Hóast kríggið í Ukraina drenar nógvar pengar úr statskassanum, so meira ferfaldaðist avlopið á russisku fíggjarlógini fyri november, sum sostatt gjørdist enn ein mánaður við munandi vøkstri í inntøkum, sum stava frá skattainntøkum av óvanliga høgum vinningi hjá feløgunum, ið selja olju og gass. Hetta skrivar Bloomberg mánadagin 12. desember.
Ein frágreiðing hjá russiska fíggjarmálaráðnum, sum var givin út mánadagin vísir eitt avlop á umleið 60 milliardir krónur (557 mia ruplar) fyri fyrstu 11 mánaðirnar í ár.
Les greinina á Bloomberg her:
Russian Budget Surplus More Than Quadruples on Energy Cash Spike
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald