Uttanlands

WHO er í ferð við at seta eina heimsumfevnandi skipan fyri koppsetingarpass í verk

Heimsheilsustovnurin (WHO) hevur gjørt sáttmála við dóttirfelagið hjá Deutsche Telekom, T-Systems, at menna eina heimsumfevnandi skipan til koppsetingarpass, sum hvør einasti persónur á jørðini skal teingjast at við eini QR kotu og talgildum samleika

2022-04-13 17:15 Author image
Jón Tyril

Hóast elalítlu hóttanina frá nýggjum kovid-variantum, og í besta føri ivasama virknið hjá koppsetingini, so heldur WHO rimmarfast í at ein heimsumfatandi QR-grundað skipan við koppsetingarpassum, er avgerðandi neyðug fyri allar komandi heilsuneyðstøður, ikki bara kovid.

“Kovid19 ávirkar øll. Lond kunnu tískil einans koma seg aftur undan farsóttini saman. Koppsetingarváttanir, sum eru tryggar móti falsi, og sum kunnu váttast talgilt, byggja upp álit. Tískil stuðlar WHO limalondunum at uppbyggja álitisnetverk (trust networks) og váttanartøkni (verification technology),” sigur deildarleiðarin á deildini fyri talgilda heilsu og innovation (Department of Digital Health and Innovation), Garrett Mehl.

T-Systems hevur áður ment týsku appina til smittusporing- og ávaring, og ES skipanina til koronapass.

“Korona hevur heimin í einum jarnhaldi. Talgilding heldur heimin koyrandi. Talgildar koppsetingarváttanir, sum tær í ES, eru avgerandi í hesum. Vit fegnast um at kunna hjálpa WHO í stríðnum móti farsóttini,” segði stjórin í T-systems, Adel Al-Saleh.

Átakið fyri at fáa eitt heimsumfevnandi koppsetingarpass kemur samstundis sum WHO er í ferð við at skriva ein altjóða farsóttarsáttmála (global pandemic treaty), sum skal binda limalondini juridiskt at Altjóða heilsuregluverkinum hjá WHO, og lata felagskapin ráða yvir øllum framtíðar farsóttarátøkum, og harvið yvirtrumfa heilsupolitiska sjálvræðið hjá limalondunum.

Farið var undir at skriva nýggja sáttmálan í desember 2021 undir eini serligari stevnu, sum kallaðist “Heimurin saman” (The World Together).

Sáttmálin skal hvíla á stýriskipanarlógini hjá Heimsheilsustovninum, sum í grein 19 gevur aðalfundinum hjá WHO heimild at viðtaka konvensjónir ella semjur um øll mál innanfyri virkisøkið hjá WHO.

Henda heimild var upprunaliga einans ætlað at galda konvensjónina um tamarhald á tubbakki (WHO Framework Convention on Tobacco Control), men verður nú víðkað, soleiðis at Heimsheilsustovnurin kann ráða yvir farsóttarátøkunum hjá limalondunum.

Kanadiska tingkvinnan, Leslyn Lewis, vísti herfyri á, at nýggi sáttmálin eisini letur WHO avgera, hvat ið kann roknast og lýsast sum ein farsótt, eisini tá ið talan er um ikki-smittandi “sjúkur” sum t.d. ovurfiti. Hetta gevur í veruleikanum Heimsheilsustovninum myndugleika at yvirtaka heilsuverkini í limalondunum, tá stovnurin metir tað vera neyðugt.

[object Object]

“Tað sum elvir til enn meira stúran, er at um so er, hesin sáttmálin verður viðtikin, so hevur WHO fult ræði á, hvat verður lýst sum ein farsótt,” skrivaði Lewis í eini fráboðan. “Tey kunnu ráða hvussu okkara læknar skulu fara fram, hvønn heiligvág teir kunna nýta og ikki nýta, og hvørji koppsetingarevni verða góðkend. Vit fáa eina “one-size-fits-all" skipan fyri alla verðina…. Ein “one-size-fits-all" handfaring av eini heilsukreppu riggar ikki ein gongd fyri alt Kanada, enn minni fyri allan heimin.”

Tað er ikki óhugsandi, at ein konvensjón, sum WHO kann viðtaka undir einum slíkum sáttmála, er at seta heimsumfevnandi koppsetingarpassið í verk. Hetta er kanska júst tað, sum skal til, fyri at tryggja sær, at limalondini akta, uttan mun til hvørji boð, reglur og avmarkingar felagskapurin lýsir at vera galdandi.

Keldur:

The Counter Signal - The WHO is building a global vaccine passport

Politico - WHO making moves on international vaccine 'passport'

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald