Læknaliga javnlíkametta tíðarritið 'Vacccines' hevur eina frágreiðing frá týska ‘Goerge Schmori’ patologiska stovninum í Dresden.
Hoyr Dr. John Campell greiða sera væl frá málinum her:
Frágreiðingin lýsir eitt mál við einum 76 ára gomlum manni, sum hevði Parkinsons sjúku (PD), ið doyði tríggjar vikur eftir at hann hevði fingið triðja prikið við kovid19 koppseting.
Í úrtakinum stendur m.a., at sjúklingurin var fyrstu ferð koppsettur við Oxford AstraZeneca koppingarevninum í mai 2021, og fekk síðani tvey prik við Pfizer BioNTech koppingini í juli og desember 2021. Familjan hjá tí deyða bað um at fáa líkskurð framdan vegna ógreið klinisk tekin áðrenn deyðan.
PD varð váttað við post-mortem kanningum. Harafturat vóru tekin um aspiratións pneumonia (lungnabruni vegna innanding av egnum spýggi ella slími) og systemiskar æðrakálkingar vóru týðiligar. Tó vístu greiningar av vevnaði (histopathological analyses) úr heilanum úrslit, sum patologarnir ikki høvdu roknað við, harímillum akutt vaskulitis (skaði á æðrar í heilanum vegna inflamatión)(í mestan mun lymfosittiskt) eins og skaddan og deyðan heilavevnað í ymiskum støðum (multifocal necrotizing encephalitis) av ókendari orsøk, við týðiligari inflamatión herundir glial og lymfosittiskum reaktiónum. Í hjartanum vóru tekin um kroniska hjartasjúku (cardiomyopathy) eins væl og milt akutt myocarditis og vasculitis. Hóast hesin sjúklingur ikki hevði nakra sjúkrasøgu við kovid19, vóru kanningar, ið kundu staðfesta SARS-Cov-2 antigen — sonevndar immunohistochemistry-kanningar fyri speik- og nukleokapsid protein, gjørdar. Tað undranarverda var, at einans speikprotein og einki nucleokapsid-protein varð funnið í heilanum og hjartanum. Í úrtakinum stendur beinleiðis:
“Eftirsum at einki nukleokapsid-protein varð staðfest, mugu fundini av speik-proteini tilskrivast koppseting, heldur enn virussjúku.”
Tað vil siga, at tað er ikki koronavirusurin, sum hevur elvt til skaðarnar, men koppsetingin.
og
“Hesi fundini samsvara við undanfarnar kanningar, ið hava víst á bruna í heilanum (encephalitis) og hjartanum (myocarditis) vegna gentøkniligu kovid19 koppsetingarnar.”
Við øðrum orðum, at hetta undirbyggir aðrar líknandi kanningar, har koppsetingin hevur víst seg at gera skaða á hjarta og heila.
Onnur beinleiðis sitat úr greinini:
“Ein orsøks-samanhangur millum hesi fundini og kovid19-koppsetingina, ið sjúklingurin hevði fingið framanundan, var staðfestur við immunohistokemiskum ávísingum av SARS-CoV-2 speik-proteini.
Háttalagið, sum verður brúkt í hesi kanningini eigur at vera nýtiligt fyri at skilja ímillum orsaks-samanhang við kovid19-koppseting ella kovid19-infektión í ógreiðum málum.
Læknar eiga at leggja sær í geyma slíkar frágreiðingar um sjúkudømi sum hetta, til tess at kunna staðfesta og viðgera slík hjáárin millum sínar sjúklingar, tíðliga.
Ein gjøllig post-mortem kanning av andlátum í sambandi við kovid19-koppsetingar eigur at vera umhugsað í førum, har sjúkueyðkenni eru ógreið, herundir vevnaðarfrøðiligar royndir (histology).”
Kliniska søgan hjá manninum:
Fyrsta koppseting í mai 2021 (ChAdOx1)
Hann fekk týðulig hjáárin í hjartað/blóðrenslið
Eftir aðru koppseting í juli 2021 (BNT162b2) legði familjan til merkis týðiligar broytingar í atferðini og sálarligar broytingar (m.a. vildi hann ikki nertast við, var óttafullur, dølskur, og tók seg aftur sosialt)
Týðulig versnan av PD sjúkueyðkennum
2 vikur eftir triðju koppseting small hann brádliga um.
Small aftur tvær vikur seinni og doyði stutt eftir.
Kliniska diagnosan var deyði vegna ‘aspiration pneumonia’ - aspiratións lungnabruna.
Kanningin kann lesast her:
A Case Report: Multifocal Necrotizing Encephalitis and Myocarditis after BNT162b2 mRNA Vaccination against COVID-19
Eitt annað javnlíkamett læknafrøðiligt tíðarrit, Clinical Research in Cardiology, gav herfyri eina grein út, sum vísir sambandið millum mRNA-koppsetingarnar og hjartasjúku, har sambandið er staðfest við líkskurði framdum av sjúklingum, ið eru deyðir fáar dagar eftir koppseting.
Tann greinin eitur: Autopsy-based histopathological characterization of myocarditis after anti-SARS-CoV-2-vaccination.
Tíðarritið verður givið út av Springer Science+Business Media vegna German Cardiac Society, og er almenna tíðarritið hjá týska hjartafelagnum, German Cardiac Society.
"tað, vit funnu við líkskurði av hjartanum hjá fimm persónum, sum doyðu óvæntað, innan sjey dagar eftir koppseting móti SARS-CoV-2… Okkara fund sláa fast histologisku fenotypuna av deyðiligum myokardit í samband við koppseting."
***
Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo
Sum tú sært, hava vit ikki lýsingar ella krav um haldaragjald á síðuni. Tað er tí at vit vilja hava tíðindi frá okkum at síggjast og lesast so víða sum gjørligt. Ístaðin livir Hinvegin av stuðli frá privatpersónum sum tær, ið halda, at okkara arbeiði hevur týdning og virði.
Um tú eisini heldur tað, so kanst tú hjálpa okkum at halda arbeiðið koyrandi við antin at lata eina fasta upphædd ella gera eina eingangs flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald