Uttanlands

Stjórin í Pfizer fekk átalu fyri villleiðandi útsagnir um barnakoppsetingar

Dr Albert Bourla, ovasti stjóri í Pfizer, helt upp á, at børn millum 5 og 11 ár fingu fyrimun av koppseting móti koronu, men heiligvágseftirlitsstovnurin í Stóra Bretlandi sigur, at Bourla við hesum útsagnum villeiddi almenningin. Hetta skrivar bretska blaðið The Telegraph.

Dr Albert Bourla. Mynd: Steven Ferdman/Getty Images

Dr Albert Bourla. Mynd: Steven Ferdman/Getty Images

2022-11-28 20:46 Author image
Jón Tyril

Dr Albert Bourla, ovasti stjóri í Pfizer, helt upp á, at børn millum 5 og 11 ár fingu fyrimun av koppseting móti koronu, men heiligvágseftirlitsstovnurin í Stóra Bretlandi sigur, at Bourla við hesum útsagnum villeiddi almenningin. Hetta skrivar bretska blaðið

Sambært The Telegraph var tað í eini samrøðu við BBC í desember í fjør, at Dr Albert Bourla segði, at “tað er eingin ivi í mínum sinni um at fyrimunirnir, fulkomiliga, tala fyri at” koppseta børn í aldursbólkinum 5 til 11 ár ímóti kovid19. 

Hann segði eisini at “Kovid stórtrívist á skúlunum” og legði afturat: “Hetta órógvar undivísingarskipanina munandi, og tað eru børn, sum fara at fáa álvarsom sjúkueyðkenni,”

Samrøðan var givin út 2. desember - áðrenn koppsetingin var góðkend av bretsku heiligvagsmyndugleikunum fyri hendan aldursbólkin. 

Stutt eftir at greinin var givin út, sendi foreldrabólkurin UsForThem, sum hevði til endamáls at stuðla undir rættindi og umstøður hjá børnum, eina kæru til stovnin, sum hevur eftirlit við heiligvágsídnaðinum – Prescription Medicines Code of Practice Authority (PMCPA). 

“Skammiliga villeiðandi”

Í kæruni søgdu foreldrini, at viðmerkingarnar hjá Dr Bourla um koppseting av børnum var “skammiliga villleiðandi” og “ekstremt sølufremjandi”, og vildi vera við at útsagnirnar vóru brot á fleiri ásetingar í viðtøkunum hjá Association of the British Pharmaceutical Industrys (ABPI). 

“Tað eru stutt og greitt eingi prógv fyri at frísk skúlabørn í Stórabretlandi eru í munandi vanda av SARS COV-2-virusinum, og at rógva framundir, at tey eru tað, er skammiliga villeiðandi,” søgdu tey m.a. í kæruni.

Í september 2021 hevði felagsnevndin fyri koppseting og immunisering (JVCI) mælt frá at bjóða koppsetingina út til børn í aldursbólkinum 12 til 15 ár, og segði í tí høpinum, at fyrimunurin við koppseting, var mettur at vera ov lítil, tí váðin fyri børnini frá virusinum var mettur at vera so lágur.

Men minni enn fjúrtan dagar seinni góvu ráðharrarnir grønt ljós fyri at børnini kundu fáa ein einstakan skamt av Pfizer-BioNTech-prikinum samstundis sum heilsuovastarnir í Stórabretlandi tosaðu fyri, at hetta fór at hjálpa við at kunna halda skúlarnar opnar.

Ein nevnd, sum skuldi taka støðu til um Pfizer hevði borið seg rætt at, sum var sett av heiligvágseftirlitsstovninum, PMCPA, kom til at Pfizer hevði brotið reglurnar í fleiri førum, m.a. við at villleiða almenningin, at koma við óundirbygdum páhaldum, og at ikki koma við kunning á ein faktuellan og javnvigaðan hátt.

Pfizer mutaði ímóti atfinningunum og kærdi málið. Tíðliga í november hittist ein kærunevnd at umrøða og taka støðu til málið. Atfinningarnar um at villeiða almenningin, at koma við óundirbygdum páhaldum og væntandi javnvág í kunningini, vórði staðfestar og standandi. 

Men nakrar av meira álvarsomu ákærunum - herundir at Pfizer hevði brotið álitið á heiligvágsídnaðin, hevði eggjað til óskynsama nýtslu av heiligvági, og ikki hevði hildið seg til høgar standardir, vóru sleptar. PMCPA segði við blaðið at øll frágreiðingin um málið verður givin út næstu vikurnar.

Hetta er ikki fyrstu ferð at Bourla og Pfizer eru fyri atfinningum. Vit skrivaðu herfyri um hoyringar í Europa Parlamentinum, har Pfizer var fyri hørðum atfinningum. Les m.a.


"Innkeypið av 4,5 mia skamtum til 450 mió fólk er størsta rotinskapsgøla í heimssøguni”

ES-tinglimurin, Mislav Kolakusic, segði í dag, at innkeypið hjá ES av alt ov mongum “óprógvaðum” koppsetingarskamtum móti kovid, er “størsta korruptiónsgøla í søgu mannaættarinnar.”


At lata seg koppseta fyri hini, bygdi ongantíð á annað, enn eina lygn

Í eini hoyring í Europaparlamentinum viðgekk økisforsetin fyri koppsetingardeildina hjá Pfizer, Janine Small, at koppsetingin ongantíð var kannað fyri, hvørt hon steðgaði smittu


Tekstboð millum Ursulu von der Leyen og stjóran í Pfizer, eru horvin

Tekstboð, sum eru send ímillum forsetan fyri ES kommissiónina, Ursula von der Leyen, og stjóran í Pfizer, Albert Bourla, stutt áðrenn ES og heilivágsfyritøkan gjørdu milliardaavtalu um koppingarevni til alt europa, eru horvin


Skjøl frá Pfizer máa støðið undan útsagnunum sum “tryggar og munadyggar”

Skjøl frá Pfizer vísa, at medisinframleiðarin sjálvur stúrir fyri møguligum heilsutrupulleikum, ið kunnu standast av koppsetingini, so sum hjartabruni, veikari immunverja og brek á fostur í móðirlívi


Video: Dr. Campell hyggur at "Pfizer skjølunum" og er skelkaður

Kendi bretski "youtubelæknin" Dr. John Campell, hevur alla tíðina mælt staðiliga til at lata seg koppseta, tí tær eru jú "tryggar og munadyggar". Men nú er hann stúrin.


Kelda: Telegraph - Pfizer’s CEO rapped by regulator for making ‘misleading’ statements about children’s vaccines

***

Takk fyri at tú lesur á síðuni.

Hjálpa okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út. Stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald