Innanlands

Meining: Hvussu leingi skal sirkusið halda á?

"Heilsumyndugleikarnir mugu vísa okkum á vísindaliga grundarlagið fyri hesum páhaldum, at koppsetingin styrkir immunverjuna. Tað er so sára lætt at sleingja páhald út uttan at hava próvtilfarið í lagi. Og tá eg sigi próvtilfar, hugsi eg ikki um tíðindaskriv frá vaksinuframleiðarunum sjálvum, sum páhaldini um 95% reduktión í smittu og at koppsetingin steðgaði víðari smittubylgjuni, vóru."Les hugleiðing frá redaktørinum her

2022-11-11 10:40 Author image
Jón Tyril

Meining frá redaktørinum:

"Heilsumyndugleikarnir mæla til, at øll, eldri enn 50 ár, aftur verða koppsett fyri koronu til at styrkja immunverjuna og verja fyri álvarsligari sjúku.”

Soleiðis sigur lýsingin, sum okkara myndugleikar vísa í sjónvarpi og á netinum fyri tíðina m.a.

Men heilsumyndugleikarnir mugu vísa okkum á vísindaliga grundarlagið fyri hesum páhaldum, at koppsetingin styrkir immunverjuna. Tað má vera minsta krav.

Tað er so sára lætt at sleingja páhald út uttan at hava próvtilfarið í lagi. Og tá eg sigi próvtilfar hugsi eg ikki um tíðindaskriv frá vaksinuframleiðarunum sjálvum, sum páhaldini um 95% reduktión í smittu og at koppsetingin steðgaði víðari smittubylgjuni, vóru.

Fólk eru 'lumpað' fleiri ferðir. Við ómetaligum stórum persónligum kostnaði fyri summi, ið hava fingið óheppin hjáárin.

Og fyri samfelagið hevur tað ómetaliga stóran kostnað vegna miss í álitinum millum heilsumyndugleikar og fólk, miss í áliti á læknastandin, sum í nógvum førum hevur verið trúgvari ímóti medisinframleiðarunum og politiska myndugleikanum, heldur enn sjúklinginum, og miss í álitinum á koppsetingarætlanir sum heild. Alt hetta er ein sera stórur eykakostnaður eisini.

Hetta nýttist ikki at verið so, um orðaskiftið og samskiftið hevði verið opið og gjøgnumskygt, so fólk fingu verulig svar upp á spurningar og tey ivasomu og teirra spurningar vóru tiknir í álvara, heldur enn at vera tagd burtur, látursgjørd, og til seinast útihýst úr almenna samfelagnum við koronupassunum.

Nær er tíðin komin, at myndugleikarnir taka hetta í álvara og gevast við at sleingja óprógvað páhald út, og ístaðin rætta upp á skaðan, sum er gjørdur?

Tað sum vit síggja í løtuni er tíverri, at alt koyrir við sama lag, Eingin hevur rættað síni skeivu páhald, ið blivu varpað út í hvønn krók fyri milliónir av skattakrónum. Eingin hevur fingið so mikið sum eina nøs, tíansheldur koyrdur frá. Vit, sum mistu okkara sjálvsøgdu sivilrættindi at fara út millum fólk, vóru brádliga annanfloksborgarar í samfelagnum, sum vit annars hava kent okkum heima og tilhoyrandi í. Vit hava ikki fingið nakra almenna umbering frá myndugleikunum enn. Ikki so mikið sum viðurkenning, at tað var skeivt at gera so, og at tað verður ikki gjørt aftur.

Tað er bara eitt lítið sindur minni hornblástur nú, enn áður. Helst tí at innast inni vita hesi fólkini, sum framvegis halda tað koyrandi, at tey gingu á tunnum vísindaligum ísi og nú eru tey við at søkka. Men heldur enn at koma úr veitini, grava tey seg spakuliga og meria friðarliga longur niður. Til skaða fyri tey sjálv og samfelagið alt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald