við at liva meria enn 50 ár í miðal, var Stóra Bretland, har ídnaðarkollveltingin tók mest dik á seg. Tann broytingin kom til USA í 1870-unum. Síðani hava vit sæð ótrúligar hækkingar alla staðni kring knøttin, alt eftir hvussu stórur vælstandurin hevur verið, sum aftur hongur neyvt saman við hvussu nógv frælsi fólk hevur at liva og virka.
Við ferðing og øktum sambandi við fólk, sum eru ymisk frá okkum sjálvum, so hava vit samstundis upplivað undranarverdu styrkingina av okkara immunverju, soleiðis at miðal immun-styrkin hjá einum menniskja í 20. øld var sterkari enn vit nakrantíð høvdu sæð áður.
Tað var ein farin tíð at liva í smáum avbyrgdum ættarbólkum, sum gingu til grundar um teir komu í samband við ein nýggjan virus. Ístaðin elvdi smitta, sjúka og síðani at koma fyri seg aftur, til at menniskjuni kundu liva longri vegna bøttu evnini at vinna á avleiðingunum av smittusjúkum.
Her má eg veita tí einastandandi Sunetru Gupta eina tøkk fyri innlitið. Persónliga haldi eg hetta evnið at vera millum tey mest framúrskarandi og avbjóðandi í øllum smittufrøðiligu og búskaparfrøðiligu bókmentunum. Og tó tykist ikki sum at hetta er granskað og grundað til fulnar.
Men í byrjanini av mars í 2020 fóru vit mótsetta kós aftur. Vit vanvirdu immunverjurnar við at krevja at ongin skuldi koma í samband við nakran virus. Aftur her vóru vit ávarað tíðliga, at hendan kós fór at enda við meira av vánaligari heilsu og viðbrekni fyri øllum sjúkum. Og so hendi tað ótrúliga, at myndugleikarnir stongdu sjúkrahús og sjúkratænastur fyri skurðviðgerðum og øðrum tænastum, viðgerðum og útgreiningum, sum ikki vóru akuttar – fyri nærum øllum uttan kovid. Ófatiligt. Síðani tóku tey venjingarmiðstøðir, almennar fundir og gudstænastur frá fólki.
Hetta var tann fulkomni mátin at drepa fólk, meðan tú sigur, tað er fyri at verja tey.
Fólkini sum framdu hetta, hava uppiborið at vera mintst afturá við vanæru.
Vit kundu hildið á, men tað sum eg vildi siga var, at dáturnar floyma inn. Tey oyðiløgdu framburðin. Tey oyðiløgdu lív. Børnini mistu tvey ár. Tey vanvirdu sjálva upplivingina av lívi á fold. Úrslitini í USA eru serliga ring á hesum økinum og tað hevur at gera við rúsevnismissnýtslu, ovurfita, kostvanar og lítlan ans fyri kropsligari ella sálarligari heilsu sum heild. Niðurlæsingarnar gjørdu alt tað verri.
Speiðin í hesum er eins eyðsæð, sum tað er syrgiligt. Við tí, sum skuldi eitast at vera fyriskipanir ímóti eini farsótt, gjørdu ráðandi eliturnar eina rímiliga handfariliga krímsjúku til ein dreparapolitikk, sum hevur kappað trý ár av miðal væntaða livialdrinum hjá fólki í USA, og við kostnaði, sum veruliga er óútrokniligur. Allar royndirnar at káva útyvir, alt politiska propagandaið og umberingarnar, megna ikki at fjala vanlukkuligu hagtølini, sum eru millum tey ringastu at dylja. Og tey síggja alt meira grim út.
Vit vita nú, at Jared Kushner hevði stóra ávirkan á at fáa skapt hesa støðuna. Tað vóru hann, og tveir vinir hansara, sum helst hava somu sannføringar um ævigt lív á fold, sum trýstu Hvítu Húsini, at seta fyrstu niðurlæsingina í verk. Um tað so skuldi eydnast honum at liva í ævir her á fold, so hava umstøðurnar, sum hansara ávirkan var við til at skapa, gjørt ævigt foldarlív hópin meira ósannlíkt fyri øll onnur.
Greinin er umsett við loyvi frá Brownstone Institute. Upprunagrein: US Life Expectancy Down Three Years in Two Years
Um høvundin Jeffrey A. Tucker
Jeffrey A. Tucker, stovnari og forseti fyri Brownstone Institute, er búskaparfrøðingur og rithøvundur. Hann hevur givið út 10 bøkur, harímillum ‘Liberty or Lockdown’ (Frælsi ella niðurlæsing) umframt túsundtals greinar í ymsum lærdum og fólksligum miðlum. Hann skrivar eina daglilgan teig um búskaparfrøði í The Epoch Times, og heldur fyrilestrar og røður um búskap, tøkni, sosiala heimsspeki og mentan víða hvar.
Týtt: JT
___
Hjálp okkum við arbeiðinum at fáa gott tilfar á føroyskum út her á síðuna, við at flyta eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald