Uttanlands

Fauci: At verða smittaður er besta koppsetingin

Mong hava funnist at, og onnur hava undrast, at amerikanskir myndugleikar hava havt so ilt við at viðurkenna natúrligan immunitet. Nú er eitt gamalt videobrot komið undan kavi við Anthoni Fauci, har hann sigur júst tað, sum atfinnararnir hava sagt allatíðina

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-03-31 21:16 Author image
Jón Tyril

Eg havi ikki fingið uppspurt hvussu gamalt hetta klippið er. Men tað er áhugavert alíkavæl, tí amerikanski heilsuovastin, Dr. Anthoni Fauci, verður í klippinum spurdur, hvørt onkur, sum hevur havt influensu í 14 dagar, skal lata seg koppseta fyri influensuna. Til hetta svarar Fauci,

"nei, tað skal hon ikki. Um hon hevur havt influensu í 14 dagar, so er hon so væl vard, sum nakar kann vera. Tí tann besta koppsetingin er at gerast smittaður sjálvur. Um hon veruliga hevði influensuna, so hevur hon í øllum førum ikki brúk fyri eini influensavaksinu. Um hon veruliga hevur havt influensuna. Hon hevur ikki brúk fyri tí, tí at tað er tann sterkasta koppsetingin, at gerast smittaður sjálv/ur."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald