Seint í september var tað, at spreingingar á havbotninum tætt við Bornholm og tætt við Svøríki, kvettu Nord Stream gassleiðingarnar, sum førdu gass úr Russlandi til Europa. Vesturlendskir leiðarar vóru kvikir at geva Russlandi skuldina fyri at hava saboterað eina týðandi orkuveiting hjá Europa.
Men, skrivar Washington Post:
“eftir mánaðir við kanningum, siga tænastu- og embætisfólk í stórum tali í trúnaði við blaðið, at tað kanska ikki er Russland, sum framdi illgerðina hóast alt.
“Sum nú er, eru eingi prógv fyri at Russland stóð aftan fyri sabotasjuna,” segði ein europeiskur embætismaður við blaðið, og endurtók harvið metingina hjá 23 diplomatiskum og fregnartænastu embætisfólkum úr níggju londum, sum vit hava tosað við seinastu vikurnar.”
(…)
Sjálvt tey við innanhýsis vitan um vísindaligu kanningarúrslitini kunnu ikki við vissu knýta Russland at álopunum, søgdu almenn starvsfólk, sum úttala seg, treytað av at tey ikki verða navngivin fyri at deila upplýsingar um gongdina í kanningunum, sum lutvíst eru bygdar trúnaðarupplýsingar (classified inteligence).
(…)
USA fær regluliga hendur á samskifti millum russiskar stjórnar-tænastumenn og herin, hetta er loyniligt fregnartænastuarbeiði, sum hjálpti amerikanskum myndugleikum at spáa beinrakið um russisku innrásina í februar mánaða. Men higartil hava greinarar ikki hoyrt ella lisið nakað frá russiskari síðu, sum bendir á, at russar royna at dylja egna íblanding ella líknandi, søgdu embætisfólk við blaðið.
(…)
Nakrir av embætismonnunum søgdu seg harmast um, at so mangir av heimsins leiðarum vóru so kvikir at peika eftir Moskva uttan at umhugsa møgulig onnur lond eins væl og ekstremistiskar bólkar, sum kunnu hugsast at hava møguleikarnar og motivið til at fremja álopið.
“Tær stjórnirnar, sum bíðaðu við at viðmerkja áðrenn komið var til nakra niðurstøðu, bóru seg rætt at,” segði ein europeiskur embætismaður.
Førdømingin av Moskva kom skjótt og víða frá. Hin 30. september, fýra dagar eftir brestirnar, segði amerikanski orkumálaráðharrin, Jennifer Granholm, við BBC, at tað “tykist” sum Russland hevur skyldina. “Tað er sera ósannlíkt, at hesar hendingar eru tilvild,” segði hon.
Týski fíggjarmálaráðharrin Robert Habeck gav eisini ábendingar um at hann helt at Russland, sum støðugt hevur noktað ábyrgdina, hevði ábyrgdina av spreingingunum. “At Russland sigur ‘tað var ikki vit’ er sum tá ið onkur sigur, “tað er ikki eg, sum eri tjóvurin;” segði Habeck við tíðindafólk tíðliga í oktober..
Ein ráðgevi hja Ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelensky, kallaði spreingingarnar fyri “eitt terror álop, sum Russland legði til rættis, og eitt álop á Europeiska Samveldið.”
“Eingin europeisku megin atlantshav heldur at hetta er nakað annað enn Russisk sabotasja,” segði ein høgtstandandi europeiskur umhvørvis-embætismaður við Washington Post í september.
Men sum kanningarnar halda fram, so eru tey ivandi farin at vísa á, at Moskva hevði lítið at vinna við at skaða rørleiðingarnar, sum førdu natúrgass úr Russlandi til Europa og skaptu milliardir av dollarum í árligum umsetningi. Nord Stream verkætlanirnar vóru umstríddar og elvdu til kjak í fleiri ár, júst tí tær løgdu Týskland og onnur europeisk lond undir russiskt orku-ok.
“Rationalið, at tað var Russland [sum leyp á rørleiðingarnar] hevur ongantíð givið meining fyri mær,” segði ein vestureuropeiskur embætismaður.
Les alla greinina í Washington Post her:
No conclusive evidence Russia is behind Nord Stream attack
Írski ES tinglimurin Mick Wallace undraðist fyri nøkrum døgum síðani, hví ES hevur so lítlan áhuga í at fáa greiðu á, hvør framdi álopið. Er tað tað, at tey ræðast at svarið ikki er tað tey ynskja, spurdi hann m.a. í ES tinginum hin 17. desember
Les eisini:
Svøríki vil ikki deila Nord Stream kanningarúrslitini við Russland
***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo
Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald