Uttanlands

Danskur professari um koppseting av øllum omanfyri 50 ár: “Klikkað!”

Christine Stabell Benn, professari og koppsetingargranskari, sigur, at tað gevur onga meining at koppseta øll omanfyri 50 ár, sum longu hava verið sjúk, eins og gjørt verður í Danmark (og Føroyum).

2022-10-17 14:05 Author image
Jón Tyril

Danska Ekstra Bladet hevur tosað við danska læknan, professaran og koppsetingargranskaran, Christine Stabell Benn, um nýggjastu tilmælini frá donsku heilsumyndugleikunum, sum, so vítt eg dugi at síggja, eru tey somu her í Føroyum (sí korona.fo). Sambært eini meginreglu um varsemi, verður viðmælt at øll omanfyri 50 ár verða koppsett umaftur, eisini hóast tey áður hava verið smittað.

Men sambært koppsetingarserfrøðinginum og professaranum, Stabell Benn, er ilt at síggja, hví tað er viðkomandi at gera.

“Tú fært ein fínan immunitet tá tú hevur verið smittaður við omikron. Sambært tølunum hjá heilsustýrinum hava millum 20 og 42 % av teimum 50 ára gomlu havt PCR-staðfest omikron, og tey mugu roknast at vera væl vard. Heilsustýrið tekur ikki tað vitan við í síni viðmæli, og tað skilji eg ikki,” sigur Stabell Benn við danska blaðið.

Í løtuni er ráðandi varianturin BA5, og tað er í mestan mun hann, eyguni skulu havast eftir. Serliga havandi í huga, at koppsetingin eisini inniheldur eitt gamalt brigdi av koronu, sum als ikki gongur longur.

“Tað er jú klikkað at koppseta fólk, sum kortsíðani hava havt BA5. Serliga tí at tekin eru um, at ein koppseting stutt eftir natúrliga smittu kann fara inn og órógva nátúrligu tilgongdina í kroppinum, og forða fyri at antievni við hægri góðsku vera skapt,” sigur professarin við Ekstra Bladet.

Aðrar avleiðingar
Professarin vísir eisini á onnur viðurskiti, ið tala ímóti at koppseta so mong, sum sambært henni ikki hava stórvegis tørv á kopping.

“Fyri tað fyrsta fáa tey allarflestu milda sjúku av omikron. Myndugleikarnir tosa um hetta, sum um tað ongar avleiðingar hevur at koppseta fólk. Men tað er als ikki rætt. Tað hevur ein fíggjarligan kostnað, herundir mista arbeiðstíð. Áleið 60% fáa hjáárin, sum tey merkja. Tey gerast troytt, slekk, og orka ikki at fara til arbeiðis. Og vit kenna framvegis ikki langtíðarárinini av endurtiknum koppsetingum við einari nýggjari og framvegis rættiliga ókendari koppseting.”

“Í mínari verð er tað ikki varsemi at koppseta øll omanfyri 50. Tað er tvørturímóti óvarsamt at brúka pengar til nakað, sum ikki er neyðugt, og sum harafturat kann hava ókendar fylgjur, samstundis sum tað mangla pengar aðrastaðni í heilsuverkinum,” sigur Stabell Benn víðari við blaðið.

Hygg at Noregi
Christine Stabell Benn leggur dent á, at hon einki hevur ímóti koppsetingum. Tvørturímóti. Hon heldur tað er skilagott at viðmæla koppseting til øll omanfyri 65, sum ikki hava havt omikron. Hon setur bara spurning við avgerðina at koppseta øll omanfyri 50, uttan fyrilit.

Og her vísir hon til Noregi, sum einans koppsetir tey omanfyri 65 ár, meðan Heimsheilsustovnurin mærir til at koppseta øll omanfyri 60 ár.

“Norski mátin gevur nógv meira meining,” sigur hon.

Heilsustýrið: Fyribyrgir álvarsamari sjúku
Ekstra Bladet royndi at fáa viðmerkingar frá danska heilsustýrinum, men tað eydnaðist teimum ikki. Víst var í staðin til eitt upprit og ein tíðindafund hin 2. september, har víst verður til varsemisprinsipp.

Leystliga umsett úr donskum ljóðar partur av uppritinum nakað soleiðis: “Vandin fyri álvarsligari sjúku av kovid-19 hækkar við aldrinum, og serliga frá 60-70 ára aldri sæst hækkandi vandi. Fyri uttan ávísar sjúkur og støður, er hækkandi aldur mest viðkomandi vágafaktorurin í sambandi við álvarsliga sjúku og deyða av kovid-19. Eitt varsemisprinsipp sigur okkum tó, at boostara-koppseting eisini eigur at verða boðin teimum ímillum 50 og 60 ár, har sum tað verður mett at hava ein ávísan møguleika at fyribyrgja álvarsamari sjúku.”

Kelda: Ekstra Bladet - Professor om dansk plan: - Skørt!

Les eisini: Brostrøm: Tað var eitt mistak at koppseta børnini

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald