Innanlands

At tilbiðja nullið

Tíverri er ein stórur partur av heiminum gandbundin saman við teimum, sum eru besett av nullinum, og sum kveistra veruleikan til viks. Kovid og veðurlagið eru greiðastu dømini.

2022-04-14 20:43 Author image
CRAIG PIRRONG

Frægasta mongdin av einum hvørjum “ringum” (tað veri seg t.d. kriminaliteti, krabbameini e.ø.) er sera sera sjálvdan null. Hetta kemst av at marginal kostnaðurin av at minka um skaðan hækkar (vanliga við hækkandi, ofta sera skjótt hækkandi, ferð) - til endans fer kostnaðurin av at minka meira um skaðan at gerast hægri enn vinningurin, oftast væl áðrenn skaðin er útruddaður.

Tíverri er ein stórur partur av heiminum gandbundin saman við teimum, sum eru besett av Nullinum, og sum kveistra omanfyri standandi veruleika til viks. Kovid og veðurlagið eru tey greiðastu dømini. 

Lond sum løgdu (ella leggja) seg eftir “Null Kovid” handfaringarætlanum, hava lagt borgarar sínar undir menniskjafíggindalig átøk, ið hava tikið frá teimum tær signingar, sum tað at umgangast onnur menniskju gevur, umframt at taka frælsi at hugsa og frælsi at flyta seg.

Tað eru serliga børnini, sum hava merkt sviðan av hesum. Tey hava mist tvey ár av útbúgving og samfelagi við vinfólk og familju, enntá fingið avmarkað evnini at tosa og skilja og tulka andlitsmál vegna høpisleysar reglur um andlitsmaskur. (Tíbetur ikki hjá okkum, red.)

Tað er ikki kløkkandi, at hæddarpunktið (ella lágpunktið) av hesi grimd, verður nátt í Kina - ein tjóð við 1,4 milliard íbúgvum, hvørs harðrenda stjórn heldur seg høgt og heilagt til Null-Kovid. Útbrotið í Shanghai, sum kemur aftaná fleiri ár við avmarkingum, prógvar høpisloysið í sakini. Og mátin myndugleikarnir handfara støðuna, hóast prógvið um høpisloysi, vísir sinnissjúkuna í hesum.

Sum aftursvar til útbrotið, hava myndugleikarnir læst ein bý við 26 mió íbugvum niður. Og hetta er ikki niðurlæsing sum í Australia, Nýsælandi, USA, Bretlandi ella miðeuropa, sum vit annars hildu vera nokkso hart. Noy, hetta er hardcore lockdown, baby. Kravda dagliga testing, har tey, sum testa positivt verða send beint á sjúkrahús/sóttarhaldsmiðstøð, við ella uttan sjúkueyðkenni, hóast hetta hevur ovbyrjað sjúkrahúsverkið og stjelur lívsneyðuga heilsuhjálp frá teimum, sum veruliga hava hana fyri neyðini. Børn verða skild frá foreldrunum. Fólk vera læst inni í íbúðunum, ofta uttan nóg mikið av mati. Kelidjórini vera dripin.

Harðrent og marrukent. Drakoniskt og dystopiskt.

Hitt góða dømi, er “Net Zero” ella “null co2 útlát”. Hetta er vorðið ein avgudur, sum øll tey rætthugsandi boyggja seg fyri, serliga vestanfyri. Stjórnir, fíggjarstovnar og aðrar vinnufyritøkur, serliga tær sum starvast innan orkuøkið, vera dømdar sambært eittans einastu mátieind: hjálpa tær til við at náa málinum um null útlát av vakstrarhúsgassum? Og vei teimum, sum ikki standa hesa royndina.

Tað er høpisleyst. Og tað er høpisleyst, tí at sjúkligt einvísa miðsavnanin um eittans mál, alt fyri eitt steðgar øllum tankum um at viga eitt upp ímóti øðrum, og um kostnað mótvegis vinningi. Undirliggjandi hugburðurin er, at kostnaðurin av co2 er óendaligur, og tískil er tað tað vert at gjalda ein og hvønn prís, uttan mun til hvussu høgan, til tess at náa nullinum.

Og kostnaðirnir eru risastórir, ivast ikki í tí. Serliga umhvørviskostnaðirnir - t.d. inniber framleiðslan av metallum til battarí risastórar umhvørviskostnaðir. Og tó vekir hetta ongan ans millum tey, sum reypa um, hvussu grøn tey eru. Tí fyri tey er tað Bara Eitt, sum telur.

Hetta er býttari enn býtt. Tey sum vilja áleggja ein og hvønn kostnað, og noyða onnur at bera eina og hvørja byrðu, til tess at náa okkurt Null, avdúka, at hatta talið er ein góð meting av teirra skili.

Tá ið eg hugsi um tað, so haldi eg, at hendan tilbiðjan av Nullinum, er ein vanskeplað útgáva av tilbiðingini av sentralari planlegging, sum var so høgt í metum í tíðini áðrenn seinna heimsbardaga, men sum átti at havt mist álitið vegna royndir (t.d. Sovjetsamveldið) og vitborin argument (t.d. Hayek, von Mises).

Við sentralari planlegging hevði tú ein útvaldan skara, eina elitu, sum setti nøkur samfelagslig mál, ið skuldu náast, og sum kundi nýta so nógvan tvingsil sum neyðugt, fyri at náa hesum málum. Í roynd og veru er sentral planlegging rættiliga hóvlig í mun til Null-Ræðið: Vanliga var eitt sindur av avvigan millum vansar og fyrimunir ein partur av sentralari planlegging. Tað er tað ikki undir Null-Ræðinum, har verður alt undirlagt tí Eina Nullinum.

Til endans fall sentrala planleggingin fyri sínum egnu innari mótsetningum. At royna at áleggja eittans einvíst mál á eina fjøltáttaða framvaksandi skipan, sum er samansett av óteljandi einstaklingum, ið strevast fyri sínum egnu málum, var dømt at misseydnast. Og tað gjørdi tað. Men ikki fyrr enn tað hevði volt ómetaliga stóran kostnað hvat mannalívum og frælsi viðvíkir, fyri ikki at tala um vælstand.

Munurin í sjálvum grundvøllinum, millum eina framvaksandi og eina álagda skipan, millum sjálvbodni og harraboð, merkti at sera nógvur tvingsil mátti brúkast við sentralari planlegging. Og hetta sama er eisini galdandi fyri Null-Ræðið. Hetta hevur verið serliga eyðsýnt í sambandi við kovid. Tað sum nú gongur fyri seg í Shanghai prógvar hetta sera væl. Men tað sama er eisini óundansleppandi fyri Net Zero ella Null Útlát. 

At noyða fjøltáttað og fløkt samfeløg, sum eru samansett av milliardum av einstaklingum, við sera ymiskum málum og førleikum, at fylgja einum sentralt ásettum endamáli, er at kríggjast móti náttúruni í menniskjanum og mannaættini sjálvari. Og at halda eini slíkari skipan koyrandi, krevur ógvusliga nýtslu, og ógvusliga vaksandi nýtslu, av tvingsli. Tað krevur at fólk “velja” tað, sum tey ikki høvdu valt av egnum fríum vilja.

Populisman, sum er so vanvird millum eliturnar, er eitt natúrligt úrslit av hesum muni í grundvøllinum. Um so Le Pen vinnur í Fraklandi ella ikki, so bara tað, at tað er ein møguleiki, vísir okkum ónøgdina, sum sivjar millum stórar fólkahópar, um erpni hjá tí betra slagnum. Og hetta er bara seinasta dømi um frákoplingina millum Nullararnar, sum halda seg ráða, og tey, sum teir halda seg ráða yvir.

Henda frákopling kemur av eini grundleggjandi misskiljing av tí sosiala veruleika, at lívið inniber javnvigan fyri og ímóti í ymiskum viðurskiftum og støðum, og at ymisk fólk leggja ymiskt virði í ymisk viðurskifti. At tey, sum skulu eitast at vera betri og klókari, hava null forstáilsi fyri hesum veruleika, er ein skelkandi viðmerking til okkara “framsøknu” (progressivu) tíð.

Greinin er frá Brownstone Institute - The Worship of Zero

Týtt: JT

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald