Uttanlands

Norðurlendsk gransking við 23 milliónum luttakarum váttar øktan vanda fyri myocarditis eftir koppseting

Ein kanning kunngjørd í JAMA Cardiology vísir øktan títtleika av hjartatrupulleikum eftir koppseting fyri kovid19, serliga millum ungar menn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-05-04 11:15 Author image
Jón Tyril

Skemtarin og viðmerkjarin Jimmy Dore hevði eitt innslag um kanningina. Sí video omanfyri.

Ein granskingarætlan undir leiðslu av professor Rickard Ljung frá svenska heilivágsstovninum hevur kannað dátur viðv. 23,1 mió fólkum í Danmark, Finnlandi, Noregi and Svøríki frá seinast í desember 2020 til tíðliga í oktober 2021.

Toymið undir Ljung hugdi eftir tilburðum av myocarditis og pericarditis, um fólkini vóru koppsett fyri kovid19, hvat kyn tey vóru og hvønn aldur tey høvdu. Kannað var fyri innleggingar vegna hjartatrupulleikar innan 28 dagar eftir koppseting. Kanningin sigur okkum enn einaferð, at hjáárin, sum einaferð vóru útrópt at vera “falskunning”, eru verulig.

Bretska blaðið Express hevur eina grein um granskingina undir yvirskriftini “Vaccine Study of 23 Million Shows Risk of ‘Heart Problems’ from Moderna or Pfizer Jab.”

Granskingin varð kunngjørd í online hjarta-tíðarritinum hjá Journal of American Medical Associaton, JAMA Cardiology, hin 20. apríl við heitinum: “SARS-CoV-2 Vaccination and Myocarditis in a Nordic Cohort Study of 23 Million Residents.”

Kanningin váttar tað, sum mangir viðmerkjarar hava víst á, at samband er millum koppsetingina og hjartatrupulleikar.  Tað var stór øsing um Joe Rogan og hansara podcast, sum skuldi eitast at spjaða vandamikla falskunning, tá ið Rogan kjakaðist um hesi viðurskifti við læknar við serfrøði í koppseting og hjartasjúkum í sínari sending. Men sambært kanningini “høvdu bæði fyrsta og annað prik samband við øktan váða fyri myocarditis og pericarditis. Fyri tey, sum fingu tvey prik av sama koppingarevni, var váðin fyri myocarditis hægst millum ungar menn í aldrinum 16-24 ár eftir seinna prik.”

Millum ungar menn vóru millum fýra og sjey tilburðir av hjartabruna innan 28 dagar eftir fyrsta prik. Hetta øktist til millum níggju og áttaogtjúgu tilburðir innan 28 dagar eftir annað prik. Í niðurstøðuni stendur “Váðin fyri myocarditis í hesi stóru fólkabólkakanningini (cohort study) var stórstur eftir annað prik við SARS-CoV-2 koppsetingini” og viðmælt verður, at “hesin váði skal javnvigast við fyrimunirnar av at verja móti álvarsligari kovid19 sjúku”

Myocarditis er bruni í hjartamusklinum, sum m.a. kann elva til óregluliga hjartarytmu og deyða. Pericarditis er bruni í vevnaðinum, sum umgyrðir hjartað, eisini kallaður hjartasekkurin, og kann elva til pínu fyri bringuna og onnur sjúkueyðkenni.

Kanningin vísir at hóast báðar mRNA koppsetingarnar, Moderna og Pfizer, hava samband við øktan vanda, so er vandin er munandi størri við Moderna koppsetingini enn við Pfizer. Í Føroyum hava vit ongantíð brúkt Moderna, men einans Pfizer, og í hinum norðanlondunum varð Moderna eftir fleiri tilburðir av hjartatrupulleikun tikin úr koppsetingarætlanini fyri yngri fólk.

Vit hava áður skrivað um stóru økingina í hjartatilburðum millum ítróttarfólk, sum summi meta kann hava samband við júst myocarditis vegna koppseting: 769 ítróttarfólk smollin um á leikvølli seinasta árið. Hvat sker?

Eisini hava vit havt eina grein um at skjølini frá Pfizer sjálvum máa støðið undan útsøgnunum um at koppingin er púra trygg

Vit hava eisini víst til ein norskan dokumentarfilm um hjáárin.

Keldur til hesa greinina:

JAMA Cardiology

Express.co.uk

The Defender

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald