Uttanlands

Týskir granskarar: Talið av koppsetingarskaðum kann vera 40 ferðir hægri enn fyrr hildið

Talið av álvarsomum hjáárinum eftir koppseting móti Sars-CoV-2 er 40 ferðir hægri enn áður skrásett á Paul Ehrlich Instituttinum, sum er almenni týski sjúkufyribyrgingarstovnurin. Hetta sæst í eini langtíðarrannsókn, sum fremsta sjúkrahús í Europa, Berlin Charité, hevur staðið fyri. Hetta skrivar týski tíðindamiðilin mdr.de.

2022-05-16 18:45 Author image
Jón Tyril

Video: Í seinastu útgávuni av "The Jaxen Report" sum er partur av vikuligu sendingini The Highwire varð týska kanningin viðgjørd saman við nýggju herdu tilmælunum í USA viðv. Johnson & Johnson koppsetingini

Eygleiðing av áleið 40 000 luttakarum

Í higartil eitt ár hava granskarar á Charité sjúkrahúsinum í Berlin, sum sambært Newsweek, er hægst reytaða sjúkrahús í Europa og fimt hægst í heiminum, kannað trygdina við ymsu kovidkoppsetingunum. Áleið 40.000 fólk hava tikið lut í kanningunum, har granskararnir hava regluligar samrøður við tey koppsettu. Luttakarar eru úr øllum økjum í Týsklandi, tað er sjálvboðið at vera við í kanningunum, og tað hevur ongan týdning, hvussu koppsetingin hevur ávirkað luttakararnar.

Millum úrslitini, sum hava vakt ans, er, at fyri hvørji 1000 koppsett fólk, eru 8, sum hava fingið álvarslig hjáárin. “Vit eru ikki bilsin av hesum”, sigur prof. Dr. Harald Matthes, “tað svarar til tað, sum vit kenna frá øðrum londum sum Svøríki, Ísrael og Kanada. Harafturat høvdu framleiðararnir longu staðfest líknandi virðir í teirra kanningum.” Við vanligum koppsetingum sum t.d. teimum móti polio ella messlignum er talið av álvarsomum hjáárinum munandi lægri.

Summi hjáárin vara í fleiri mánaðir

Álvarsom hjáárin eru sjúkueyðkenni, sum vara í vikur ella mánaðir, og sum krevja læknahjálp. Hetta er sovorðið sum hjartabruni, pína í musklum ella liðum,  ovurvirkin immunverja og líðingar í nervalagnum. “Flestu hjáárinini, eisini tey álvarsomu, fara burtur aftur eftir tríggjar til seks mánaðir, harav 80 prosent lekjast. Men tíverri eru nøkur, sum vara nógv longri,” sigur professor Matthes.

Læknar: “kjakist opið um hetta uttan at verða sæddir sum anti-koppsetarar”

Áleið 179 milliónir skamtar av kovid19-koppingarevni er givnir í Týsklandi higartil. "Sæð í ljósinum av, at áleið ein hálv millión álvarsamir tilburðir av hjáárinum hava verið eftir koppseting í Týsklandi, noyðast vit læknar at taka hond um trupulleikan," leggur prof. Matthes, dent á. Umframt arbeiðið á Berlin Charité, situr professarin í stýrinum fyri fleiri læknalig seráhugafeløg, og hevur í áravís sæð týdningin av at heiligvágur verður kannaður á skipaðan hátt. “Vi mugu kunna bjóða tilboð um viðgerð, kjakast opið um tað á ráðstevnum og í almenninginum, uttan at verða sædd sum anti-koppsetarar.”

[object Object]

Offur skulu takast alvorligt

Tað er serliga tyngjandi fyri tey, sum koma út fyri slíkum, at teirra neyðarróp mangan ikki vera tikin fyri fult. Praktiserandi læknar vilja alt ov ofta ikki seta sjúkueyðkennini í samband við koppsetingarnar, antin tí teir ikki vóru fyrireikaðir uppá tey, ella tí teir ikki vilja enda sum partur av einum uppøstum politiskum huglagi.

Hetta gongur sjón fyri søgn í øllum brøvunum, professor Matthes fær frá fólkum, sum lýsa, hvussu tey hava mangan hava brúkt mánaðir at leita eftir læknaligari hjálp og viðurkenning. Tey vísa, at mong dømi um hjáárin ikki vera fráboðað til myndugleikarnar á rættan hátt. Og tí eru tølini fyri hjáárin av koppseting hjá Paul-Ehrlich-Instituttinum við sínum 0,2 tilburðum pr 1000 koppsetingar, munandi lægri enn hendan kanningin frá Charité vísir.

Berliner Charité kosið besta sjúkrahús í Europa

Í Newsweek-reytingini av heimsins bestu sjúkrahúsum (sum verður gjørd í samstarvi við brúkaradátufelagið Statista), kom Charité á eitt fimtapláss av tilsamans 1000 sjúkrahúsum.

“Umframt at flyta eitt pláss upp í altjóða stiganum, so váttar hetta okkara støðu sum besta sjúkrahús í Europa. Newsweek-stigsetingin hevur serliga lagt dent á áhaldandi hægstu viðgerðargóðsku og umráðandi læknaliga gransking, sum er framd undir sera truplum umstøðum.”

Serlig ambulatorium til tey við koppsetingarskaða eru neyðu

“Vit hava longu serlig ambulatiorium til viðgerð av teimum við langtíðaravleiðingum av kovid,” ggreiðir prof. Matthes frá. “Mangar av klinisku myndunum, vit kenna frá ‘long covid’ eru tey somu, sum síggjast við skaða frá koppsetingini.” Læknarnir á slíkum sjúkrastovum hava tískil neyðugu royndirnar. Nú snýr tað seg um at lata ambulatorium upp fyri sjúklingum við skaða eftir koppseting. Alt eftir hvussu ógvuslig hjáárinini eru, kunnu sjúklingarnir síðani vísast til serdeildir so sum neurologi ella hjartadeild. Og intensivdeildir og dialysusentur kunnu eisini takast við í viðgerðina. “Tey hava royndir við at reinsa blóð”, leggur prof. Matthes afturat.

Hæmodialysa sum viðgerð

Bæði á Charité og á øðrum sjúkrahúsum verða viðgerðir mentar, sum rigga væl at viðgerða skaðar frá koppseting. “Ofta er høvuðsorsøkin til trupulleikarnar hjá teimum raktu ov nógv autoandevni í blóðplasmanum,” greiðir prof. Matthes frá. “Tískil skal fyrst staðfestast hvørji og hvussu nógv av hesum andevnum eru til staðar.” Starvsstovur, sum kunnu gera viðkomandi greiningarnar, skulu tí eisini vera við í arbeiðinum.

So skjótt sum diagnosan er framd, so er málið at taka burtur tey andevnini, sum ov nógv er av í blóðinum. Hetta verður gjørt við immundempandi heiligvági ella serligari blóðreinsing. Hesin hátturin hevur verið kendur leingi, men er ikki so nágreiniligur. “Vit ynskja einans at minka um tey óynsktu autoandevnini, tvs tey, sum kroppurin hevur gjørt ímóti Sars-CoV-2."

Keldur:

MDR - Charité-Forscher fordert Ambulanzen für Impfgeschädigte

Steigan - Tyske forskere: Tallet på vaksineskader kan være 40 ganger høyere enn antatt

Video ovast er frá The Highwire

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald