“Summar seinnapartur... Summar seinnapartur... tey bæði vakrastu orðini í enska málinum."
-Henry James
Summarið livir í okkara hugflogi alt árið, tí tað nørir sálir okkara. Hitin… stuttleikin… frælsið… bara hvussu deiligt tað er. Men mest av øllum, marglætið at hava tíð, óavmarkaður av skúlanum. Tíð at rannsaka, at fáa nýggjar vinir, at liggja á rygginum og síggja skýggini fara tvørtur eftir bláa himmalinum. Mettaða lívskenslan og frælsið í einum barnasummari, kann broyta barnið fyri lívið.
Ljóðar hetta sum summarið hjá barni tínum? Ella situr hann límaður til ein elektroniskan skíggja? Ella kanska noyðist hon tíðliga upp at fara á legu, so tú skanst sleppa til arbeiðis? Ella kanska hann er vorðin so vanur við støðuga stimbran, at hann klagar um at hann keðir seg?
Tú KANST vinna summarið aftur fyri tína familju. Í veruleikanum kanst tú gera hetta til besta summarið nakrantíð saman við børnunum. Tað er ikki neyðugt at fara at ferðast ella at brúka eina rúgvu av pengum. Og tað ber til, hóast tú arbeiðir og børnini eru í ansing um dagin.
Tað sum krevst fyri at børnini kunnu fáa eitt undurfult summar er:
- Samband við teg.
- Samband við javnlíkar.
- Nakrir víðkaðir summar seinnapartar og kvøld, har tað ikki hendir so nógv, fyri at nøra ímyndingarevnini.
- Høvi at menna onkran førleika.
- Onkrar nýggjar upplivingar sum birta í undranina (sovorið sum at stara eftir stjørnunum meðan tú ert tjaldtúr, at liggja í báti á havinum og merkja frísku luftina og hypnotiska bóltið).
(Christian Matras skrivar hetta fantastiska brotið einastaðni: “ikki er yvir at dylja, at djúpar kyrruløtur, sum barnið livdi inn í seg á báti undir høgum bakka og bergi, fara allar tíðir at standa einum í huga sum tann hægsta og sannasta lukka einum menniskja er lagað at eiga.” - red.)
Um hetta ljóðar sum ov nógv at gloypa um, so minst til, at tú kanst halda tað einfalt. Eitt lítið sindur av planlegging og tíð, er alt tær tørvar.
Eg veit at tíð ljóðar sum tað einasta, sum tú ongantíð hevur nóg mikið av. Flestu foreldur liva við einum longum lista av ymiskum, sum má gerast, og kenna seg støðugt og alsamt ovbyrjað. Men tað er summar. Børnini hjá tær vera ikki børn í allar ævir. Hetta er tilfarið, sum teirra barnaminni eru gjørd av. Sum George R.R. Martin sigur, “Summarið brátt endar, og barnaárini við.”
Hví ikki avgera við seg sjálvan nú at fáa sum mest burturúr hesum høvinum at styrkja sambandið við børnini?
Her eru tíggju góð ráð, at gera hetta summarið tað besta nakrantíð saman við familjuni.
1. Set eitt sindur av tíð av til at stuttleika tær við børnunum hvønn dag.
Um tað so er at renna undir vatnsprinklaran saman ein heitan sólskinsdag, ella at leggja seg út í garðin á eitt teppi eitt kvøldið at telja stjørnur áðrenn songartíð (kann verða trupult í ljósa hásummarinum í føroyum, eg veit, -red.), ger í minsta lagi eitt ting um dagin fyri at styrkja sambandið og hava tað stuttligt. Minst til, at tað sum tað ræður um, er hvussu tað kennist, ikki hvussu tað sær út. Barninum tørvar ikki ein ítrivsserfrøðing; bara eitt kærleiksfult samband við teg.
2. Finn júst røttu mongdina av skipan og arbeiði.
Gransking vísir at børn gerast strongd ígjøgnum skúlaárið. Læringin, skúlatingini, felagslív og samband við vinir, og øll ítrivini eru við til at streingja børnini. Tey hava veruliga brúk fyri at taka tað róligt og slappa av. Men tey hava eisini brúk fyri skipaðum viðurskiftum. Tey hava tørv á at dagurin og vikan hava onkra skipan, so tey vita nøkurlunda, hvat er í væntu. Ger eina ætlan, hang hana upp, endurskoða hana um neyðugt, og vís til ætlanina ígjøgnum dagin. Tú kanst halda tað einfalt. T.d. hvønn morgun, eftir at vit hava spælt, so rudda vit húsini saman í ein tíma, og eftir at hava fingið okkum miðmála, lesa vit saman og síðani hava vit eina stilla løtu í kømurunum hvør sær. Hvønn seinnapart renna vit undir vatnsprinklaran og so gera vit døgurða saman og rudda av aftur saman aftaná.
Legg til merkis, at eg skjóti upp, at børnini eru við at gera máltíðirnar og at rudda av aftur. Hetta eru grundleggjandi lívsførleikar og tað er eingin grund til at børn í øllum aldrum ikki kunnu hava ein leiklut. Tvey ára gomul kunnu ikki geva so stórt íkast, men tað ber til at lata tey standa á einum skamli og “vaska” plastikborðbúnað, soleiðis at tey byrja at kenna seg sum ein part av toyminum. Tá tey eru vorðin trý ára gomul, so hjálpa tey við at seta á borðið og at skræða salat-bløðini. Tá tey eru vorðin tíggju, so vera tey før fyri at gera ein heilan døgurða! Ger tað stuttligt og lætt, so fara børnini við tíðini at dáma at vera við.
3. Set tær fyri at av-stressa og bara njóta lívið í summar.
Børn fanga hugburðin. Um tú ert strongdur, so verða tey strongd, og tey fara at klandrast við hvønn annan og gera teg svakan í høvdinum. Sjálvt um tú noyðist at arbeiða, klárar tú so at finna ein máta at minka um tína strongd í summar? Og hevur tú ikki uppiborið eitt deiligt summar, eins nógv og børnini? Tín positivi hugburður fer at skapa ein avslappaðan og glaðan dám í húsunum.
4. Hjálp barninum at menna eitt sunt samband við tíðina
…harímillum týdningarmiklu lívsførleikarnar, at trívast í sínum egna selskapi, uttan tøkni. Tíðin er, hóast alt, tað, sum lívið er gjørt av. Les meira um hví tað er gott fyri børnini at fáa høvi at keða seg her.
5. Eggja barni tínum at royna okkurt nýtt í summar.
Einki er sum summarið til at putlast, eksperimentera og spæla við skapanarhugin. Kanska kundi hon hugsað sær at roynt at mála, ella læra seg at spæla guitar, ella byggja okkurt við hamara og seymi. Kanska kundi hann hugsað sær at roynt at skriva eina stuttsøgu ella lært seg at kasta ein frisbee væl. Nýggj ítriv eggja heilanum at mennast, og byggja upp evnini at hugsavna seg, stýra illsinninum og at hava tamarhald á sær sjálvum og teimum innskotum sum stinga seg upp. Les meira um hvussu tú kanst nøra skapanarevnini hjá barninum her.
6. Avmarka tøkni strangliga til ávísar tíðir av degnum.
Tá ið børnini keða seg og tað er heitt úti, so hava skíggjarnir tað við at stjala alla tíðina frá teimum. Tað kann væl vera, at skíggin riggar væl sum dadda, men vit vita øll, at tað er ikki tað, sum børnini hava tørv á. Jú meira tú avmarkar tíðina framanfyri skíggjan, tess betur fara børnini at duga at finna uppá skapandi mátar at nýta tíðina hjá sær — og minni plága tey teg um at hyggja í sjónvarp ella spæla telduspøl. (Her er ein aldursbýtt vegleiðing fyri skíggjafrí ítriv, sum børnini kunnu gera við minst møguligari eftiransan)
7. Skipa fyri dagligari lesitíð.
Bøkur lata upp fyri ímyndingarevnunum, fáa tíðina at hvørva, og geva børnunum møguleikan at velja ein betri kost, enn skíggjarnar. (At lesa fylgist eisini neyvt við úrslitum og avrikum í skúlanum). At lesa fyri børnunum skapar ein kærleika til søgur og bøkur, sum er tað, sum fær tey at fara at lesa sjálv. Les meira her, hvussu tú kanst hjálpa børnunum at læra seg at elska at lesa.
8. Hví ikki nýta hetta summarið til at menna kensluligu tilvitanina í familjuni?
Flestu foreldur elska at “læra” børnini um hvussu ymiskt virkar og hvussu tey skulu bera seg at. Men tað mest umráðandi sum barnið kann læra, er um kenslur. Til dømis:
- Hvussu kunnu tey gera vart við sín tørv, uttan at sláa hin persónin?
- Hvussu kunnu tey tola ódámligar kenslur, so tey megna at handfara tær?
- Hvussu kunnu tey hava truplar samrøður við onkran og koma úr teimum aftur og kenna seg at vera tættari knýtt viðkomandi enn áður?
- Tá tey kenna seg ill, kedd, stúrin, óttafull ella keða seg, hvat skulu tey tá gera?
Hví ikki brúka tíðina saman við barninum til at byrja at seta meira orð á kenslur og hjálpa teimum at duga betur at lesa kenslur? Eg skjóti ikki upp at tú skalt halda fyrilestrar, men eina samrøðu, har tú spyrt spurningar, men lurtar meira enn tú tosar.
Um tú hevur brúk fyri vegleiðing, hvar tú skalt byrja, so er ein hópur av greinum á AhaParenting.com heimasíðuni, nakrir góðir spurningar, sum kunnu fáa barnið í gongd við at práta, eru her, og nakar góðar bøkur at lesa og kjakast um eru her. Og royn at byggja so nógva beisting og látur inn í dagarnar sum gjørligt!
9. Legg nøkur fantastisk familju-minni til rættis.
Ikki bíða. Lykilin er at fáa kalendaran fram og seta tingini á skrá, sum tit veruliga ynskja at gera.
Byrja longu við døgurðaborðið í kvøld við at spyrja øll, hvat tey elska mest við summarinum. Bið síðani hvønn einstakan um eitt ting, sum familjan kann gera saman, sum fer at gera summarið fulkomið. Set reglurnar upp áðrenn tú byrjar. T.d. kann tað vera, at tit eru samd um, at hoteluppihald ikki er við, og at samlaði kostnaðurin av hvørjum virksemi má haldast undir 300 kr (ella hvussu stóra fíggjarætlan tú nú hevur.) Her er ein listi við hugskotum, sum kann hjálpa tær í gongd:
- Keypa eitt badminton sett og skipa fyri eini vikuskiftiskapping við grilling.
- Skipa fyri einum vatnfestivali í garðinum, sum hevur vatnbyrsukríggj, vatnsprinklararenning, vatnballón kastispæl, vatnballón kríggj, vát-glíðibreyt á skránni. Enda dagin við vatnmelón.
- Leiga ella lán súkklur og far súkklutúr onkunstaðni nærhendis, tit ongantíð hava verið á súkklu fyrr. Steðga á at keypa ís á vegnum.
- Farið ein tjaldtúr. Farið fjallatúr, fanga summarfuglar, snerkið skúmgæti (skúmfidusar), syngið nakrar góðar, ballið tykkum við einum teppi og hyggið at eldinum saman.
- Damla á dekkslangum ella gummibáti. Ella rógv við kano, kajakk ella flaka.
- Gerið eina útferð við mati og drekka og hyggið síðani at sólsetrinum saman.
- Farið á strondina og brúkið dagin til at vassa, svimja og gera sanslott.
- Far í song ordiliga tíðliga okkurt kvøldið tú ert troyttur, og so upp áðrenn sólarris (trupult á hásumri í Føroyum, eg veit - red.) Hav kleynuringar (doughnuts) og kakao og kaffi í termokannum við.
- Ger heimagjørdan ís. (Tað er ikki neyðugt við ísmaskinu, tað finnast uppskriftir á netinum.)
- Far og fiska. Kóka ella grilla fiskin aftaná. Lat børnini vera leingi uppi og spæla pikk ella krógva blunda meðan tað skýmir.
- Fanga síl.
Tú skilir hugskotið. Eggja familjuni til at koma við sínum bestu hugskotum, og syrg so fyri at tit fremja nøkur av teimum. Minnist til at skála fyri familjuliminum, sum kom við júst hesum virkseminum, og tak eina rúgvu av myndum.
10. Tá seinasta vikan í summarfrítíðini kemur, printa so allar summarmyndirnar út og ger eina summar-album.
Vel ein dag, t.d. fyrsta mánadag í september, at gera eina lítla familjuveitslu, har tit hyggja eftir albuminum saman og tosa um bestu løturnar, sum tit øll høvdu. Minnið hvønn annan um tey tingini sum virkaðu sum katastrofur í løtuni, men sum nú eru stuttlig at hyggja afturá (allar familjur hava nógvar sovorðnar løtur). Um tit gera hetta hvørt summar, so skapa tit virðismiklar familjuarvalutir, fyri ikki at tala um familjusiðvenju, sum børnini fara at reypa um, hvussu stuttlig summur tey høvdu, og fara at bøna og biðja eftir, at tit skulu fara at hyggja eftir myndaalbumunum saman fyrsta mánadagin í september, enntá tá tey eru blivin tannáringar!
Høvundur: Dr. Laura Markham, stovnari av AhaParenting.com, hevur skrivað bøkurnar Peaceful Parent, Happy Kids, Peaceful Parent, Happy Siblings og hennara nýggjastu Peaceful Parent, Happy Kids Workbook
Upprunagrein: 10 Tips to Make This the Best Summer Ever with Your Family
Les eisini:
Íkensla, empati: Grundarlagið undir kensluligari heilsu
4 lættir vanar við orðum, sum styrkja sjálvsálitið hjá børnunum
Soleiðis kanst tú tosa við børnini um kríggið í Ukraina
____
Hjálp okkum við arbeiðinum, at fáa gott tilfar á føroyskum út her á síðuna, við at flyta eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald