Uttanlands

Vinstrahallu demokratarnir tóku áheitanina á Biden aftur

Ein bólkur við 30 vinstrahallum kongresslimum úr demokratiska flokkinum, sum í einum brævi heittu á Biden um at fara undir samráðingar við Russland fyri at enda kríggið, hava tikið bæði bræv og áheitan aftur. 

2022-10-27 18:22 Author image
Jón Tyril

Vinstrahallu demokratarnir í kongressini, sum sendu bræv til Biden, har teir sera hóvliga heittu á hann, um at nýta eins nógv diplomati, sum vápnastuðul, til tess at fáa enda á krígnum, hava tikið sína áheitan aftur eftir stóra øsing í flokkinum.

Í upprunaliga brævinum, sum navnframir demokratar uttast á vinstraveinginum, sum t.d. Alexandria Ocasio-Cortez, Ilhan Omar, Ayanna Pressley, Rashida Tlaib, Jamaal Bowman og Ro Khanna, skrivaðu undir stóð m.a.:

“Havandi í huga tað oyðilegging, sum kríggið hevur elvt til í Ukraina og heiminum, eins væl og vandan fyri vanlukkuligari herðing av stríðnum, halda vit, at tað eisini tænir áhugamálunum hjá Ukraina, USA og restini av heiminum, at sleppa undan einum longdum stríði.” Og víðari:

“Av teirri grund heita vit teg at para hernaðarliga og fíggjarliga stuðulin, USA hevur veitt Ukraina, við einum proaktivum diplomatiskum skumpi, og at tvífalda royndirnar at finna ein gjørligan hátt at fáa eina vápnahvíld í lag.”

Sambært Washington Post var brævið ein áheitan um “dramatiskt at broyta strategi í krígnum í Ukraina”.

Men brævið fekk stóra mótstøðu úr báðum flokkum. Kendi journalisturin Glenn Greenwald hevur ein sera speiskan tráð á Twitter um hetta, har hann sigur m.a.:

“Ímynda tær at vera valdur inn á ting upp á vallyfti um at stríðast ímóti “teimum ráðandi” (the establishment) ella hvat veit eg, og so at vera so bebbaræddur fyri teimum ráðandi úr báðum flokkum, at tú ikki so frægt sum klárar at bíða 24 tímar áðrenn tú spaklyntur tekur aftur einasta mjúkt øðrvísi tankan sum tú hevur úttrykt.” 

[object Object]

Sjálvt Bernie Sanders helt brævið vera skeivt, meðan eitt stórt tal av twitterbrúkarum tosaði um "eftirlæti" (appeasement) og "Chamberlain."

Viðmerkjaran Caitlyn Johnstone hevur áður skrivað at:

“Okkara mentanarliga bergtøka av 2. heimsbardaga hevur gjørt okkum øll býttari. Nú eru øll, sum okkum ikki dámar, Hitler, vit eru altíð tær djørvu hetjurnar sum berjast ímóti Hitler, og øll sum ikki vilja harðliga eskalera eitt ovur-vandamikið kríggj ímóti eini kjarnorku supermakt, er Neville Chamberlain.”

[object Object]

Leiðarin fyri bólkin av vinstrahallu kongresslimunum, Pramila JayapalI, sigur í einum tíðindaskrivi, har brævið og áheitanin verða tikin aftur, at hon tekur ábyrgdina av skrivinum, samstundis sum hon gevur starvsfólkunum skyldina fyri at hava sent skrivið út.

«Brævið er skrivað fyri fleiri mánaðum síðani, men varð tíverri givið út av starvsfólkunum, uttan at tey kannaðu eftir fyrst. Sum leiðari av bólkinum taki eg ábyrgdina fyri hesum.”

“Øll kríggj enda við samráðingum, og tað fer hetta eisini, eftir at Ukraina hevur vunnið” stendur í nýggja skrivinum. og “Hóast brævið vit sendu í gjár endurtók hetta grundliggjandi prinsipp, er vorðið vavt saman við andstøðuni hjá republikanarunum ímóti stuðli til rættvísa stríðnum hjá Ukraina at verja sín tjóðskaparliga suverenitet. Á tann hátt er tað vorðið ein fløkja, og vit taka brævið aftur.”

Blaðmaðurin og viðmerkjarin Aaron Maté, skrivar soleiðis á twitter:

“Eg helt ikki at tað bar til fyri vinstraveingin at vera ússaligari enn at atkvøða fyri einum vanlukkuligum staðgongukríggi, sum USA hevur provokerað fram og longt um, og samstundis leskað vápnaframleiðarunum við milliardum í tilgongdini. Við at taka linligu áheitanina um diplomati aftur, og geva starvsfólkunum skyldina, kláraðu tey onkursvegna at bera av sær sjálvum.”

[object Object]

“Tað sigur nakað um svakliga heykasliga huglagið í Washington at bólkurin av vinstravendum varð noyddur at taka aftur eina púrasta rímiliga, ábyrgdarfulla og neyðuga áheitan um diplomati í einum stríði, sum er í vanda fyri at enda í einum kjarnorkuvápna armageddon,” tvitraði tíðindakvinnan og verturin, Rania Khalek.

Men tað er ikki bara í USA, at tey, sum mæla til friðarsamráðingar, eru illa lýdd. Verjumálaráðharrin í Rumenia varð noyddur at siga seg úr starvi fyri at siga, at einasti máti at fáa frið í lag hjá Ukraina, var at samráða seg til eina avtalu. Tað sigur kanska nakað um hvar vit eru stødd í Ortonglugganum fyri góðtakiligt politiskt kjak, at tað verður roknað sum ófyrigeviligt, so mikið sum at nevna frið og at mæla til samráðingar og diplomati, meðan sláan fyri bróstið og hóttanir um vápnadubbing og kjarnorkukríggj tykjast vera í fínasta ordan.

Vit skrivaðu um brævið og áheitanina her - 30 demokratiskir kongresslimir heita á Biden um at taka upp samráðingar við Russland

Keldur og íblástur:

Caitlin Johnstone - Worthless House Progressives Retract Mild Peace Advocacy Under Pressure From Warmongers

og norska útgávan á Steigan - Verdiløse «progressive» trekker mild fredsoppfordring etter press fra krigshisserne

***

Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út við at stuðla okkum - antin við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald