Í mínum uppvøkstri minnist eg bara eittans dømi um ein hjartatilburð undir ítróttardysti. Tað var syrgiliga hendingin, tá ið lokala hetjan og landsliðleikarin bæði í hondbólti og fótbólti, Poul Enok Hansen, fekk ein hjartatilburð og andaðist einans 28 ára gamal undir einum hondbóltsdysti í høllini á Skála í 1991. Eg havi mangan hugsað um hendan tilburðin seinasta árið. Ikki minst tá ið vit sóu Christian Eriksen smella um í EM kappingini, men eisini fleiri ferð síðani, tí vit hava sæð eitt ótal av ítróttarfólkum gremja seg um hjartatrupulleikar hetta seinasta árið. Tíbetur ikki í Føroyum, men uttanlands.
Ein illgruni, sum trokar seg meira og meira á, er hvørt koppsetingarnar hava nakað við hetta at gera. Vit vita so í øllum førum frá døminum við Poul Enok, sála, og eftir tí, sum vit fingu upplýst eftir tilburðin hjá Christian Eriksen, at hjartatilburðir kunnu henda millum ítróttarfólk, uttan tey eru koppsett fyri kovid. Men kann at síggja til stóri vøksturin í hjartatilburðum millum ítróttarfólk hetta seinasta árið knýtast til kovidkoppsetingarnar? Tað eru tað summi sum halda.
Amerikanska tíðindatænastan One America News Network (OAN) sigur t.d. frá, at millum mars 2021 og mars 2022 eru fleiri enn 769 ítróttarfólk smollin um, meðan tey hava verið í onkrari kapping. Miðalaldurin á ítróttarfólkunum, sum fingu hjartasteðg, er 23 ár. Slíkur vøkstur er ikki sæddur fyrr í hagtølunum fyri hjartasteðg og aðrar hjartatrupulleikar. Og mong undrast, at tíðarskeiðið, sum vøksturin hevur verið, passar tíðarskeiðið, tá ið koppsetingin fyri kovid19 tók dik á seg.
Tenniskappingin Miami Open skapti yvirskriftir tíðliga í apríl tá ið 15 spælarar - sum allir vóru koppsettir fyri kovid - máttu gevast.
Millum teirra vóru favorittarnir, Paula Badosa, og Jannik Sinner. Badosa fór grátandi av vøllinum eftir at vera vorðin illa fyri. Og kappingarneytin hjá Sinner segði tað “var sera løgið” at síggja hann “hokna niður” á vøllinum.
Eisini fjeppararnir undraðust. Sum Pearson Sharp frá OAN greiddi frá, “Hetta vóru bara tvey av fleiri enn 769 ítróttarfólkum, sum eru smollin um í dysti á vøllinum hetta seinasta árið.” Hann helt fram:
“Hvussu nógv 23 ára gomul ítróttarfólk smullu um og fingu hjartaslag áðrenn hetta seinasta árið? Kennir tú nøkur 23 ára gomul, sum hava fingið hjartaslag fyrr enn nú? Og hetta eru bara tey, sum vit vita um. Hvussu mong munnu vera uttan at tað kemur fram? Næstan 800 ítróttarfólk - ung fólk í góðum formi og bestu árum - smella um á vøllinum. Í roynd eru 500% fleiri fótbóltssælarar í EU dottnir deyðir av hjartasløgum enn fyri bara einum ári síðani.
Tilvild? Tá Pfizer koppsetingin er kend fyri at elva til hjartabruna? Nei. Í roynd skriva nógvir læknar, sum viðgera hesi ítróttarfólkini, beinleiðis, at orsøkin er koppsetingin. Hetta er ikki av tilvild.”
VAERS
Fram til 1. apríl 2022 eru 26.693 andlát og 147.677 sjúkrahúsinnleggingar skrásettar í amerikansku VAERS skipanini (Vaccine Adverse Event Reporting System) í sambandi við kovidkoppsetingar. VAERS er skipanin, har óheppin hjáárin av koppsetingum í USA eiga at vera skrásett. Har eru eisini skrásett 13.677 hjartatilburðir og 38.024 tilburðir av myocarditis (bruni í hjartamusklinum) og pericarditis (bruni í hjartasekkinum, sum liggur um hjartað)
Myocarditis and pericarditis elva til sjúkueyðkenni so sum pínu fyri bringuna, trupulleikar at draga andan, óregluliga hjartarútmu ella ógvusligan hjartasláttur.
Flestu tilburðirnir eru eftir prik við mRNA kopping móti kovid (Pfizer-BioNTech ella Moderna), serliga millum ungar menn sambært CDC. Harumframt rakar hjartabruni oftari eftir annað prik, sum oftast innan eina viku eftir prikið.
Eldri kanningar hava víst, at einans millum 1% og 10% av óhepnum hjáárinum verða skrásett í VAERS skipanini, sum er ein passiv, sjálvboðin skrásetingarskipan, so veruligu tølini kunnu saktans vera munandi hægri.
Kyle Warner er eitt av ítróttarfólkunum, sum hevur fylt út eina VAERS frágreiðing um sínar heilsutrupulleikar eftir kovidkoppsetingina. Tað tók honum 45 minuttir at fylla út spurnarskjalið - sum er meira enn flestu læknar hava tíð til at brúka uppá slíkt skráseetingararbeiði.
29 ára gamli Warner var í hæddini av sínari yrkisleið sum professionellur fjallasúkklari, tá hann í juni í 2021 fekk sítt næsta Pfizer-prik. Hann fekk eina ógvuslliga reaktión, sum gjørdi at hann mátti liggja í songini heilar dagar í fleiri mánaðir.
Warner fekk pericarditis, postural orthostatic tachycardia syndrom ella POTS og reaktiva gikt eftir seinna skamtin av Pfizerkoppsetingini. Ein ungur ítróttarmaður í heimsflokki, sum hevur fingið lívið fullkomiliga kollvelt av prikinum.
Tíverri er ikki óvanligt, at læknar ikki vilja viðganga, at kovidkoppsetingarnar kunnu hava nakað at gera við teir skaðar og ampar, sum sjúklingarnir gremja seg um. Fleiri sum hava fortalt um sínar skaðar uppliva eisini, at teirra søgur vera duldar frá almenninginum tá tey leggja tær út á YouTube, Instagram, Facebook og aðrar sosialar miðlar, tí hesir miðlar sensurera hesar persónligu søgurnar.
Óhoyrt tal av ítróttarfólkum smella um og doyggja
Bretska fótbóltslegendan og ítróttarviðmerkjarin Matt Le Tissier, sum er í videonum ovast, er ímillum tey, sum hava tosað alment um stóra talið av ítróttarfólkum, sum eru deyð ella smollin um á vøllinum - og tað misti hann sítt arbeiði sum viðmerkjari fyri.
Í eini samrøðu við Red Voice Media, verður Le Tissier spurdur, hvat hann hugsar um vøksturin í hjartatilburðum millum ítróttarfólk:
“Eg havi ongantíð sæð nakað líknandi. Eg spældi í 17 ár. Eg haldi ikki at eg nakrantíð í 17 ár sá nakran koma av vøllinum við andadráttartrupulleikum, við hondini fast um hjartað, við hjartatrupulleikum….”
“Hetta seinasta árið hevur tað verið ótrúligt hvussu nógv fólk, ikki bara fótbóltsspælarar, men ítróttarfólk sum heild, tennis spælarar, krikketspælarar, kurvabóltsspælarar, hvussu nógvir bara eru koppaðir niður í vøllin. Fyrr ella seinni, so mást tú byrja at hugsa, at hetta er ikki rætt, hetta má kannast nærri.”
Fram til desember 2021 vóru 300 frágreiðingar um ítróttarfólk, sum smullu um harav summi doyðu, savnaðar saman.
Ein dagførd frágreiðing frá heimasíðuni Good Sciencing hevur higartil skrásett 933 hjartatilburðir og 617 andlát millum ítróttarfólk eftir koppseting móti kovid.
Á síðuni skriva tey
“Tað er avgjørt ikki normalt, at so mong, í høvuðsheitum ung ítróttarfólk, skulu fáa hjartasteðg ella doyggja ímeðan tey íðka sín ítrótt, men tað hendir hetta árið. Mangir av hesum hjartatilburðunum og andlátunum koma stutt eftir at tey hava fingið eitt prik móti kovid. Hóast slíkt kann henda fyri fólk, sum ikki hava fingið nakra koppseting, so peika tølini í sær sjálvum ímóti tí eyðsýndu orsøkini.
… Í byrjanini blivu mong av hesum ikki skrásett. Vit vita at mong fingu at vita, at tey máttu ikki siga fólki frá sínum óhepnu hjáárinum og at miðlarnir ikki fortaldu um tey. Tilburðirnir byrjaðu at henda og tóku dik á seg eftir fyrstu kovidkoppsetingarnar.
Stóru miðlarnir fortelja í flestu førum framvegis ikki um hetta, men ítróttartíðindamiðlar kunnu ikki lata eyguni aftur fyri at fótbóltsstjørnur og onnur smella um mitt í einum dysti vegna bráddligan hjartasteðg. Mong av teimum doyggja, meira enn 50%.
Vit hava eisini lagt til merkis, at mangir postar á Facebook, Instragram, Twitter, kjakforumum og tíðindapallum, verða strikaðir. So nú siga summi, at tað eru eingi prógv um, at tað er hent, ella hvørt fólkini vóru koppsett. Tað kemst m.a. av at upplýsingarnir verða duldir.”
Gary Dempsey, var professionellur fótbóltsspælari í næstan tjúgu ár. Hann skrivaði eisini á Twitter, hvussu óvanlig hendan nýggja bylgjan av hjartatilburðum millum ítróttarfólk er:
“Eg var professionellur í næstan 20 ár. Frá 1996. Spældi næstan 500 dystir. Klubb og altjóða støði. Ongantið var 1 hjartasteðgur. Hvørki millum áskoðarar ella spælarar. Hetta er rættiliga ræðandi.”
Video omanfyri er frá eini mainstream ítróttarrás í Australia. Har verður tosað um ein annan professionellan ítróttarmann, Ollie Wines, sum mátti gevast vegna vaml, svimbul og óregluligan hjartasláttur.
So hvørt sum tilburðir sum hesin gerast ómøguligir at lata eyguni aftur fyri, kjakast panelið í “Sunday Footy Show” um, hvørt heilsutrupulleikarnir kunnu hava nakað at gera við kovid-koppsetingarnar, og ein av vertunum viðurkennir, at fleiri spælarar hava liðið av hjartatrupulleikum og Bell’s palsy eftir at hava fingið prik móti kovid. “Deildir fullar av fólkum, sum hava somu heilsutrupulleikarnar,” segði hann.
Fyrrverandi professionelli fótbóltsspælarin, Matthew Lloyd, sum nýligani fekk diagnosuna Bell’s palsy, segði, “Trupulleikar við hjartanum og Bell’s palsy er farið til himmals síðani boostararnar og kovid.”
Undir fasu 3 í klinisku kanningunum av mRNA koppingarevnunum sóust fleiri dømir um andlitslamni millum tann koppsetta bólkin (sjey av 35.654) enn millum plasebobólkin (ein av 35.611). Hetta fekk FDA (U.S. Food and Drug Administration) at mæla til, at eygað skal haldast við møguligum andlitslamni eftir kovidkoppseting.
Lloyd segði seg eisini hava hoyrt um nógv onnur dømi um hjartatrupulleikar, líknandi tí hjá Wines: “Vit høvdu [ítróttar journalistin] Michelangelo Rucci á … og hann segði at har er ein heil sjúkradeild full av fólkum við líknandi sjúkueyðkennum, sum Ollie Wines — vaml, hjartatrupulleikar — so har má vera okkurt meira í hesum.”
Eg havi ikki læknaligar førleikar at meta um, hvørt orsøkin er koppseting ella ikki. Ella ein kombinatión av ymiskum, so sum hjáárinum av koppseting og post pandemiskum stress ólagi, sum bretskir serfrøðingar vilja verða við, er ein orsøk til vaksandi tal av hjartatilburðum í Stóra Bretlandi sum heild, ikki einans millum ítróttarfólk. Men um tað er satt, sum omanfyristandandi miðlar greiða frá, so krevur tað at vera kannað, eins og Le Tissier vísir á. Tað kann tískil undra, at so fáir av stóru miðlunum hava havt søgur um hetta fyribrigdi. Tað er trupult at finna nakað frá stóru miðlahúsunum, uttan okkurt faktatjekk, sum vísur aftur, at nakað samband skal vera. Men vit hava undir farsóttini sæð mong dømi um sokallað faktatjekk (sum mangan heldur eru frásagnartjekk), sum stutta tíð seinni eru gjørd til skammar.
Tað er umráðandi, at søgur um hjáárin koma út, so at fólk hava møguleika at hugsa seg um, seta spurningar og taka støðu á upplýstum grundarlag. Um tú ella onkur av tínum kæru hava fingið skaða av eini koppseting, so hoyra vit fegin tína søgu.
Gevið eisini gjarna tykkara hugsanir til kennar í viðmerkingum undir greinini.
Keldur:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald