Hvat eiga vit at gera við tað, at almennu Føroyar - við eini massivari sannføringarkampagnu fyri milliónir - fóru út at júka og trýsta, og til endans meira ella minni noyða fólk, at taka eitt heiligvágsprodukt, har lyfti um effektivitet og haldføri stavaðu frá tíðindaskrivum hjá privatu framleiðarunum, heldur enn veruligari og gjøgnumskygdari gransking, og blivu endurvarpað ókritiskt av okkara fremstu læknaligu myndugleikum gjøgnum fría mikrofon í miðlunum, har kritisku røddirnar samstundis blivu lítisgjørdar ella tagdar burtur?
Tí hóast tiltøkini og retorikkurin í øðrum londum vóru nógv harðari og fíggindaligari enn her, so bleiv tað til de facto noyðslu hjá okkum eisini. Tú kundi ikki taka lut í samfelagnum á jøvnum føti við onnur, um tú ikki makkaði rætt, og tókst hetta produktið, sum also var reklamerað meira upp, enn nakað annað í føroyskari søgu, bygt á eitt grundarlag, sum seinni hevur vist seg at vera falskt ella ivasamt sølutilfar.
Summi hava síðani fingið óheppin heilsulig hjáárin av produktinum. Summi eru sálarliga traumatiserað av at verða trýst, noydd, og sett til viks sum annan floks samfelagsborgarar. Summi hava mist álitið á stovnar, sum tey áður høvdu fult álit á. Summi hava “bara” mist nógva gleði og lívskvalitet orsakað av átøkunum í tíðarskeiðinum.
Men hvat fingu vit burturúr øllum hesum? Hvat vunnu vit í mun til kostnaðin?
Eg hugsi eisini um sovorðið sum hóptestingina av børnum, vaksnum og gomlum, kravdar maskur í skúla- og býarbussum, uppstiking og uppbýting av skúlunum, har systkinn og vinfólk ikki sluppu at hittast í skúlatíð, konstanta sprittingin og fjarstøðan. kki sleppa at vitja síni kæru á ellisheimi. Ikki at sleppa at sita hjá sínum doyggjandi næstringum tær seinastu løturnar. Og hvat við avlýstu brúdleypsveitslunum, gudstænastunum, føðingardøgunum, festivalunum? At tú ikki kundi halda eina jarðarferð fyri teimum, sum ynsktu at siga farvæl. Avlýstu ervini. Plexiglasið og maskurnar og handskarnir í handlunum. Ikki at sleppa til fótbóltdyst... Hetta er bara frítt frá livrini. Eg kundi blivið við at ramsa ymiskt upp.
Tað sum eg vil siga, er bara hetta: Eiga vit ikki at hava eina gjølliga viðgerð, eftirmeting og uppgerð við hetta nú, áðrenn næsta umfar av panikki rullar yvir okkum - um tað so er búskaparkreppa við tilhoyrandi rentuhækkingum, matvøru og brennievnismangli, ella tað er apukoppar ella nýggir omikronvariantar, ella okkurt heilt annað, ella kanska alt hetta tilsamans - so vit sleppa undan at gera tað sama og verri umaftur?
Ein eftirmeting har øll vera tikin við, eisini vit, sum vóru skeptisk alla tíðina, eisini sálarfrøðingar, heimsspekingar, búskaparfrøðingar, prestar, vinnurekandi, arbeiðarar, listarfólk, ítróttarfólk, ung, gomul, frísk, sjúk - ja, øll vit, sum eru partur av sokallaða samfelagnum, og sum hava javnan tilverurætt við hvønn annan?
Tað er ikki nóg mikið at landstýrið sendir eitt spurnarskjal út til almennar stovnar. Her skal ein nógv gjølligari viðgerð og eftirmeting til. Tað mugu fleiri røddir fram á torg. Og vit mugu gera upp við miskunningina - tilvitaðari ella av misgáum - frá almennari serfrøði og órøttu noyðsluna, sum fór fram.
Hvat halda tit, geva gjarna tykkara hugsanir til kennar í kjakinum undir greinini og deilið endiliga víðari á sosialum miðlum, um tit eru samd við mær.
Jón Tyril, hinvegin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald