Tað var í august í fjør, at 42 ára gamli Karl-Erik Hordnes úr Arna uttanfyri Bergen fekk sítt næsta prik við koronukoppseting.
“Tað var staðiliga viðmælt at taka næsta prikið við, so eg ivaðist ongantíð. Eg eri ikki nakar koppsetingarskeptikkari,” sigur familjupápin við TV2 Norra.
Bæði prikini vóru av slagnum Pfizer, sum eisini hevur verið brúkt í Føroyum.
Tríggjar vikur seinni gjørdist Karl-Erik sjúkur við sjúkueyðkennum sum mintu um beinkrím.
“Eg lá flatur í tríggjar dagar og helt tað var beinkrím (influensa). Trupulleikin var bara, at sjúkueyðkennini hasaðu ongantíð av,” greiðir Karl-Erik frá.
Eftir at hann leitaði sær læknahjálp hevur hann verið innlagdur á sjúkrahús fleiri ferðir til tess at taka ymsar royndir. Hann er kannaður av hjartaserfrøðingi. Lunguni og høvdið eru skannað, eins og ein rúgva av blóðroyndum eru tiknar. Alt uttan at læknarnir hava funnið nakað sum ikki er í lagið.
TV 2 hevur fingið atgongd til sjúkrajournalina hjá Karl-Eriki, og har stendur svart upp á hvítt at: “Eingin onnur frágreiðing er funnin, enn at tað sannlíkt er ein reaktión upp á koppseting.”
“Eg kann lýsa tað sum ekstrema møði. Eg havi eina tyngd í kroppinum, og bæði armar, bein og andlit kennast dovnað, greiðir Karl-Erik frá.
Plágur hansara hava stórar avbjóðingar við sær bæði til arbeiðis og heima.
“Eg stríðist við at hugsavna meg og líði av heilamjørka. Tað hevur við sær at t.d. teldupostar við nógvari informatión mangan mugu útsetast,” fortelur Karl-Erik.
Hann hevur verið sjúkrameldaður síðani hjáárinini byrjaðu, men hevur megnað at arbeiða upp í móti 40 prosent av vanligum arbeiði.
Nú hevur hann nátt mest loyvda markinum fyri sjúkramelding og er byrjaður at fáa arbeiðsstaðfestingargjald (á norskum: arbeidsavklaringspenger), sum sambært honum er ein avbjóðing í sær sjálvum.
Og heima við hús fellir mesta ábyrgdin á konuna.
“Tað er ikki nógv, sum eg fái verið til nyttu. Alt við at taka sær av dreingjunum, frítíðarítriv og tað húsliga verður ávirkað,” sigur 42 ára gamli Karl-Erik.
Hann sigur seg koma fram alment til tess at vera eitt andlit fyri onnur, sum stríðast við hjáárin av koronukoppsetingini.
Karl-Erik heldur at myndugleikarnir eiga at gera meira fyri at hjálpa fólkum í hansara støðu.
“Tá ið skipað verður fyri slíkari stórslignari koppsetingarherferð, so noyðist tú eisini at hava eina skipan, sum loftar teimum, sum fáa skaða av koppsetingini og geva teimum eitt viðgerðartilboð,” sigur hann.
Hann heldur eisini at tey, sum verða rakt av langtíðar kovid (long covid), verða raðfest á heilt annan hátt í heilsuverkinum.
“Har er ein viðgerð sett á stovn. Men mær og lækna mínum kunnigt, so er einki viðgerðartilboð fyri tey, sum hava fingið skaða av koppsetingini.”
Eftir 14 mánaðir eru framvegis eingi tekin um bata.
“Eg havi alla tíðina trúð at hetta fór at laga seg í næstu viku ella næsta mánaða. Óvissan, ikki at vita, hvussu leingi hetta fer at vara, og at eg ikki fái nakra hjálp, er tungt,” sigur Karl-Erik Hordnes við TV 2.
Statens legemiddelverk hevur yvirlitið yvir møgulig hjáárin eftir koppseting í Noregi.
Síðani koronukoppsetingarnar byrjaðu í desember 2020 og fram til 20. september í ár eru 6884 skrásettar fráboðanir um álvarsamar hendingar í samband við koronukoppsetingar. 26 av hesum snúgva seg um langtíðar møði, sum er áhaldandi møði í meira enn tríggjar mánaðir.
Í hesum tíðarskeiði eru nærum 12 mió prik givin í Noregi.
Til tess at kanna um koppsetingin móti koronu økir um vandan fyri langtíðar hjáárinum fremur Folkehelseinstituttet umfatandi kanningar av fólkinum, har fólk regluliga fáa spurningar um m.a. møði, órógv í mánaðarligu ringrásini hjá kvinnum, langtíðar høvuðverk og onnur áhaldandi sjúkueyðkenni eftir koppseting.
“Vit mæla øllum sum uppliva langtíðar møði eftir koppseting at seta set í samband við læknan, sum kann meta um orsøkirnar og møguliga skráseta tað sum eitt misstonkt hjáárin,” sigur yvirlæknin Sigrud Hortemo frá Statens legemiddelverk við TV2 at enda.
Vit hava áður skrivað um norskan heimildarfilm við fólkum, sum fingu skaða av koppsetingini. Greinin kann lesast her: Norskur dokumentarfilmur: Frásagnir eftir koppseting
Filmurin kann síggjast her:
Kelda: TV2 Noregi - Karl-Erik har vært syk i 14 måneder etter koronavaksine
***
Takk fyri at tú lesur á síðuni.
Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út. Stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald