Meiningakanning frá Rasmussen reports, sum kom út í dag, vísir at 24% av amerikanarum siga seg kenna onkran, sum er deyður av koronu-koppsetingini.
"Nærum um ein fjórðingur av amerikanarum halda, at onkur tey kenna, doyði av hjáárinum frá kovid19-koppseting, og enn fleiri siga seg vera til reiðar at vera við í eini stevning í einum hóprættarmáli ímóti heiligvágsframleiðaranum."
"Næstan ongin politiskur munur er, hvussu svarað verður. T.d. svara 25% av republikanarum, at tey kenna onkran persónliga, sum doyði av hjáárinum frá kovid-koppseting, meðan 24% av demokratum siga tað sama, og 24% av teimum, ið ikki hoyra til annan av stóru flokkunum."
Hetta hevur týdning, tí hetta sigur okkum, at tey spurdu ikki svarað alt eftir, hvønn flokk tey hoyra til, men at hetta er ein fatan, sum er millum alt fólkið.
Kelda:
Rasmussen Reports
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald