Stjórin í danska heilsustýrinum (Sunhedsstyrelsen), Søren Brostrøm, segði við TV2 mikukvøldið í seinastu viku, at við tí vitan, vit hava nú, so var tað eitt mistak at mæla til at fáa øll børnini koppsett. Men við tí vitan, vit høvdu tá, so var tað ikki eitt mistak, legði hann afturat.
Frá miðjum juli 2021 fingu fyrstu 12-15 ára gomlu í DK innbjóðing til at lata seg koppseta, og í november varð tilmælt teimum 5-11 ára gomlu eisini at lata seg koppseta í DK.
Grundgevingin var, at koppsetingarnar skuldu tryggja at tamarhald var á farsóttini, og ikki fyri at verja børnini sum so. Brostrøm varð spurdur beinleiðis í'Go' aften Live' á TV 2, hvørt tað var eitt misstak at koppseta børn.
“Við tí vit vita í dag: ja. Við tí vit vistu tá: nei,” svaraði hann.
Kendi danski professarin við Syddansk Universitet, Christine Stabell Benn, ávaraði frá byrjan ímóti at fara at koppseta børn móti koronu, bæði tey 11-15 ára gomlu og tey 5-11 ára gomlu. Vit høvdu nøkur koppingarevni, men sera vánaligt yvirlit yvir møgulig hjáárin, samstundis sum vit høvdu nøkur børn, sum einki gagn høvdu av at lata seg koppseta, segði hon við TV2.
Stabell Benn finst at danska Heilsustýrinum fyri at hava koyrt eina so mikið ágangandi herferð, hóast har vóru stór ivamál í stýrinum, hvørt tað var rætt at gera. Tá áttu myndugleikarnir at havt stilla “styrkina” á herferðini, heldur hon. Hon mælir myndugleikunum til at endurhugsa, hvørt tað veruliga var grund til at “leggja so hart trýst á foreldrini” fyri at fáa børnini koppsett.
Stabell Benn leggur afturat, at hon heldur tað var órímiligt at leggja ábyrgdina fyri teimum eldru á børnini.
Í Føroyum tóku sera fá foreldur av tilboðnum um at koppseta børnini fyri koronu.
Sambært hagtølum hjá Sjúkrahúsverkinum vóru tað bara 87 børn, í aldrinum 5-12 ár, sum fingu fyrra prikið, og 26 eru koppsett tvær ferðir.
Tummas í Garði, sum er læknaligur varastjóri í sjúkrahúsverkinum, sigur við Kringvarpið, at tað var sunn skepsis millum foreldrini, sum gjørdi, at so fá foreldur koppsettu børnini her. Hann sigur eisini, at talan ongantíð var um eitt tilmæli at koppseta tey 5-11 ára gomlu, men um eitt tilboð. Grundin til hetta var lutvíst etiski spurningurin, hvørt tað er rætt at koppseta børnini, fyri at verja tey gomlu. Harnæst dróg fyriskipanin av koppsetingini út av praktiskum orsøkum, m.a. hvør skuldi standa fyri koppsetingini av børnunum, herundir var ein ósemja við kommunulæknafelagið um gjald fyri arbeiðið. Úrslitið var, at klárt var ikki at koppseta, fyrr enn liðið var somikið út, at vitan kom inn, sum vísti at koppsetingin gjørdi lítið ella einki fyri at steðga virusinum.
Sí annars viðmerking mína á FB í dag viðv. tíðindaskrivi frá august í fjør.
Keldur:
TV2 - Set i bakspejlet fik vi ikke meget ud af at vaccinere børnene, erkender Brostrøm
Kringvarp Føroya - Fá børn koppsett fyri koronu - foreldur ivaðust
______
Hjálp okkum at halda arbeiðinum her á síðuni koyrandi. Flyt eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald