Fram til ársenda í 2021 hevði týska stjórnin skrásett umleið 245.000 hjáárin av koppsetingunum. Men greiningin hjá heilsutryggingarfelagnum BBK ProVita bendir á, at hetta talið er upp til tíggju ferðir hægri.
Við at leita í databasunum yvir heilsutrygginar hjá BBK, varð komið fram til, at frá januar til august 2021 noyddust umleið 217.000 av tilsamans 11 milliónum tryggingartakarum at leita sær læknahjálp fyri hjáárin av koppsetingini. Andreas Schöfbeck, nevndarlimurin, ið varpaði ljós á støðuna, segði við Die Welt, at “vit rokna við, at umleið 400.000 læknavitjanir higartil hjá okkara tryggingartakarum, vegna ymisk hjáárin av koppsetingini, er eitt realistiskt boð. Um vit framrokna hetta til alt fólkatalið, so verður hetta til umleið tríggjar milliónir.” Tað svarar til áleið tíggju ferðir tað, sum almennu tølini frá Paul Ehrlich Instituttinum siga (Paul Ehrlich Instituttið hevur ábyrgdina av koppsetingini í Týsklandi).
Harra Schöfbeck heldur, at passiva skrásetingarskipanin er orsøkin til at so stórur munur er á tølunum. Læknar noyðast ofta at skráseta hjáárin í sínari frítíð - sum harvið gerst ein tíðarkrevjandi og ólønt uppgáva. Læknar kunnu eisini vera trekir at síggja ella skráseta trupulleikar við kovidkoppsetingunum, tí tær hava fingið so nógva almenna reklamu og umrøðu, og hava verið hildnar fram sum vegurin út úr farsóttini.
Harra Schöfbeck sigur, at hann sendi greiningarnar hjá BBK til eina røð av myndugleikum, harímillum týska læknafelagið, týsku koppsetingarnevndina og Paul Ehrlich Instituttið. Hann vísti teimum á, at tølini vóru eitt “greitt ávaringarsignal” sum “absolut má havast við, tá støða skal takast til, hvussu koppseting skal brúkast framhaldandi.” Hann skeyt upp, at hansara tøl kundu váttast ella avváttast við at greina data frá øðrum heilsutryggingarfeløgum, og legði afturat, at tað er “etiskt skeivt, ikki at tosa um hetta” eftirsum at “vandi fyri mannalívum ikki kann útilokast”. Tá eingin av áðurnevndu stovnum vendi aftur, valdi hann at fara til almenningin við sínum stúranum.
Ein ísraelsk spurnarkanning, sum spurdi koppsett fólk um hjáárin, kom til at almennu tølini vóru hundraðtals um ikki túsundtals ferðir ov lág. Bretska heiligvágseftirlitið hevur áður mett at einans umleið 10% av álvarsligum hjáárinum frá koppseting vera skrásett. Ein kanning hjá Harward University er eisini komin til líknandi úrslit (millum 1 og 10%). Hesi tøl passa væl við tað, sum týska tryggingarfelagið kom til.
Greinin er í stóran mun umsett frá Daily Sceptic
Upprunakelda: Die Welt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald