Uttanlands

Bretland: Kovid-avmarkingar hava elvt til at børn hava trupult við at samskifta og grulva

Ein frágreiðing frá Ofsted (Office for Standards in Education, Children’s Services and Skills) vísir at pinkubørn og tøtlarar í Bretlandi hava trupult við at grulva og samskifta, hava lágt sjálvsálit, umframt málsligar- og talu-trupulleikar.

2022-04-04 19:53 Author image
Jón Tyril

Í Føroyum hava vit havt rættiliga lin tiltøk undir farsóttini, samanborið við flestu onnur lond í vesturheiminum, møguliga undantikið Svøríki, sum eisini hevur havt linari tiltøk enn hini.

Bretland verður hinvegin mett sum nokkso fitt strangari enn norðanlondini Danmark, Noregi, Finland og Ísland. T.d. hava bretar nýtt maskur sera nógv, serliga í mun til okkum, har maskurnar ongantíð veruliga vunnu frama.

Bretska blaðið The Telegraph skrivar í dag, at kovid avmarkingarnar í Bretlandi hava skapt trupulleikar at samskifta og grulva fyri eitt heilt ættarlið, og vísir til eina nýggja frágreiðing frá Ofsted (Office for Standards in Education, Children’s Services and Skills).

Ung børn hava ilt við at fáa vinir, práta og fara á vesið sjálv, sambært kanningarfólkunum.

Børnini sosialiseraðu ikki eins nógv við hvønn annan, ti tey høvdu trupulleikar við at samskifta, manglaðu sjálvsálit og vóru smæðin og stúrin, og smærru børnini vóru ikki von at síggja ymisk andlit.

Har vóru eisini seinkingar í nær børnini byrja at grulva og ganga, og summi børn høvdu havt afturstig, soleiðis at tey t.d. ikki dugdu at lata seg í ein jakka ella at snýsa sær uttan hjálp frá einum vaksnum.

Blaðið endurgevur leiðaran fyri kanningina, Amandu Spielman, sum sigur at farsóttin hevur skapt “varandi avbjóðingar.”

“Eg eri serliga stúrin um menningina hjá teimum yngru børnunum, sum kann skapa trupulleikar í skúlunum, tá tey koma har til, um vit ikki gera okkurt við tað," sigur Spielman við blaðið.

Frágreiðingin hjá Ofsted kom út mánadagin og byggir á kanningar av 70 tænastuveitarum og stovnum fyri yngri børn í januar og februar í 2022. Summir av tænastuveitarunum søgdu, at børnini høvdu “avmarkað orðfeingi,” meðan summi smærri børn høvdu “trupulleikar at svara aftur upp á ymisk grundleggjandi andlitsbrøgd.”

Tey, sum gerast tvey ára gomul í næstum “hava alt sítt lív higartil verið umgyrd av vaksnum, sum hava verið í maskum, og eru tískil ikki von at síggja varrar flyta seg, ella hvussu muðurin formast”, stendur m.a. í frágreiðingin hjá Ofsted.

“Summir veitarar greiddu frá, at seinkingar í málmenningini hjá børnunum fekk tey at sosialisera minni við onnur børn, enn hvat fyrr hevur verið væntað,” stendur víðari í frágreiðingini.

Skúlaleiðarar gjørdu vart við, at børn, sum júst byrjaðu í skúla (í Onglandi er hetta longu í 4 ára aldri), vóru afturúr í mál- og talumenning.

James Bowen frá skúlaleiðarafelagnum NAHT, sigur við blaðið, at: “vit eru ikki bilsin av at farsóttin hevur havt munandi ávirkan á summi børn.”

“Vit vita at afturvendandi niðurlæsingar av samfelagnum hava havt við sær, at tey flestu yngru børnini hava havt avmarkaða sosiala samveru, so tað er kanska ikki løgið, at hetta hevur ávirkað teirra kensluligu menning, umframt sosialu og talu- og málsligu menningina.”

Øll greinin í Telegraph kann lesast her: Covid restrictions have left young children lacking social skills

Blaðið hevur havt fleiri aðrar greinar við líknandi tema, m.a.:

What the pandemic has really done to our children’s minds

Covid inquiry ‘ignores that children paid the ultimate price’ during pandemic

‘Airbrushing’ children’s lockdown experiences from the Covid inquiry is a ‘shocking oversight’

Covid inquiry must address the pandemic’s ‘enormous impact on the mental health of young people’

Let children play for 10 minutes longer after lockdown isolation, ministers urged

Pandemic is stunting babies’ development due to stress on mothers

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald