Í seinastu viku gav gravandi journalistiski felagskapurin Project Veritas út eitt video, har stjórin fyri gransking og menning hjá Pfizer, Jordon Trishton Walker, avdúkaði, at fyritøkan framdi sokallaða stýrda evolutión, har koronuvirusurin varð muteraður við vilja. Í gjárskvøldið, hóskvøld 02.02.23 slepti Project Veritas enn einum gølu video. Hetta er eitt videoklipp við sama mælska Pfizer-stjóranum, sum her prátar um møgulig negativ árin, sum koppsetingin kann hava á nøringarheilsuna hjá kvinnum.
Journalisturin, ið gevur seg út fyri at vera á stevnumøti við Pfizerstjóran, tekur prátið teirra millum upp á video. Í nýggja klippinum, sum kom út í gjár, játtar Jordan Trishton Walker, at okkurt ikki er heilt sum tað skal, tá ið hann greinar ávirkanina, sum kovidkoppsetingarnar hava.
“Har er okkurt óregluligt við mánaðarligu ringrásunum. So, tað noyðast fólk at fara at kanna nærri við tíðini,” segði Walker m.a. við journalistin.
“[Kovid] koppsetingin eigur ikki at ávirka ta [mánaðarligu ringrásina hjá kvinnum]. So, vit vita ikki ordiliga,” segði hann víðari.
Pfizer-stjórin tykist stúrin um at meira upplýsingar um møgulig hjáárin av koppingarevninum skulu koma undan kavi við tíðini.
“Eg vóni ikki vit finna útav, at onkursvegna, so verður hetta mRNA-ið verandi í kroppinum, og akkrasum, tí tað má ávirka okkurt við hormonunum, fyri virka á menstratións ringrásina,” sigur hann m.a. í videonum.
“Eg vóni ikki at vit uppdagað okkurt ordiliga keðiligt við tíðini… um okkurt skuldi hent longur frammi, og tað var, akkrasum, ordiliga keðiligt? Eg meini, tað hevði verið ein skandala av eini aðrari verð,” sigur hann eisini.
Project Veritas siga, at teir bóðu Pfizer um viðmerkingar til málið, men Pfizer ynskti ikki at viðmerkja.
Síggj video her:
Onkur kundi kanska sagt, at Pfizer-stjórin við øðrum orðum váttar tað, sum hundraðtúsundtals, um ikki milliónatals kvinnur hava sagt, síðani farið var undir at koppseta við mRNA koppingarevninum, men sum bleiv kveistrað til viks í byrjanini. Í Føroyum var ein lækni í Kringvarpi Føroya og svaraði spurningi, hvørt koppsetingarnar ávirkaðu menstratiónsringrásina hjá kvinnum, har hann svaraði, at kvinnur uppliva ofta broytingar í sínari ringrás ígjøgnum lívið, og tá ið nú so nógvar kvinnur vera koppsettar, so koma tað at vera nakrar, sum halda at broytingarnar hava við koppsetingina at gera, uttan at tað í roynd hevur nakað við tað at gera. Og, legði hann afturat, í teimum førum, har koppsetingin ávirkar ringrásina, so er tað tí at kvinnurnar eru stressaðar, og also ikki nakað við koppsetingini. (https://kvf.fo/gmf?sid=128859 uml. 26 min 10 sek).
Hin fyrsta desember í 2022 skrivaðu vit m.a. soleiðis í grein undir yvirskriftini: Norskur granskari ávarar ímóti fleiri prikum
“Mánadagin 28. november vórðu ógvusligar mánasjúkubløðingar skrásettar av europeiska heilivagseftirlitinum sum eitt hjáárin, ið kvinnur kunnu fáa av at taka prikið frá Pfizer/Biontech og Moderna.
Sambært Statens legemiddelverk, sum er norska heiligvágseftirlitið, hava tey viðgjørt nærum 15.000 fráboðanir frá norskum kvinnum, sum hava upplivað órógv í mánaðarligu ringrásini. Av hesum verða 5.000 roknað sum ógvusligar bløðingar, skrivar TV 2 Norra.
Grødeland og heilsumyndugleikarnir siga, at óregluligu bløðingarnar eru eitt fyribils fyribrigdi. Kortini eru mangar kvinnur, ið siga heg hava havt trupulleikarnar í meira enn eitt ár nú.
26 ára gamla Camilla Røisgård sigur at hon hevur livað við ógvusligum bløðingum í 13 mánaðir nú, og tað hevur havt við sær, at hon er plágað av møði og svimbli. Til tíðir so illa, at hon ikki megnar at koma úr seingini.
“Eg veit tey siga, at hjáárinini eru fyribils, men soleiðis kennist tað ikki,” segði hon við norska TV2.
Fyri mangar av hesum kvinnum hava “fyribils” hjáárinini verið áhaldandi í langa tíð. Fyri einum ári síðani prátaði norska TV2 við 212 kvinnur, sum høvdu upplivað mánasjúkuórógv eftir at hava fingið koppseting móti koronu, har summar høvdu nærum áhaldandi bløðing í fleiri mánaðir á rað.
Nú, eitt ár seinni, hevur sjónvarpsstøðin fingið samband aftur við 149 av teimum 212 kvinnunum, og tað vísir seg, at 85 av teimum framvegis eru plágaðar av órógvi í mánaðarligu ringrásini, meira enn eitt ár aftaná at hava fingið sær prikið.”
Her er Robert Malone, uppfinnarin av mRNA tøknini, ið verður nýtt í koppsetingunum, í samrøðu við Epoch Times, har hann tosar um mRNA og nøringarevnini hjá kvinnum.
Les um og síggj video frá fyrru Pfizer-gøluni í seinastu viku her:
Og síggj dramatisku upptøkurnar, tá ið stjórin verður konfronteraður við upptøkurnar av sær sjálvum:
Avdúkaður Pfizer-stjóri frá sær sjálvum, brýtur iPaddin, sum upptøkurnar eru á
***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo
Vit hava valt ikki at hava lýsingar ella haldaragjald fyri at tíðindi frá hinvegin kunnu síggjast og lesast. Ístaðin liva vit av stuðli frá einstaklingum sum tær, ið halda, at okkara arbeiði hevur týdning. Um tú eisini heldur tað, so ert tú hjartaliga vælkomin at hjálpa okkum at fíggja arbeiðið við at lata antin eina fasta ella eina eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald