Uttanlands

Svøríki vil ikki deila Nord Stream kanningarúrslitini við Russland

Svøríki fer ikki at deila kanningarúrslitini í sambandi við spreingingarnar, sum kvettu Nord Stream gassleiðingarnar, hvørki við russiskar myndugleikar ella Gazprom. Putin sigur, tey sum vinna av sabotasjuni, eru tey, sum hava framt hana.

Mynd: Nord Stream 1 rørleiðingar á landi í Lubmin í Týsklandi, 8. mars 2022. REUTERS/Hannibal Hanschke

Mynd: Nord Stream 1 rørleiðingar á landi í Lubmin í Týsklandi, 8. mars 2022. REUTERS/Hannibal Hanschke

2022-10-13 12:30 Author image
Jón Tyril

Reuters skrivar mánadagin, at Svøríki, sambært Magdalenu Andersson, forsætisráðharra, ikki fer at deila úrslitini av kanningunum í sambandi við spreingingarnar, sum kvettu Nord Stream gassleiðingarnar, hvørki við russiskar myndugleikar ella við Gazprom.

Svenskir myndugleikar siga seg annars hava funnið prógv um spreingingar við leiðingarnar, og ákæruvaldið gongur út frá, at talan er um sabotasju.

Í seinastu viku sendi russiski forsætisráðharrin, Mikhail Mishustin, eitt bræv til svensku stjórnina, og kravdi at russiskir myndugleikar og Gazprom skuldu takast við í kanningararbeiðið. Hesum noktaði Svøríki.

Mánadagin segði svenski forsætisráðharrin so, at kanningarnar eru í trúnaði, men at russar gjarna kunnu fara í gongd við at kanna málið sjálvir, nú sviar eru lidnir at kanna økið.

Svenskir og danskir myndugleikar hava kannað fýra lekar á gassleiðingini, sum bindir saman og sendir gass millum Russland og Týskland, eftir at spreingingar vóru á leiðini í seinasta mánaða.

Russiski forsetin Vladimir Putin segði í røðu, hann helt á Russian Energy Week í gjár, 12. oktober, at:

“vit vita at fyriskipararnir og samskipararnir av hesum terroratgerðum, eru tey somu, sum fáa vinning av álopunum, og standa aftanfyri hesi fráleiðingarálop á Nord Stream leiðingarnar.  Fólkini, sum vilja kvetta bondini millum Russland og Europa, og undirgrava politisku styrkina hjá Europa, og sum royna at yvirtaka orkumarknaðin til sín sjálvs. Og tað eru tey somu, sum tøkniliga eru før fyri at fremja eitt slíkt álop. Tey eru tikin á búri, men sleppa sær undan revsing.”

Europa hevur annars undanfarnu árini fingið um 40% av sínum gassi úr Russlandi og er komið í eina djúpa orkukreppu, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina og gassveitingarnar eru munandi skerdar. Putin segði í somu talu á Russian Energy Week, at Russland er til reiðar at umvala Nord Stream leiðingarnar og kann taka veitingarnar upp aftur, um ynski er um tað, men at tað er upp til móttakaralondini at avgerða.

Les eisini: Professor Jeffrey Sachs frá Colombia University, heldur at USA stóð aftanfyri sabotasjuna av Nord Stream


Kelda: Reuters - Sweden won't share Nord Stream investigation findings with Russia - PM

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald