"Eg ynski bara at fáa mítt gamla lív aftur". Soleiðis sigur onkur av teimum í hesum lítla filminum, við fólkum, sum hava havt ringar royndir við mRNA koppsetingunum. hemali.no hevur hitt ung og vaksin í Noregi, sum kenna seg máttleys.
hemali sigur, at tað er at alstórum týdningi, at hesar røddirnar eisini vera hoyrdar. At kunningin um hjáárin er sera lítil og at hesin filmurin er eitt ískoyti til tess at bøta um hetta.
Vit hava fingið so nógvar áheitanir og reklamur um at lata okkum koppseta, og hvussu tryggar og góðar tær eru. Men tað er neyðugt eisini at hoyra frá teimum, sum ikki hava havt gagn av koppsetingunum.
Ein áhugaverdur spurningur er, hvussu mong munnu hava fingið líknandi skaðar av koppseting í Føroyum?
Hetta er eitt evni, sum enn er eldfimt, men sum má tosast ígjøgnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald