Innanlands

KVÖKING 3. partur - Gestur: Ben Arabo

Her kanst tú síggja nýggjasta partin av KVÖKING við Ben Arabo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-03-22 18:38 Author image
Jón Tyril

Tað ber eisini til at lurta eftir KVÖKING á Spotify her og Apple podcast her

Í triðja parti tosa vit um orku sum lívsgrundarlag, grøna orkuskiftið, fossil brennievni, dómadagsprofeti, fólkavøkstur, veðurlagsverkføll og mangt annað.

Ben Arabo er gestur og Jón Tyril og Arni Zachariassen eru vertir.
--
Nakrar notur
Í samrøðuni verður víst til fyrilestur við Steven E. Koonin, hann kann síggjast her:

Eisini verður víst til bókina 'Apocalypse Never' eftir Michael Schellenberger. Ein samrøða við hann um bókina, kann hoyrast her:

Sipað verður eisini til at Jordan Peterson vil gera upp heimsmyndina hjá World Economic Forum, sum sambært honum er sera døkk og apokalyptisk. Tað brotið kann hoyrast her:

Eisini verður frágreiðingin hjá veðurlagsnevnini undir ST, sokallaða IPCC rapportin nevnd. Hon kann lesast her

Hans Rosling og hansara framløgur verða nevndar. Hansara TED fyrilestrar kunnu hoyrast her

Greinin á Hinvegin um Scholz og vindmyllulundirnar er her:

Bloomberg: Týskland skal nýta meira enn 7.000 milliardir til at tryggja orkuveitingina

Greinin um Musk og fossila orku á Hinvegin kann síggjast her:

Elon Musk: Sivilisatiónin dettur sundur uttan olju og gass

***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.
Hinvegin er fíggjað við stuðli frá privatpersónum, sum halda, at miðilin er verdur at halda koyrandi.
Tú kanst vera við at hjálpa okkum at fáa tilfar út til føroyingar, við at lata okkum eina fasta mánaðarliga upphædd, ella við eini eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald