Uttanlands

“Nú eti eg mest smør, olju, kjøt og feitt, og havi ongantíð havt tað betri”

DR skrivar um Gitte, ið hevur diabetes 2, og sum hevur minkað insulin-nýtsluna niður í helvt við at eta ‘Low Carb High Fat’ kost. Hesin kostur er í tráð við viðmælini í samband við nýggja gransking frá Odense Universitetshospital, sum verður givin út í altjóða tíðarriti í dag.

Mynd: © Michaela Kirk-Jensen, DR

Mynd: © Michaela Kirk-Jensen, DR

2022-12-13 12:28 Author image
Jón Tyril

DR skrivar, at har gitte fyrr goymdi rugbreyð, mjøl og pasta, eru hesar vørur nú skiftar út við fræ og kjarnur av ymsum slag. Gitte hevur við kostbroytingum minkað um helmingin av síni insulinnýtslu.

Hon hevur diabetes 2 og hevur tikið lut í eini granskingarætlan, har etið var sambært prinsippunum um Low Carb High Fat, við øðrum orðum lítið av kolvætu og nógv av feitti, mangan stytt LCHF. Tískil hevur Gitte tikið kolvætuna úr kostinum, og etur nú í mesta mun smør, olju, kjøt og feitt.

“Eg havi fingið tað nógv betri. Eg havi meira orku, eg eri ikki nær námindi so troytt, og eg eri altíð mett,” sigur Gitte Frederiksen við heimasíðuna hjá DR.

Hon er ein av 165 royndarpersónum, sum hava verið við í eini granskingarætlan, sum verður útgivin í dag í læknaliga tíðarritinum 'Annals of Internal Medicine'.

Lækni og ph.d við Odense Universitetshospital, Camilla Dalby Hansen, hevur staðið fyri granskingini.

“Hetta er sera slóðbrótandi. Hetta er fyrstu ferð at veruliga mong hava roynt at etið hendan kostin og hava fingið veruliga góð úrslit við tí. Men tað hevur manglað gransking, sum kundi undirbyggja, at hetta er gott allan vegin runt.

Bæði fyri livrina, blóðrenslið og blóðsukrið. Og tað er tað, vit hava víst á nú,” sigur Camilla Dalby Hansen við DR.

Fyri Gitte Frederiksen, ið arbeiðir sum sjúkrarøktarfrøðingur, hevur tað tikið nakað av tíð at venja seg við broyttu kostvanarnar. Serliga tí teir eru so langt frá tí, sum hon áður helt vera heilsugóðan kost.

“Eg njóti mín búff og eina feittrandaða kotelet, sum eg plagdi at sleppa mær undan fyrr, tí eg hevði lært, at feitt er vandamikið. Eg veit væl at tað ikki er so politiskt korrekt at eta so mikið nógv úr djóraríkinum, men tað geri eg,” sigur Gitte við heimasíðuna hjá DR.

LCHF-kosturin sum varð nýttur í royndargranskingini

Luttakararnir ótu kost sum kallast ‘Low Carb High Fat’ (LCHF) kostur.

Tey fylgdu eini kostætlan, har minni enn 20 prosent av orkuni stavaði frá kolvætu og millum 50 og 60 prosent stavaði frá feitti.

Luttakararnir hava ikki etið rís, breyð, pasta og epli.

Harafturímóti hava tey etið ómettað feitt úr eitt nú avokadum, nøtum og oljum.

Men tey hava eisini etið mettað feitt - eitt nú frá feitum osti og feitum mjólkavørum sum t.d. 38% súrróma.

Kelda: Camilla Dalby Hansen

Ikki í samvar við verandi kostráð

DR skrivar at áleið 300.000 danir líða av diabetes 2. Mangir eta eftir verandi kostráðum frá danska Diabetesfelagnum, sum í stóran mun er í tráð við almennu kostráðini frá Sundhedsstyrelsen. Hetta eru ráðini um at eta fullkorn, minni av kjøti, og at halda seg til soltnar mjólkavørur og úrdráttir - og ongi tilmæli um at eta nógv feitt.

“Eg havi kent tað sum at eg má rættvísgera, at eg etið hendan kostin, tá ið eg nú havi diabetes, tí Diabetesfelagið mælir til nakað annað,” sigur Gitte Frederiksen.

Men hóast hetta ikki eru kostráðini, sum danska Diabetesfelagið viðmælir, so fegnast felagið um granskingina.

“Vit vita jú, at tá ið tú hevur typu 2 diabetes, so ræður um at fáa blóðsukrið niður, og tað kann gerast upp á fleiri mátar. Ein máti er at broyta kostin. Og tess fleiri mátar, tú kanst gera tað, jú betri, tí so eru fleiri møguleikar fyri øll, í mun til hetta, at lækka blóðsukrið við kostbroytingum,” sigur Tanja Thybo, granskingarleiðari hjá Diabetesfelagnum við DR.

Longu í dag viðmælir diabetesfelagið at minka um kolvætuna (breyð, pasta, rís, epli) og vaksa um heilsugóða feittið, sigur Tanja Thybo. Men felagið fer sambært henni ikki at broyta síni tilmæli vegna eina einstaka granskingarætlan.

Luttakararnir í royndunum hjá Odense Universitetshospital hava fingið so nógv feitt sum gjørligt frá avokadum, oljum og nøtum. Men í mun til almennu kostráðini frá Sunhedsstyrelsen, so hava royndarluttakararnir ikki hildið seg aftur við 60% rómaosti ella 38% súrróma og slíkum, sum hevur verið ein vælkomin partur av kostinum.

Men tað merkir ikki, at tað hevur verið øktur vandi fyri blóðproppum, sum er ein vanlig fatan. Tvørturímóti, sigur Camilla Dalby Hansen.

“Hann (kosturin, red.) bøtir um sera mong av teimum parametrum, sum økja vandan fyri blóðtøppum. Tað er ikki bara tað, at feittið hvørvur av búkinum, tað hvørvur eisini frá gøgnunum, og blóðsukrið gerst betri, eins og insulinkenslusemið batnar. So hatta er alt sovorðið, sum minkar um vandan fyri at fáa blóðtøppar,” sigur Camilla Dalby Hansen við DR.

Sambært Odense Universitetscenter er hetta tann fyrsta og størsta granskingarætlanin í heiminum, sum vísir árinini, ið feitthaldigur kostur hevur á typu 2 diabetes, vektminking og feittlivur.

Granskingarætlanin hjá Odense Universitetshospital hevur seinastu seks árini framt kanningar, har 165 sjúklingar við typu 2 diabetes skuldu fylgja LCHF ella einum soltnum kosti í seks mánaðir.

Úrslitini frá granskingini verða kunngjørd í dag í einum av heimsins størstu læknaligu tíðarritunum; 'Annals of Internal Medicine'.

Kelda: Odense Universitetscenter

Vónar at minka enn meira um medisinnýtsluna

Gitte Frederiksen greiðir frá, at onkuntíð hon er í býnum, so kann tað vera trupult at halda seg til kostætlanina, tí at epli og pasta eru so vanligir partar av danska kostinum. So av og á etur hon eitt eittans epli. Men ongantíð meira enn tað. Og tað er sjálvdan at hon slakar í fleiri dagar á rað.

“Tá noyðist eg at rinda prísin við tað sama. Vanliga við at eg gerist troytt, fái ilt í liðir og musklar og kroppurin gerst strævin,” sigur Gitte Frederiksen við DR.

Í dag er hennara blóðsukur vanligt, og hóast hon hevur tað betri og hevur minkað munandi um insulin-nýtsluna, so vónar hon at kunna fáa nýtsluna enn meira niður.

“Eg havi ein dreym um kanska at sleppa heilt av við tað. Tað er ikki vist, tað fer at eydnast, tí eg havi havt diabetes í mong ár. Men bara at fáa minka um tað, er eisini framstig,” sigur hon at enda í greinini.

Les greinina á DR her - Ny diabetesforskning anbefaler fedt og grøntsager i kosten: Nu har Gitte halveret brug af insulin

Arni Astrup, fyrrverandi professari við fróðskaparsetrið í Keypmannahavn og kendur kostserfrøðingur, sum nú arbeiðir fyri Novo Nordisk Grunnin, skrivar í morgun soleiðis á Facebook:

“Fyri 7 árum síðani skrivaðu vit, at minking av kolvætu eigur at vera fyrsta val tá ið typu 2 diabetes er staðfest - deiligt at síggja at nýggj gransking víðkar um próvtilfarið sum talar fyri hesari viðgerð. Tørvur er framvegis á eini stórari langtíðarkanning, sum eisini umfatar kardiometabolar endaknútar. Í Novo Nordisk Grunninum eru vit farin at hugsa um, hvørt vit kundu stuðla eini slíkari granskingarætlan.”

[object Object]

Herfyri var Høgni Sloan Justesen gestur í morgunsendingini í Kringvarpi Føroya og greiddi frá hvussu sokallaður keto-kostur, sum er áleið tað sama sum LCHF, kann fyribyrgja og hjálpa í sambandi við pre-diabetes og diabetes 2. Hoyr samrøðuna við Høgna her.

Heimsins kendasta og mest lisna heimasíða í sambandi  við LCHF og Keto-kost, er helst síðan dietdoctor.com hjá svenska læknanum dr. Andreas Ehnfeldt (kostdoktorn.se), sum hevur ment seg til eina altjóða síðu við tilfari á fleiri tungumálum. Har er sera nógv áhugavert at finna, bæði vísindaligt og praktiskt.

dietdoctor.com

Dietdoctor á youtube

Vísindaliga greinin, Arne Astrup leinkjar til, er hendan:

Pub.Med.Gov - Dietary carbohydrate restriction as the first approach in diabetes management: critical review and evidence base

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald