Eftir meira enn fimm áratíggju í starvi hjá samveldisstjórnini, hevur Anthony Fauci, stjóri í stovninum fyri ovurviðhvæmi og smittsamar sjúkur (National Institute of Allergy and Infectious Diseases, stytt NIAID) síðani 1984, boðað frá, at hann sigur seg úr starvi fyrsta desember til tess at fara í holt við “næsta kapitul” í sínari yrkisleið.
Fauci gjørdist á fyrsta sinni kendur undir HIV/AIDS rokanini í 1980unum, har hann var íðin talsmaður fyri at nýta heiligvágin AZT. Hesin heiligvágur var seinni steðgaður vegna sera ógvusliga eitran og deyðilig hjáárin, sum evnið elvdi til, har ímillum blóðtrot og mergeitran. Fauci trýsti eisini á fyri at nýta PCR-kanningar sum ein máta at diagnostisera sjúkur við, tó at uppfinnarin av PCR-tøknini, Nobel-vinnarin Kari Mullis, ávaraði harðliga ímóti at nýta tøknina til tað.
Sum stjóri í NIAID fekk Fauci savnað áður óhoyrt nógv vald yvir fígging, sum amerikanska heilsustýrið, National Institutes of Health (NIH) býtti út. Fyrstu vikurnar meðan kovid leikaði í, óttaðist Fauci í loyndum, at virusurin kundi vera likin úr virus-starvstovuni Wuhan Institute of Virology. Ein av leiðandi røddunum fyri niðurlæsingunum í Stóra Bretlandi, Jeremy Farrar, mintist at hava umrøtt møguleikan, at virusurin var likin út úr starvsstovuni, við Fauci og onnur, loyniliga.
Meðan tiltøkini, sum skuldu fáa tamarhald á virusinum vóru í gildi, var Fauci ein av sokallaða “trifecta” bólkinum, hetta vóru tey trý leiðandi embætisfólkini, handan niðurlæsingarnar í USA. Emailarnir hjá Fauci avdúka, at hann hevði fingið íblástur til at royna niðurlæsingar í samrøðum, hann hevði havt við Donald McNeil, blaðmann á New York Times, og ein av fyrstu talsmonnunum á blaðnum fyri strongum niðurlæsingum.
McNeil var sera hugtikin av, hvussu kinesisku myndugleikarnir høvdu læst Wuhan landslutin niður, og sýndi eisini hávirðing fyri varastjóranum í WHO, Bruce Aylward, sum gav heiminum tey boð, at: “Tað sum Kina hevur víst okkum, er, at vit noyðast at gera hetta.” Fauci hevði havt støðugt samband við McNeil, og sum McNeil skrivaði til hann viðvíkjandi niðurlæsingunum í Kina:
“Viðvíkjandi Kina plaga vit í fjølmiðlunum at greiða frá ræðuleikunum og niðurlæsingunum og hvussu myndugleikarnir søgdu ósatt fyri fólkinum í byrjanini… Men sannleikin er tann, at ein stórur partur av vanligu kinesarunum bóru seg ótrúliga reystliga at í sambandi við virusin… Meðan fólk her í Amerika høvdu lyndi til at bera seg at sum sjálvsøkin svín, sum einans hugsaðu um at bjarga sær sjálvum.”
“Hatta er nøkur sera umráðandi viðurskifti, tú vísur á har, Donald,” svaraði Fauci.
Hugurin hjá Fauci at læsa niður stóð í andsøgn til tað, sum Donald Trump, forseti hugsaði. Tískil bar hann í bandi soleiðis, at Hvítu Húsini einans skuldu eggja til niðurlæsingar, sum guvernørarnir síðani kundu seta í verk. Sum fyrrverandi samskiparin fyri koronu-tilbúgvingina hjá Hvítu Húsunum, Deborah Birx, minnist í bók síni:
Hvítu Húsini skuldu “eggja til” men statirnir kundu “tilmæla,” ella, um neyðugt, “krevja.” Stutt sagt góvu vit guvernørunum og teirra heilsuembætisfólkum ein leist, eitt loyvisbræv, sum tey kundu brúka til at seta í verk júst tey tiltøk, sum hóskaði seg til fólkini, tey varaðu av. Tað at vegleiðingarnar komu frá einum Hvítum Húsum undir republikanskari leiðslu, gav eitt politiskt skjól móti republikanskum guvernørum, sum máttu verið atfinningarsamir um at samveldisstjórnin fór ov langt við hesum.
Tá ið Trump kunngjørdi “15 dagar at seinka spjaðingini” og samstundis eggjaði teimum sjúku, gomlu og teimum við undirliggjandi sjúkum, at halda seg heima, so mælti Fauci amerikanarum til at lesa tað, sum “stóð við smáum”. Tað sum “stóð við smáum” eggjaði guvernørunum til at seta fullkomnar niðurlæsingar í verk:
Virksemi í skúlunum kann vaksa um spjaðingina av koronuvirusinum. Guvernørar í statum har tekin eru um smittu úti í samfelagnum, eiga at stongja skúlarnar í teimum raktu og kringliggjandi økjunum. Guvernørarnir eiga at stongja skúlar í økjum, sum eru nær økjum, sum hava smittu úti í samfelagnum, eisini hóast hesi øki eru í grannastatum. Harumframt eiga stats- og lokal embætisfólk at stongja skúlar har koronuvirusur er staðfestur millum fólkið, sum hevur samband við skúlan. Statir og lokalir myndugleikar, sum stongja skúlar, noyðast at taka atlit til ansingartørvin hjá kjarnustarvsfólkum innan løgreglu, sjúkrahús, brunalið o.l. (critical responders), eins væl og føðslutørvin hjá børnunum… Í statum, har tekin eru um smittu úti í samfelagnum, eiga skeinkistøð, matstovur, matvørumarknaðir, venjingarmiðstøðir og onnur innandura og uttandura støð, har bólkar av fólki savnast, at vera læst.
Hesar niðurlæsingar høvdu einki fordømi í vesturheiminum og vóru ikki partur av farsóttartilbúgvingini í nøkrum demokratiskum landi, fyrr enn kinesisku myndugleikarnir læstu niður í Wuhan í Kina. Men niðurlæsingarnar fingu amerikanska fólkið at trúgva, at virusurin var hundraðtals ferðirnar meira deyðiligur, enn hann í veruleikanum var. Hetta gjørdi samstundis at Fauci gjørdist “læknin hjá Amerika.”
Tað eydnaðist ikki á nakran meiningsfullan hátt at seinka spjaðingini av virusinum við niðurlæsingunum, men hinvegin elvdu tær til at tíggjutúsundtals ungfólk doyðu í øllum londum, har tær vóru settar í verk.
Hóast hetta, so ráðgav Fauci so seint sum í mai mánaða 2021 framvegis Indisku myndugleikunum, hvussu teir kundu “læra frá kinesisku royndunum við at berjast í móti Kovid19” og at seta í verk eina fullkomna niðurlæsing um alt landið “í nakrar vikur.” Tá høvdu niðurlæsingarnar longu tikið lívið av fleiri enn 228.000 børnum í Suður Asia.
Uppsagnarbrævið hjá Fauci nevnir ikki nakað um handfaringina av kovid.
Greinin omanfyri er endurgivin við loyvi frá Brownstone institute, sum aftur endurgevur frá Substack hjá høvundanum. Greinin kann lesast í upprunalíki her.
Um høvundan Michael Senger
Michael P Senger er sakførari og hevur skrivað bókina “Snake Oil: How Xi Jinping Shut Down the World”. Hann hevur síðani mars 2020 granskað hvørja ávirkan kinesisku myndugleikarnir hava havt á heimsins handfaring av kovid19. Hann hevur áður skrivað “China’s Global Lockdown Propaganda Campaign” og “The Masked Ball of Cowardice” í Tablet Magazine. Til ber at fylgja við hansara arbeiði á Substack.
JT týddi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald