Innanlands

WHO mælir til fría fosturtøku av fullbornum børnum

Millum tilmælini í nýggjum vegleiðandi faldara frá Heimsheilsustovninum er at fosturtøka skal vera loyvd í allari viðgongutíðini undir øllum umstøðum - einasta kravið skal vera at mamman ynskir tað. Hetta hevur elvt til kjak.

2022-04-22 13:31 Author image
Jón Tyril

Tað hevur elvt til kjak, at Heimsheilsustovnurin (WHO), sum fyri góðum mánaði síðan kom út við nýggjum tilmælum um fosturtøku, mælir til fría fosturtøku í allari viðgongutíðini, also heilt fram til termin. 

Ein av teimum, sum undrast, er fyrrverandi formaðurin í Etiska Ráðnum í Danmark, Gorm Griesen, professari og yvirlækni í pinkubarnasjúkum á Ríkissjúkrahúsinum, sum í samrøðu við Kristeligt Dagblad m.a. sigur:

“WHO heldur, at tað skal vera frítt at sleppa framat fríari fosturtøku inntil termin. Tað er jú garrvilt. Tey skriva, at kvinnan skal hava rætt til fosturtøku uttan at hyggja at gestasjónsaldri (hvussu langt er komið í viðgongutíðini) og uttan at triðjipartur blandar seg. Triðjipartur er í Danmark tey fosturtøkuráðini, har søkjast skal um loyvi eftir 12. viku.”

Griesen sigur seinni í samrøðuni, at:

“Eg haldi at WHO hevur sloppið sær undan einum skikkaðum kjaki um menniskjavirði. Tey hava havt sosial politisk mál í huga, sum í summum londum helst er neyðugt, men har tey púrasta síggja burtur frá øðrum viðkomandi pørtum, herímillum ófødda barnið sjálvt, pápin ella partnarin, tann størra familjan, samfelagið, og hvat vit halda er rætt og skeivt.”

Ein føroyskur felagskapur, sum hevur gjørt vart við seg, er Føroya Pro Vita, sum hevur eina grein um málið á sínari heimasíðu, sum vit endurgeva stórar partar av niðanfyri. Felagskapurin vísur á at frammaliga í rúgvusmikla bóklinginum frá WHO stendur, at tilmælini fyrst og fremst eru ætlað myndugleikum og politikarum, men eisini fosturtøkuveitarum. Flestu tilmælini snúgva seg um fosturtøkuhættir og líknandi, men tað eru serliga trý tilmæli frá WHO, sum føroyski felagskapurin hyggur nærri eftir. Vit endurgeva beinleiðis úr greinini hjá Føroya Pro Vita:

“Lógaruppskotini/tilmælini eru: 

  1. At fosturtøka ikki skal vera eitt revsivert misbrot.
  2. At fosturtøka skal vera loyvd í allari viðgongutíðini undir øllum umstøðum - einasta kravið skal vera at mamman ynskir tað.
  3. At heilsustarvsfólk ikki kunnu nokta at taka lut í eini fosturtøku av samvitskuorsøkum, um hetta á nakran hátt forðar eini kvinnu í at fáa fosturtøku.

WHO sigur, at um tilmælini ikki vera fylgd, so kann hetta hava “keðiligar fylgjur” sum t.d., at fleiri børn vera fødd, tí at færri fosturtøkur verða framdar. Harafturat sigur Heimsheilsustovnurin, at tað er púra trygt (fyri mammuna) at taka fostrið, líkamikið hvussu langt hon er komin í viðgongutíðini.

Í bóklinginum stendur, at tilmælini virða øll mannarættindi. T.d. verja tilmælini rættin til lív, tí tá ið vit ikki hava fría fosturtøku “kunnu vit noyða kvinnur at fáa sær ólógligar og vandamiklar fosturtøkur” og seta lív teirra í vága.

Bóklingurin sigur seg eisini virða sáttmálan um rættindi hjá børnum (16.01.1992). Hetta er áhugavert, tí at fostrið ella barnið í móðurlívi er ongantíð nevnt í bóklinginum - tó er tað umtalað sum “vevnaður” minst einaferð.

Í ST-sáttmálanum um rættindi hjá børnum stendur m.a.:

Grein 6

Luttakaralondini viðurkenna, at øll børn hava ein natúrligan rætt til lívið.

Grein 1

Í hesum sáttmála er eitt barn at skilja sum eitt og hvørt menniskja yngri enn 18 ár, uttan so at barnið gerst myndigt fyrr sambært teirri lóg, sum er galdandi fyri barnið.

Spurningurin er so, hvussu fylgir bóklingurin hesum sáttmálanum? Tað er týðiligt, at einasti mátin tilmælini frá WHO kunnu tulkast til at virða rættindi hjá børnum og rættin til lív, er um barnið í móðurlívi ikki verður roknað sum eitt barn ella sum eitt menniskja yvirhøvur.

Men hvat er tað sum knappliga ger okkum til menniskju? Er tað ein ávísur aldur? Um so, hvør aldur?

Eitt barn føtt í USA í viku 21 yvirlivdi við nógvari hjálp frá serfrøðingum, men í t.d. Íslandi er frí føsturtøka til og við viku 22. 

Liggur virðið okkara í, um vit eru ynskt ella óynskt? Hvat serligt hendir, tá ið vit verða fødd, sum ger, at vit hava rætt til lív, hóast mamma okkara ikki ynskir okkum longur?

Í 2021 metti WHO at 73 mió. fosturtøkur verða framdar um árið. Teir meta, at tað eru 3 fosturtøkur fyri hvørji 10 fostur, sum eru gitin í móðurlívi.

Tað eru fleiri kanningar gjørdar um hví kvinnur velja fosturtøku. Í eini kanning frá Guttmacher í 2005 vórðu 1209 kvinnur spurdar, um hví tær valdu fosturtøku. Fyrst kundu tær nevna fleiri orsøkir, og tá søgdu 73% at tær ikki høvdu ráð til barnið, 48% at tær høvdu trupulleikar við pápanum og 74% at tær ikki hildu seg megna at taka sær av arbeiði, skúla, ella øðrum børnum, um tær fingu eitt barn afturat. Tá ið tær vórðu spurdar um høvuðsorsøkina, søgdu tær allarflestu, at tær ikki føldu seg klárar ella nóg væl fyri fíggjarliga at taka sær av einum barni. Einans 7% valdu fosturtøku vegna egna heilsu ella tí fostrið bar brek og 0,5% í samband við neyðtøku. 

Í eini danskari kanning um fosturtøku frá 2003, har 1326 kvinnur vóru við var vanligasta orsøk til føsturtøku aftur, at tær “ikki høvdu ráð til eitt barn beint nú” ella at teirra “sosiala støða var ov óstabil”.

Er tað ikki eitt sindur óvæntað at fíggjarligu umstøðurnar skulu vera vanligasta orsøk til fosturtøku í einum vælferðarsamfelagi sum okkara? Vilja vit ikki heldur liva í einum samfelag har eingin følir seg noydda at velja fosturtøku tí tær ikki síggja aðrar møguleikar? 

Burdu vit ikki verið raskari at tikið okkum av kvinnum og mammum í okkara landi, soleiðis at eingin følir seg noydda at velja barnið hjá sær frá?

Her í Føroyum hava vit hjálparfelagskapin Mammuhjálpina, sum arbeiðir við at loysa júst henda trupulleikan. Mammuhjálpin kann m.a. veita praktiska hjálp, ráðgeving í almennum viðurskiftum og klæðir og útgerð til børn.

Endamálsorðingin hjá Mammuhjálpini er:

Vit vilja virka fyri, at ongin kvinna í Føroyum skal føla seg noydda at velja fosturtøku vegna vantandi hjálp. Vit ynskja somuleiðis, at allar mammur og familjur skulu vita, at tær kunnu venda sær til okkum, um tær hava tørv á ráðgeving og hjálp.

Fyri líka at venda aftur til altjóða viðurskifti, so stendur í ST-sáttmálanum um rættindi hjá børnum, at barnsins tørvur eigur at setast fremst í samfelagsmálum. Tí var tað skuffandi og ræðandi at lesa hvussu WHO í sínum tilmælum ongantíð hugsaði um barnið í móðurlívi ella viðurkendi tað sum menniskja yvirhøvur. 

Børn okkara eru framtíðin og eru týdningarmesta tilfeingið eitt land hevur. 

Tað er kanska ikki altíð at besta loysnin fyri barnið er besta loysnin fyri mammuna. Men tað er týdningarmikið, at vit hugsa um báðar partar, eisini tá ið tað er trupult. Fosturtøka er jú ikki einasti mátin at loysa trupulleikan hjá eini barnakonu, ið ikki hevur ráð ella umstøður til eitt barn.“

Les eisini: WHO er í ferð við at seta eina heimsumfevnandi skipan fyri koppsetingarpass í verk

Keldur:

Kristeligt Dagblad

Føroya Pro Vita

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald