Hendan talvan niðanfyri er frá amerikanska sjúkubasingarstovninum, Centers for Disease Control (CDC) og vísir talið av influensakoppsetingum, sum eru givnar í USA frá 1980 til 2021. Og hon er rættiliga merkisverd:
Í USA var farið frá 12 mió influensaprikum í 1980 til næstan 200 mió prik í 2020.
Sera flott!
So áttu vit at sloppið av við influensuna, ella í minsta lagi bróðurpartin av andlátunum av henni, ikki so?
Well, her eru mánaðarligu andlátini av influensu frá 1959 til 2016:
Sært tú týðiligu gongdina?
Nei?
So er tað helst tí, at har er eingin gongd. Har er absolut einki samband ímillum talið av influensa-koppsetingum, sum verða givnar, og so, hvussu mong doyggja av influensuni.
Í roynd er tað verri enn tað, tí 2017-2018 er ikki við í talvuni, og tað var ringasta árið við influensaandlátum í fleiri áratíggju - møguliga síðani Hong-Kong-sjúkuna í 1968 (áðrenn farið var at koppseta móti influensu).
Tað vísir seg nevniliga, at influensaprikini eru júst líka óbrúkilig, sum kovidprikini, men eingin hevur lagt tað til merkis, tí tey eru ikki eins vandamikil.
Ikki so vandamikil medisinskt also. Samfelagsliga eru tey møguliga meira vandamikil tó, tí fólkaheilsu-skrivstovuveldið og tess ótroyttiliga eggjan til meira og meira koppseting fyri ein og hvønn prís, gjørdist fyrimyndin, tá ið herferðirnar fyri kovidprikunum skuldu setast í verk.
Heldur enn at spyrja, um orsøkin til at fólk ikki skoyttu um prikini, kanska var, at prikini ikki riggaðu, so leitaðu myndugleikarnir bara eftir nýggjum og munadyggari mátum at sannføra ella noyða fólk at lata seg prika. Og tá ið vit koma fram til 2010 byrjar granskingin í evnum sum “koppsetingaraftran” (vaccine hesitancy) og “lýdni” (compliance) at taka dik á seg.
Hetta er tað, sum hendir, tá ið tilgongdin - ein skattafíggjað tilgongd - verður fráskild úrslitinum. Tá ið ov mong fólk hava ov nógvar pengar og yrkisleiðir í klemmu, til at nakar kann loyva sær at spyrja: Gevur hetta yvirhøvur meining?
Og tá so kovid kom, so vistu koppsetararnir AKKURÁT, hvat teir skuldu gera. Uttan tað, at hesuferð var fíggingin bara so mikið nógv ógvusligari.
At sleppa úr hesari grøvini, fer at vera sera sera trupult.
Endurgivið eftir Alex Berenson - (Influenza) virus gonna virus
***
Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald